Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. mai 2015 sosialurin 55 9 hann hevur verið brúktur sum upp­ rudd­ari har vesturi, sigur Lars Larsen og sipar til avmarkaða stjóra­tíðar­ skeiðið, sum nú er um at renna út. 45 umsóknir eru til stjórastarvið í Atlantsflog. – Tað hevur avgerandi týdning, at ein stjóri hevur royndir innan flog­ ferðslu. Eingin ivi er um, at tað hvílir ein stór ábyrgd á Atlantsflog í dag. Felagið má fáa útlendsk ferðafólk til Føroya, so ferðavinnan her heima kann mennast. Tað eigur at bera til, nú felagið hevur nýggj og góð flogfør at arbeiða við. Lars Larsen er sannførdur um, at myndugleikarnir og Vága Flog­havn eiga at strekkja seg langt í roynd­ini at fáa eitt útlendskt flog­felag í rutu­ flúgv­ing hendavegin. Aftur verður argu­mentið funnið í granna­land­ inum fyri vestan. – Ícelandair hevur fingið øgiliga nógva og harða kapping frá fleiri flogfeløgum. Sjálvandi tekur tað nakað frá felagnum, men primert hava kappingarneytarnir útvegað sær sínar egnu kundar. Tí er íslendska ferða­vinnan fleirfaldað. Lars Larsen sigur seg vera greiðan yvir stóru avbjóðingina, sum liggur í at lokka eitt útlendskt flogfelag henda­vegin. Men uppgávan eigur ikki at vera ómøgulig. – Tak nú Ryanair sum dømi. Felagið hevur lagt øgiligt trýst á stóru floghavnirnar fyri at fáa prísin niður, ofta við tí úrsliti, at felagið held­ur flýgur til smærri floghavnir. Men við felagnum kemur ein øgilig rúgva av ferðandi. Kanska tað var ein gongd leið fyri Jákup Sverra (Kass, stjóri á Vága Floghavn, red.) at biðið um dispensatión til at stuðla undir ein pioner, sum vildi royna at flúgva uppá Føroyar. Lars Larsen skundar sær at leggja afturat, at í slíkari støðu má Atlants­ flog fáa somu treytir sum kapp­ingar­ neytin. Hann reisir seg frá spísiborðinum og kemur lítla løtu seinni aftur við einum iPad í hondini. – Her sært tú øll flogførini á okk­ara leiðum júst nú. Ein øgilig rúgva, ha? Fingrarnir tykjast vanir við teldilin. Flightradar24 forritið vísir alla flog­ferðslu, meðan hon fer fram. Her síggjast lyklaupplýsingar um hvørt einstakt flogfar. Serliga tjúkt er niðri í Ermarsundi. – Veitst tú av, at hvønn dag fer eitt flogfar úr Stavanger til Houston. Tað hevur pláss fyri okkurt um 150 ferð­ andi, men hevur bara 46 stólar. Tað er til oljuvinnuna. Eftir øllum at døma ein succes. Onkuntíð havi eg fylgt tí á skíggj­anum, tvørtur um Atlants­ havið. Fingrarnir spæla við teldilin, Flightradar24 vísir nú USA. – Har vóru vit fleiri ferðir, sigur Lars og sipar til túrarnar saman við konuni Brynhild. – Ta einu ferðina ringdi eg til dóttrina Maritu, sum tá arbeiddi fyri SAS í Keypmannahavn, og bað hana bíleggja ferðaseðil til USA. Hon spurdi hvar í USA, og eg nevndi fleiri býir upp í slag. Í spølni spurdi hon so, um hon skuldi skriva Honolulu á eis­ini. Aja, segði eg, og soleiði endaðu vit eisini á Hawaii. 