mikudagur 13. mai 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2015
SOSIALURIN 55
11
NØVN
Heilsan til Boga og Søren
á teirra silvurbrúdleypsdegi
Sunnudagin 17. mai 2015 eru 25 ár
síðani Bogi Dánialson Davidsen og
Søren Kjær Nielsen gingu saman í
skrásett parlag, sum síðan er umlagt
til hjúnaband. Hetta er ein søguligur
dagur fyri silvurbrúðarparið, men tað
er sanniliga eisini ein søguligur dagur
fyri bæði danir og føroyingar.
Bogi og Søren eru millum heimsins
fyrstu samkyndu hjúnabondini í
nýggjari tíð. Danmark var fyrsta
landið í heiminum, sum 1. oktober
1989, loyvdi samkyndum pørum
at skráseta seg í parlagi. Eigil og
Axel Axgil, ið vóru við til at stovna
danska LGBT felagskapin í 1948,
gjørdust heimsins fyrsta skrásetta
parlag. Sjey mánaðar seinni fylgdi
havnarmaðurin og yvirlæknin, Bogi
Dánialson Davidsen, í teirra fótaspori,
og skrásetti sítt parlag við Søren Kjær
Nielsen, sum er føddur í Nørre-Nebel.
Danska lógin um skrásett parløg
var altíð ein »trøstepræmie« til
samkynd búsitandi í Danmark.
Síðst í áttatiárinum mettu danskir
politikarar ikki, at tíðin var búgvin
til at loyva samkyndum at fáa full
javnrættindi og loyva teimum at
giftast eins og hinkynd. Skrásett
parlag var sostatt ein neyðsemja,
har samkynd ikki fingu heilt somu
rættindi og skyldur, sum hinkynd
hjún. Hetta varð tíbetur broytt í
2012, tá Fólkatingið dagførdi donsku
hjúnabandslógina, so samkynd í dag
eisini kundu giftast á jøvnum føti við
hinkynd.
Bogi og Søren umløgdu sítt skrá
setta parlag til hjúnaband í 2012.
Nú vit heiðra, at 25 ár eru liðin síð
ani Bogi og Søren søgdu ja til hvønn
annan, verður Bogi samstundis fyrsti
føroyingurin, ið hevur møguleika at
halda silvurbrúdleyp við maka av
sama kyni.
Bogi hevur altíð verið ein und
angongumaður. Tað hevur hann
eisini verið í áhaldandi bardaganum
fyri javnrættindum fyri samkynd í
Føroyum. Bogi varð fyrsti móttakarin
av Róland virðislønini frá LGBT Før
oyum. »Ársins Róland« verður latin
til heiðurs um minnið eftir Róland
Samuelsen til móttakara, sum hevur
givið eitt týdningarmikið og lívlangt
íkast til stríðið fyri javnbjóðisrætt
indum millum hinkynd og samkynd
í Føroyum.
Eins og Róland Samuelsen, var
Bogi ein av fyrstu føroyingunum, ið
trein alment fram við síni samkyndu
sannføring. Í áttiti- og nítiárunum
stóð hann á odda fyri at bróta niður
tabuið um samkynd og talaði fyri
politiskum javnrættindum í Føroyum.
Sum yvirlækni í Danmark var hann
eisini við til at veita læknaligan,
sosialan og medmenniskjansligan
stuðul til føroysk samkynd, ið fluttu
niður vegna HIV-sjúkuna, og seinni
ofta lótu lív av eyðkvæmi. Ofta meira
ella minni einsamøll í fremmandum
landi.
Silvurbrúðarparið, sum er burtur
statt á sjálvum silvurbrúdleypsdeg
num, eru báðir nýligani farnir frá
fyri aldur. Bogi sum yvirlækni og
Søren sum samskipari á Københavns
Universitet. Bogi og Søren fara at
njóta komandi árini saman sum hjún
við at reika millum heim teirra í Sorø,
stutt uttanfyri Keypmannahavn, og
summarhúsið í Fraklandi.
Við vøkru orðunum eftir Christian
Matras, ynskir LGBT Føroyar silvur
brúðarparinum alt tað besta í fram
tíðini, og takkar fyri tykkara stóra
og týðandi íkast til at skapa eitt
enn betri og javnrættari samfelag
fyri allar LGBTarar í øllum danska
kongaríkinum.
