mikudagur 13. mai 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. mai 2015
sosialurin 55
7
kríggið gekk leiðin til Danmarkar at
læra til el-installatør.
Móti endanum av lestrartíðini
kom fyrispurningur til skúlan frá
Chr. Augustinus Fabrikker, sum
manglaði fólk.
– Teir vildu hava ein, sum dugdi
væl at tekna diagrammir, sigur Lars
Larsen og greiðir frá aldargomlu fyri
tøkuni, sum eitt nú framleiddi tubbak
og sigarettir, millum annað tær
eyðkendu Kings sigarettirnar. Fyri
tøkan er í dag partur av Skandinavisk
Tobakskompagni.
– Roykir tú? spyr Lars Larsen,
meðan hann festir sær í eina Prince
Light.
Almenni og óalmenni royki
politikkurin, ið sendir roykjarar út á
trappuna, er ikki galdandi í Grønulíð.
Lars Larsen brettir sær á, fær sær ein
guv og roknar dagligu nýtsluna til
okkurt um 10.
– Andor (Ellefsen, red.) plagdi
at siga við meg, at ein sigarett um
dagin er ein ov nógv, letur speiskliga
úr honum.
Tilboðið frá Chr. Augustinus
Fabrikker lokkaði, men okkurt annað
lokkaði meira:
– Eg var blivin forelskaður í kon
uni, vit vóru gift á ráðhúsinum í
Keypmannahavn og høvdu okkara
ætlanir, sigur Lars Larsen smílandi.
Tríggjar mánaðir fekk Lars Larsen
á tubbaksfabrikkini, har hann skuldi
loysa eina bundna, tøkniliga upp
gávu. Hóast tilboð um gott, fast starv
gekk leiðin tá heim til Føroya:
Lars Larsen byrjaði fyri seg sjálvan
í Sørvági, men gjørdist stutt eftir
tekniskur stjóri á Skála Skipasmiðju.
Stjórabústaður fylgdi við starvinum,
so lítla familjan flutti. Eftir seks ár
á Skála bleiv trongdin at gera stóra
dreymin til veruleika ov stór at halda
aftur. Lars Larsen segði upp.
– Nógv ár seinni hitti eg ein
gamlan vin og starvsfelaga frá tíðini
á Skála Skipasmiðju. Hann fortaldi
mær, at eg hesi árini altíð tosaði um
flúgvarar. Óivað hevði hann rætt.
Dreymurin
– Vit vóru forelskað, høvdu fingið
tvey børn, og alt gekk væl.
Svarið kemur skjótt og livandi, tá
Lars verður spurdur um reaktiónina
hjá konuni til uppsøgnina á Skála og
at flyta til Havnar eftir einum dreymi.
Lars Larsen hevði sett sær fyri at
fáa gongd á flogferðslu.
– Eg møtti skepsis allastaðni. Fólk
trúðu ikki uppá, at tað bar til. Enntá
varð sagt, at tað væl var líka mikið,
um eitt bræv tók tríggjar dagar við
skipi ella fýra tímar við flogfari. Tí so
skjótt gekk samfelagið nú heldur ikki.
Men Lars Larsen var sannførdur.
– Tað var væl saktans tí, at eg
hevði verið so nógv á flogvøllinum
undir krígnum og sæð alt virksemið
har.
Avbjóðingarnar vóru tvinnar.
Flogvøllurin í Vágum skuldi setast í
stand og góðkennast av loftferðslu
myndugleikunum. Og so skuldi eitt
útlendskt flogfelag lokkast at flúgva
til Føroya. Uppgávan skuldi loysast
saman við Hugo Fjørðoy, sum Lars
Larsen kendi úr Sørvági. Eitt nú
sótu teir í sóknarstýrinum saman.
Ein uppgáva, ið Lars Larsen var alt
annað enn glaður fyri:
– Nei, tað tímdi eg slettis ikki. Pápi
mín var sýslumaður,
og sum barn og ungur
hevði eg sæð, hvat tað kundi
hava við sær. Eg kundi ofta fáa
okkurt blakað í høvdið, bara tí at eg
var sonur pápa mín, sýslumannin.
Lars Larsen minnist aftur á dømi
um fólk, ið vóru komin illa fyri, og har
sýslumaðurin hevði sína uppgávu at
gera. Ristir á høvdið, skumpar tað frá
sær og snarar prátið innaftur.
Landsstýrið hevði yvirtikið flog
vøllin í Vágum frá bretum eftir
kríggið, og tí var neyðugt at spyrja
um loyvi har. Í Tinganesi var nú gamli
lærarin hjá Lars Larsen av Tvøroyri,
Petur Mohr Dam.
– Hann gav okkum loyvi at brúka
vøllin, um Statens Luftfartsvæsen
vildi góðkenna hann. Tey boðini
kundu vit so geva víðari til Ørn
Johnson, stjóra í Flugfélag Íslands
(seinni Icelandair, red.), sum hevði
víst áhuga fyri føroyaflúgving. Teir
høvdu tá flogið í 25 ár, fyrstu árini
innanlands og seinni millum lond.
»Vit upplivdu ting, sum vit ikki høvdu droymt um.
Her vóru høgt útbúnir verkfrøðingar frá Royal
Engineers, sum arbeiddu við tólum og maskinum,
sum vit unglingar í Sørvági ongantíð høvdu sæð«
Lars Larsen
– Fólk trúðu ikki uppá, at tað bar til. Enntá varð sagt, at
tað væl var líka mikið, um eitt bræv tók tríggjar dagar við
skipi ella fýra tímar við flogfari, sigur Lars Larsen
Framhald á næstu síðu
Mynd: fotostudio / Finnur Justinussen
Visti tú?
Við Flogfelag Føroya
tók Lars Larsen saman
við øðrum fyrstu stigini at
fáa regluliga flúgving til
Føroya. Felagið eitur
í dag 62ºN