mikudagur 13. mai 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. mai 2015
sosialurin 55
6
Jón Brian Hvidtfeldt
H
var heldur tú tín 85 ára
føðingardag?
Fyri Lars Larsen var
svarið Dubai.
– Tað var heilt fabelagtigt!
Tann nú 88 ára gamli gamli maður
in flennir, meðan hann greiðir frá
ævintýrkenda býnum í arabisku
oyðimørkini. Báðar døturnar, Marita
og Annika, vóru við honum. Saman
upplivdu tey alt tað marglætið, ið har
er bygt.
– Har er ikki spart uppá nakað.
Enntá heimsins hægsta bygning eiga
tey. Men vit sóu eisini størstu mosk
una í økinum. Har hekk ein ljósa
krúna av gulli, so stór sum henda
stovan, sigur Lars Larsen og veipar
við ørmunum.
Stovan er í hugnaligu og snotiligu
húsunum í Grønulíð í Havn. Bilurin
í túninum, ein jeepur av slagnum
Toyota, verður framvegis dúgliga
brúktur. Lars Larsen hevur verið
einkjumaður síðani februar 2002, og
hann býr framvegis einsamallur í
heiminum í Grønulíð. Men ofta leita
tankar og hugur vestureftir.
– Jú, eg koyri vestur eina til tvær
ferðir um vikuna. Tá plagi eg at fara
á Hotellið at fáa mær ein fish & chips
og eina kola afturvið. Og so ein keitúr
at fáa mær eina sigarett og hyggja
eftir Sørvági.
Lars Larsen smílist. Hugleiðir um
Hotel Vágar, sum hann bæði hevur
bygt og selt. Hugleiðir um fish &
chips, sum tey á Hotellinum gera so
serliga væl. Hugleiðir um prísin:
– Tað kostar líka yvir 100 krónur.
Eitt sindur dýrt, men óluksáliga gott
er tað.
Lars Larsen hevur átt hús í
Sørvági síðani síðst í nítiárunum.
Tað er barndómsheimið hjá konuni
Brynhild, á Kelduni í Sørvági.
– Vit bæði vóru viðhvørt í Sørvági.
Brynhild nærum hálvgræt, hvørja
ferð vit koyrdu framvið barndóms
heimið. So vit endaðu við at keypa
tey. Eg ringdi til Palla (Jóan Pauli
Joensen, red.) og bað um loyvi at
keypa. Og soleiðis bleiv.
Lars Larsen er uppkallaður eftir
abbanum, vanliga nevndur Lars
skómakarin, sum var ein av fyrstu
niðursetumonnum á Tvøroyri.
Sjálvur sleit Lars Larsen sínar fyrstu
barnaskógvar á Tvøroyri, líka til
pápin fekk starv sum sýslumaður í
Sørvági.
– Eg fekk eitt hálvt ár av skúla
gongd á Tvøroyri, áðrenn vit fluttu
vestur, og Petur Mohr Dam var ann
ar lærarin hjá mær har suðuri. Men
handan sosialisman hjá honum rein
nú ongantíð við meg, leggur Lars
Larsen afturat við tónalagi, ið balan
serar millum álvarsemi og spei.
Fyrstu árini í Sørvági skuldu vísa
seg at merkja lívsleiðina hjá Lars
Larsen meira enn nakað.
Úr tómgongd
Umfatandi virksemið hjá bretska
hersetingarvaldinum gjørdi seinna
heimsbardaga serliga sjónligan í
Vágum. Bretsku hermenninir høvdu
mesta virksemið har, og tað førdi
til forvitni hjá mongum unglinga
í oynni. Men bretar vildu ikki hava
smádreingir at arbeiða fyri seg, so
tað knípti hjá Lars Larsen at sleppa
upp í part.
– Men ein heryvirmaður,
Adamson, segði seg hava lagt merki
til, at vit unglingar gingu nakað nógv
í tómgongd, og hann bjóðaði sær til at
taka nakrar til arbeiðis. Vit vóru eini
sjey, sum tóku av.
15 ára gamli Lars Larsen slapp
endiliga upp í part, og hann fekk tað,
sum í dag kann roknast at vera læru
pláss sum elektrikari.
– Eg hekk uppi í einum elektrikara,
Shaw Hodgeson úr London, sum
skuldi taka sær av mær. Hann plagdi
at presentera meg sum tolkin hjá sær,
sigur Lars Larsen og minnist aftur á
tíðina:
– Vit upplivdu ting, sum vit ikki
høvdu droymt um. Her vóru høgt
útbúnir verkfrøðingar frá Royal
Engineers, sum arbeiddu við tólum
og maskinum, sum vit unglingar í
Sørvági ongantíð høvdu sæð.
Lars Larsen var í starvi hjá bretska
hersetingarvaldinum í Vágum øll
krígsárini. Hann fekk tøknina undir
húðina og flogførini í blóðið. Eftir
Nógv ár seinni
hitti eg ein
gamlan vin og
starvsfelaga frá
tíðini á Skála
Skipasmiðju.
Hann fortaldi
mær, at eg hesi
árini altíð tosaði
um flúgvarar.
Óivað hevði hann
rætt«
– Eg møtti skepsis allastaðni. Fólk trúðu ikki uppá, at tað bar til. Tað sigur Lars
Larsen, hvørs áhugi fyri flúgving varð kveiktur á blaðungum árum og fylgdi honum
alt lívið. 88 ára gamli maðurin er um nakar undangongumaður í føroyskari flogsøgu
Framvegis
flog yvir
Larsen
Undangongumaður:
persónssøga