Vit livdu ár saman
Vit livdu lívið saman
Og gott var at vera menniskja.
LGBT Føroyar, mai 2015
KJAK
Annita á Fríðriksmørk
Grundgevingarnar
fyri at taka rættin frá
borgarstjórum at sita
á Løgtingi, eru, at tað
kunnu koma bland í
kasjettirnar, og at teir
hava ikki tíð at røkja tvey so tíðandi
fulltíðarstørv.
Taka vit fyrru grundgevingina
fyrst, sum sigur, at bland kann
koma í kasjettirnar, so er ivasamt
um borgarstjórar eru í serliga stór
um vanda í so máta! Um ein borgar
stjóri úr einum øki er í vanda fyri
at koma í stríð við egin áhugamál,
hvat so við einum og hvørjum
øðrum borgara t.d. einum vanligum
kommunalpolitikara ella skúlastjóra
ella vinnulívsfólki. Er hetta nakað
serstakt fyri ein borgarstjóra?
Hin grundgevingin sigur, at
fulltíðarsettir borgarstjórar hava
ikki tíð at sita á tingi eisini. Tvey full
tíðarstørv kann ongin klára, verður
sagt. Tað kann tað verða nakað um,
men skulu tey, sum longu eru stjórar
og hava fulltíðarstørv á privata
arbeiðsmarknaðinum, og sum longu
sita á Løgtingi, so ikki eisini siga sítt
privata starv frá sær, meðan tey sita á
tingi. Og ikki at gloyma tey, sum sita
á Fólkatingi, skulu tey so ikki eisini
missa rættin at sita á Løgtingi, um
konsekvensur skal verða í?
Rætt at sita á tingi er rættiliga
prinsipielt, tí tað er ein rættur, sum
fólkið á valdegnum hevur givið
nøkrum útvaldum. Hetta er krúnan
í fólkaræðinum. Hendan rætt gevur
fólkið so onkuntíð eisini onkuntíð
teimum somu, tá talan er um onnur
fólkavald størv, sum til dømis at sita
í kommununi ella á Fólkatingi. Um
fólkið heldur, at onkur er skikkaður
og best egnaður at sita á tveimum
so tíðandi sessum, er tað so í lagi,
at lóggávuvaldið frátekur fólkinum
hendan rætt?
Landsstýrisfólk eru dømi um tey,
sum ikki kunnu sita á tingi. Men hesi
eru nú rættiliga priviligeraði á annan
hátt, tá ið tað kemur til at hava ávirkan
á lógarsmíð, og kemst hetta eisini av
uppbýtinum millum lóggevandi og
útinnandi vald. Í so máta kann tað
forsvarast, at hendan avmarking
er. Men tað er annars ikki óvanligt í
okkara grannalondum, at ministarar
eisini sita í parlamentinum.
At man nú ætlar at hendan eisini
skal røkka út til borgarstjórar, kann
tykjast populistisk, og ein roynd
hjá Fólkaflokkinum at flyta fokus
frá førda politikkinum. Ein kann
eisini freistast at halda, at hetta
er ein fólkafloksroynd at spæla
býráðssamgonguni í Klaksvík eitt
puss. Løgið í øllum førum, at hetta
hugskotið hjá Fólkaflokkinum
poppar upp beint nú, beint eftir,
at borgarstjórin í Klaksvík, har
Fólkaflokkurin er í andstøðu, hevur
boðað frá, at hann ætlar at stilla upp
til Løgtingið eisini. Jógvan Skorheim
kann í øllum førum vantast at
koma at taka rættiliga nógv frá
Fólkaflokkinum har norðuri. Men
sleppur hann nú ikki at sita á tingi,
so er tann vandin jú burtur.
Um valbæri sigur stýrisskipan
okkara, at "Valbærur er hvør, sum
hevur valrætt til løgtingið, uttan
so er, at hann er revsaður fyri gerð,
sum hevur við sær, at hann eftir
almannahugsan ikki er verdugur at
sita á tingi." Havandi hetta í huga, at
ikki onnur enn tey, sum eru revsað,
verða nevnd positivt í lógini hevur
sínar grundgevingar, sum vit mugu
verða varin við at broyta.
Borgarstjóri og Løgtingslimur