mikudagur 13. mai 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2015
SOSIALURIN 55
10
HUGLEIÐINGAR
Frits Johannesen
J
a, tað vóru tveir gyltir dagar,
1. mai, dýrabiðidagur, og 2.
mai, leygardagur, í bygdini.
Sólin vísti sítt blíða snýð, og
fólk brosaðu, serliga hornblásararnir.
Hetta vóru dagar í viku. Longu tíðliga
á degi sást hesin mannaskarði
koma inn eftir Dølum við sínum
ljóðførum. Tað skygdi í hesum
stálkyndu instrumentum, tá ið tey
komu upp um Varmakeldueiðið.
Tað var hetta klára, várliga skinið
frá tí himmalsku sólarlokuni, ið gav
endurskin í hvørjum horni, floytu,
klarinett, saxofon, trummum og so
teimum glógvandi eygunum á bæði
eldri og yngri tónleikarum. Hetta var
fimmti ára Musikkstevnan, ið her sá
dagsins ljós.
Í fimmti ár hevur sólin stavað
niður á hesi gløggskygnu fólk og
ljóðføri teirra. Hvørt við sínar náðir,
og tað ljós og tann ljóm, ið hesi fólk
hava borið við sær, er ein náðigáva til
samfelagið í síni heild. Sum Sonni á
Horni, borgarstjóri, nam við í síni talu,
tá ið hann setti stevnuna, leygardagin
2. mai, hvussu lagalig orkesrtrini hava
verið, t.d. um heitt varð á Fuglafjarðar
Hornorkestur at koma at spæla til
okkurt tiltak í bygdini, so søgdu tey
aldri nei. Ja, hvussu ofta trína tey ikki
fram á pallin, hesi orkestur, og geva
ljóð. Hesi fimmti árini, ið eru runnin,
hava tey tulkað manga gleðis- og
sorgarløtu til gleði fyri fólkið á bygd
og í bý, í tign og sóma, landi og fólki
til heiðurs. Hetta er orkestrunum í
kjøtið borið. Tað gleðiliga í hesi gongd
eru eldsálirnar aftan fyri orkestrini,
so væl tey duga at skipa seg. Tað eru
eins og hesari ílegur ganga aftur í
ljóðførunum.. Er tað ein, ið t. d. í eini
familju, sum blæsur horn, so er tað
onkur annar í somu familju, ið tekur
við og treður dansin í sama stevi.
Hetta er so vakurt og dýrdarfult, at
tað sigst ikki frá tí.
Dýribiðidagur 1 mai
Dýrabiðidag vóru tað tey ungu, ið áttu
dagin og løtuna. Jú, sólin speglaði sær í
ljóðførunum inn eftir Dølum, og hetta
endurskin læt so mikið av sær, at tað
helt um sína musikalsku ond bæði í
hond og rond, so henda spegilsmynd
helt sær eisini, meðan spælt varð undir
konsertini. Eyðun á Lakjuni, formaður
í mentanarnevndini, setti stevnuna
henda dag við nýtum orðum. Hann er
eisini musikkskúlaleiðari í Fuglafirði,
so tað lá væl fyri.
Tað var ein fragd fyri eygað og
oyrað at síggja og hoyra hesi ungu
spæla. Tað, sum eygað ikki hevur
sæð, og oyrað ikki hevur hoyrt, rørir
ikki hjartað. Ja, hetta var satt at siga
so hjartanemandi at hoyra teir ungu
og smáu tónleikararnar. Onkur abbi
og onkur omma feldi tár, tá ið hesin
ljómur rakk teirra oyra, meðan eitt
ommu- og abbabarn sat á síni brík og
gav ljóð. Alt, sum vakurt er, lyndrar
sál og likam, so tað rúmliga í tí “tóma
rúminum” festir seg í hesar smáu
sálirnar og lyftir tær upp á eitt hægri
støði bæði í hugsan og verumáta.
Tekur tú fólkaskúlan, sum hevur
sína lóggávu, sínar kunngerðir og sína
lesiætlan, so er hetta minsta mark
fyri at dríva ein skúla at halda seg
til hesa lóggávu. Einki ilt um tað. Ein
skúli hevur eisini, eins og eitt heim,
fleiri óskrivaðar lógir, sum mennir
tey, ið har búleika. Her er tað, at
tær skapandi lærugreinirnar gera
seg galdandi, t. d. tónleikurin, sum
kann lyfta og lætta og fær skúlan
upp á eitt hægri støði. Her eru ongar
Pisakanningar, bert ein natúrlig
tilgongd til tey skapandi evnini,
sum barnið hevur, og fær givið tí ein
vøkstur, sum er eitt lið til ein hugburð,
ið fer at menna tey restina av lívin
um. Sjálvandi kann hetta eisini
gerast í øðrum lærugreinum, men tað
sigur seg sjálvt, at lívga vit ikki um
kreativitetin, t. d. í tónleiki, sortnar
ein uppalandi strongur í okkara
skúla. Lata vit næmingarnar í tey
skapandi evnini, eri eg vísur í, at tey
gerast ofta góðir samfelagsborgarar
og hava fingið ein arv í hesi gongd,
sum tónleikurin hevur latið tey í. At
knýta eina barnasál bert til nakrar
einstáttaðar lógarásetingar ger ikki
skúlan livandi.