16 stopp á ymsum destinatión­um bleiv tað til. Ein fan­ tast­iskur túrur. – Jú, vit ferðaðust nógv. Høvdu møgu­leika til at ferðast bíliga, tí eg var um­boð fyri nógv flogfeløg. Okkum dámdi eisini sera væl Portugal og Spania, sigur Lars og førkar eitt gamalt fotografi eftir borðinum. Ein vøkur ung kvinna í reyðum kjóla, myrkt hár, sólbrún húð. – Her eru vit í Malaga. Spælandi Við árunum er blivið longri millum ferðirnar. Eisini gongutúrarnir á Tórs­ breyt fækkast, men kondi­súkklan í kamarinum verður fram­vegis brúkt dúgliga. Somuleiðis keyboard’ið í stovuni. – Eg keypti tað mest til abbasonin, sum er so musikalskur. Men nú hevur hann fingið damu og barn, so nú er tað mest eg sjálvur, sum siti her og spæli. Tilsamans sjey abbabørn og seks langabbabørn eru nú í familjuni hjá Lars Larsen. Tosið um tónleik flytir tankarnar aftur til Sørvágs undir krígnum. Til tað jólakvøldið, tá hann keypti sína fyrstu violin frá einum breta. – Hermenninir vóru so fullir, at hesin tónleikarin tímdi ikki at spæla fyri teimum meira. Hann bjóðaði mær tí at keypa violinina fyri 16 krón­ ur, og eg tók av. Við tíðini vann harmonikan á violin­ini, sum tó framvegis eigur sítt pláss uppi á loftinum í Grønulíð. Men nú er tað sum nevnt keyboard’ið. – Tað er deiligt at seta seg at tralla við­hvørt, sigur hann smílandi. Tingvarpið er javnan frá heima í stovuni hjá Lars. – Tað er eitt ávíst undirhald í tí, sigur hann skemtandi. Hóast gerandispolitikkur ikki sigur honum so nógv, so fylgir Lars Larsen væl við. Hann fegnast um, at vit hava fingið eitt valdømi, heldur enn sjey. – Nú kanst tú atkvøða frítt, sært tú ein mann, sum tú heldur vera skila­góðan. Heimanifrá var eg fólka­ floks­maður, havi eisini ofta valt sam­bandið, men sosialistur havi eg ongan­tíð verið, sigur hann við tóna­ lagi, ið aftur balanserar millum álvar­ semi og spei. Uppskriftin hjá Lars Larsen til at halda seg í form er at liva sunt, ikki ov nógv feitt, og so nakrar túrar á kondi­ súkkluni. – Og so havi eg ikki smakkað sterkt í eftirhondini nógv ár. Ikki tí at eg havi nakað ímóti tí, men mær dám­ ar einki serligt smakkin av tí meira. Tíðin er farin at renna undan. Lars Larsen hevur lovað at koyra ein abba­ son vestur á flogvøllin. Kanska hann ger eitt rend oman til Sørvágs á vegnum. Og kanska ein túr inn á Hotellið. post@sosialurin.fo  Lars Larsen varð føddur á Tvøroyri í 1927, men flutti sum sjey ára gamal til Sørvágs, har hann vaks upp. Hann var giftur við Brynhild, ættað úr Sørvági, men gjørdist einkjumaður í 2002. Saman eiga tey døturnar Maritu og Anniku, umframt sjey abbabørn og seks langabbabørn. Í 1963 stovn­aði Lars Larsen Flogfelag Føroya saman við Hugo Fjørðoy. Somu­leiðis var bróðurin Ragnvald Larsen við fyrstu árini. Felagið hevði ein av­ger­andi leiklut í at fáa ferðafólkaflúgving til Føroya, felagið umboðaði eina røð av flogfeløgum, hevði ferðaskrivstovur og gistingarhús í Vágum. Lars Larsen seldi alt virksemið á Grækarismessu 2007. Luft undir veingirnar Eftir væl eydnaða royndartúrin á Vestanstevnu í 1962 fór Flugfélag Íslands árið eftir undir regluliga flúgving uppá Føroyar. 23. juli 1963 fleyg Flugfélag Íslands fyrsta regluliga rututúrin millum Vágar, Bergen og Keypmannahavn. Hetta summarið fóru 946 fólk um Vága Floghavn. Árið eftir var talið 2501 fólk, í 1965 fóru 3067 fólk um flogvøllin og so gekk annars skjótt. 7246 fólk í 1966, 11.871 fólk í 1967, 14.438 fólk í 1968 og í 1969 var talið av ferðandi um Vága Floghavn komið upp á 17.665 fólk. Síðstu árini hevur ferða­fólka­ talið í Vága Floghavn sett met á hvørjum ári. Í 2014 ferðaðust 250.287 fólk um floghavnina, seks pro­sent fleiri enn árið fyri. – Tað varð bygt fyrst og fremst til ferðafólkini við flogførunum. Tørv­urin var til staðar, og tað hilnaðist væl, sigur Lars Larsen Mynd: fotostudio / Finnur Justinussen