mikudagur 13. mai 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. mai 2015
sosialurin 55
12
Próvtøkuangist
tema
Barbara Holm
»Tú skalt bara lata sum um, at tú veit
betur enn lærararnir. Tað gevur tær
eyka sjálvsálit«. Soleiðis segði mín
sera gløggi ensktlærari á Handils
skúlanum við meg fyri nøkrum árum
síðani. Og tí havi eg hildið fast við.
Vit kenna øll til óbehagiligu, trýstu
støðuna tú ert í beint áðrenn tú skalt
inn til munnliga roynd. Hvat um tey
spyrja um hatta evnið, sum eg ikki
ordiliga skilji? Hvat um eg gloymi
alt, sum eg havi fyrireikað meg uppá?
Hvat um eg dumpi?
Spurningarnir og ivamálini kunnu
ofta elva til, at vit gerast ótrygg og
fjálturstungin beint áðrenn vit skulu
inn at vísa okkara kynstur. Og fyri
mítt viðkomandi kann eg so siga, at
tað hevur sum so onga ávirkan, um eg
eri væl fyrireikað ella ikki. Kenslan er
altíð har. Ivin um hvørt eg fari at klára
próvtøkuna, er altíð við mær óansæð
umstøður.
Fyri nøkrum árum síðani, tá ið
eg gekk á Handilsskúlanum í Havn,
greiddi eg mínum yndislærara frá,
at mær dámdi so illa at ganga til
munnligar próvtøkur, tí eg helt tað
vera heldur nervapirrandi. Helst tí,
at eg visti, at óansæð hvussu væl
fyr ireikað eg var,
so vistu lærarar
og próvdómarar
ivaleyst nógv meira
um evnið enn eg.
So hvat kundi eg í
veruleikanum vísa
teimum, sum tey ikki
vistu frammanundan?
Tá segði hon mær, at hon
sjálv altíð plagdi at siga við seg
sjálva áðrenn onkra stóra roynd av
onkrum slag, at "eg dugi hetta betur
enn áskoðararnir, og nú skal eg læra
frá mær so gott eg kann". Eg veit ikki
hví, men júst hasin setningur hevur
fylgt mær síðani. Hvørja ferð eg skal
til próvtøku royni eg at siga mær
sjálvari, at eg havi nakað at bjóða,
óansæð um lærarar og próvdómarar
eru væl betri fyri enn eg í ymsu
fakunum. Men tað hjálpir mær, tí
tað gevur mær ein leiklut at spæla.
Og er tað í veruleikanum ikki júst tað,
sum próvtøka er? Vit skulu spæla ein
leiklut, sum síðani verður vigaður og
mátaður, og at enda fáa vit at vita, um
vit duga nógv væl til at sleppa víðari.
Spurningurin er so hvønn leiklut
tú vilt spæla hesa avgerandi
løtu. Vilt tú vera tann,
sum er tilvitaður um,
at tú ikki dugir og
kanst svara øllum,
ella vilt tú vera
tann, sum setir
prís uppá tínar
egnu førleikar, um
enn teir ikki eru
fullgjørdur? Eg velji
tað seinna. Og um enn
tað bara er ein sjónleikur, ein
leiklutur eg skal spæla eina løtu, so
hjálpir tað mær at hugsa so.
Lat sum
tú veit
betur
Hvat er próvtøkuangist?
Vit kenna øll til kensluna av at hava summarfuglar í búkinum, ella vera
eyka eftirskettin beint uppundir eina próvtøku. Próvtøkuangist er, tá
ið nervarnir í samband við próvtøku gerast ov stórir. Tað serstaka við
einari próvtøku er, at tú skalt vigast og mátast av einum lærarar og
einum próvdómara. Fyri tey flestu er ein ávísur spenningur ella fjáltur
samantvunnin við eina próvtøku, og hetta kann vera ein fyrimunur.
Hetta tí, at ein kensla av spenningi kann økja um tína konsentratión,
og harvið klárar tú betri at tala tína sak. Men fyri nógv lesandi er tað
soleiðis, at fjálturin tekur yvirhond, og tú fært próvtøkuangist.
Størsti munurin millum vanligar nervar og próvtøkuangist er, at tað
fyrra fremur tína konsentratión, meðan tað seinna kann bremsa tær í
støðuni.
Tað er ymiskt frá persóni til persón, hvussu ávirkað tey gerast av
próvtøkuangist. Men um angistin hevur fingið fastatøkur á tær, so
er hon bæði tíðarkrevjandi, møðandi og orkukrevjandi. Hjá summum
ávirkar próvtøkuangist førleikarnar í støðuni, við tí úrslitið, at tann
lesandi fær ikki víst í verki hvat viðkomandi duga.
Tey flestu lesandi, sum stríðast við próvtøkuangist, kenna eisini
til fjáltur og ótryggleika, sum kemur tá tey skulu svara spurningum
frammanfyri flokkinum ella leggja fram fyri størri bólkum. Um angistin
heldur tær frá at luttaka aktivt í flokkinum, so kann tað eisini hava
neiliga ávirkan. Bæði tí tú ikki fært sett teir spurningar tú hevur, og tí tú
nýtir alt ov nógva orku uppá ikki at vera sæddur ella spurdur um nakað.
Próvtøkutíðin stendur fyri framman, og ivaleyst eru tey mong
lesandi, sum í hesum døgum lesa og fyrireika seg til at vísa síni
kynstur í próvtøkuhølunum. Í temasíðunum í Sosialinum hesaferð
seta vit fokus á próvtøkur. Hvat kanst tú gera fyri at gerast betur
til munnligar próvtøkur, og hvørjar forðingar eru á vegnum?
Tú skalt bara
lata sum um, at
tú veit betur enn
lærararnir. Tað
gevur tær eyka
sjálvsálit«
Próvtøkuangist
er ein ógvuliga
uppslítandi støða, tí
bæði kroppur og sinn
vera merkt av tí