Musikkskúlaskipanin hevur
givið okkum eina fjøld av lívgandi,
skapandi løtum, har mong børn hava
funnið sær ein geira at liva í við sínum
skapandi evnum við einum ljóðføri,
sum er teirra sál. Hetta sóu vit t.d.
í Mentanarhúsinum dýrabiðidag,
fríggjadagin 1. mai í ár, har 185 ungar
sálir vóru komnar til bygdina – inn
um Markrá, og sótu so andsborin
og spældu. Hetta var ein dýrdarløta,
sum seint verður gloymd. Henda
fjøld av unglingum sótu eins og ein
sólarskygging, ein endurspegling
av tí glitrandi endurskini, sum var í
ljóðførunum inn eftir Dølum henda
morgun. Vælsignað veri løtan.
Leygardagur 2. mai 2015
Aftur rann hesin dagur upp við
góðveðri, har sólin undan Eystur
skarði (tætt við Borgina) læt seg í eitt
musiskt, musikalskt várligt skrúð,
sum negldi seg fast í líðir og skorar.
Tjøldrini lótu so fagurliga, og aftur
sum í gjár endurspeglaðist hetta
skin í ljóðførunum, sum komu inn
eftir Dølum. Nú vóru tað ikki børn
og unglingar, ið áttu dagin og løtuna,
men tað tilkomna liðið, tey eldru, sum
hava sitið á sínum bekki og givið frá
sær av dýrdarfullum ljómi við sínum
tøkum í barnaárum, í unglingaárum
og mandómsárum, og onkur var
komin til ellisár!!! Er tað ikki vakurt?
Andin lá yvir hesum orkestrum
sum kyllingar á nýslignum teigi ein
summardag. Alt fór upp í eina eind
í hesum lítla, fitta landi ein slíkan
dag sum henda. Tað er eins og ein
skaldakendur ljómur er kring landið.
Fara vit at hyggja at skaldum okkara
í tí farna, so komu mong góð skald av
bygd. Tú kanst byrja við Chr. Matras
av Viðareiði, ja, tú kanst eisini fara út
til Fugloyar og enda sunnast á landi
í Sumba við Pól F. Tað sama kunnu
vit siga um myndlistafólk okkara.
Jú, hetta lítla, fitta landið og snýðið
í elskuligu snøggu bygd okkara,
Fuglafirði, andaði henda dag í einum
skaldakendum, mentanarligum inn-
og útsúgi, sum kemur allari fjøldini
til góðar. Hetta kunnu øll vera samd
um, taka hetta til okkum og vera
glað. Hetta er galdandi fyri alt Føroya
land og eisini tað, sum livir og nørist í
høvuðstaði okkara, Havnini.
So hjálpsamir hesir tónleikararnir
vóru, ja, kærleiksfull fólk, sum rættu
hvørt øðrum eina hjálpandi hond, tá
ið okkurt av orkestrunum manglaðu
ein blásara. Hetta var yndisligt.
Tað er ilt at siga, hvat orkestur var
best, men ein felags dámur lá yvir
orkestrunum, har fraseringarnar
høvdu góð umfør á sínum rund
stokkum. Kanska fall okkurt eyga av
onkuntíð, men hetta lata vit liggja.
Treyðugt so. Tað, sum eisini er vert at
nevna, er, so reint ljómurin í hesum
bólkum tók seg upp. Tað birtist fyri
tær eins og eitt fuglavað á hásumri
á vágni.
Alexandur Kristiansen hevur
títt yrkingina av William Carlos
Williams (1883 – 1963), amerikanskur
rithøvundur- The red Wheelbarrow:
Reyða hjólbøran
So nógv velst
um
eina reyða hjólbøru
glinsandi
av vætu
millum
hvítan
flogfenað
Hetta eru guðagivin orð. Settu
vit orðið orkestur í staðin fyri
hjólbøruna, so fekst tú øll orkestrini,
sum spældu í Mentanarhúsinum,
til eina sólstrálu í millum glinsandi,
einglavovin hvít skýggj. Hetta kom
til sjóndar, tá ið orkestrini eftir
konsertina leygardagin fóru útum og
stóðu í túninum við Mentanarhúsið
og blástu úr Reyðubók, sálmar og
Our Director. Tá hildu fjøllini kring
Fuglafjørð saman hendur, og tey hvítu
skýggini glinsaðu í vætu á vágni og í
ljóðførunum.. og einki eyga var turt.
Takk fái øll tit, sum luttóku á
hesi stevnu, og tit í Fuglafjarðar
hornorkestri, nevndini og tann
ungi orkesturleiðarin, Rúni Hentze,
fyri tykkara dáðfýsnu, lívgevandi
musisku og musikalsku ond, tit góvu
okkum hesar dagar.
Musikkstevnan 2015 í Fuglafirði