Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. mai 2015 sosialurin 55 14 tema Próvtøkuangist Danjal av Rana F ríggjadagin fáa næmingarnir á studentaskúlunum um landið at vita, hvørjum fak­ um tey skulu til próvtøku í. Hetta er samstundis seinasti skúla­ dagur hjá triðju flokkunum, sum nú fáa lestrarfrí fram til próvtøkurnar byrja fyrst í juni. Á studentaskúlanum í Hoydølum bjóðar skúlaleiðslan næmingunum til morgunmat og síðani verður kunn­gjørt, hvørjum evnum próvtøka verður í í ár. Lestrarvegleiðararnir verða eisini til staðar, at ráðgeva teimum, ið hava eitt­hvørt at spyrja um í samband við próv­tøkurnar. Kristianna Mortansdóttir, lestrar­ veg­leiðari í skúlanum í Hoydølum, sig­ur, at tað altíð eru nøkur, sum ven­da sær til lestrarvegleiðingina við spurningum. – Tað kann vera av ymiskum orsøk­um, at tey venda sær til okkara, men tey eru altíð nøkur. Onkur teirra ynskja bara ráðgeving, um hvussu tey fyri­reika seg í best møguligan mun, meðan onnur bera veruligan ótta fyri, hvus­su teimum fer at gangast undir próvtøkunum, greiðir hon frá, Lestrarvegleiðararnir á studenta­ skúla­num skipað tí eisini fyri skeið­ um í at basa próvtøkuótta. – Á hesum skeiðinum royna vit at hjálp­a teimum at slappa av. Vit læra tey um andadrátt og annað, ið kann hjálpa teimum at stilla óttan. Vit tosa nógv um próvtøkurnar, um hvat tær eru og royna, at hála tær niður á gólvið, at greiða frá, at próvtøkan er ikki verðsins endi, ei heldur, um tað skuldi gingið illa, sigur Kristianna Mortans­dóttir. Fríggjadagin fáa næmingarnir sum nevnt at vita, hvørjum teir skulu til próv­tøku í, og Kristianna Mortans­ dótt­ir mælir til, at næmingarnir nýta lestr­ar­frí­tíðina til tað, hon verður givin til, nevni­liga at lesa til próvtøku. – Lestrarfrí verður givið, so næm­ ing­urin fær stundir at lesa til próv­ tøku. Tí er ikki so smart, at átaka sær ey­ka arbeiðstímar í Keypssamtøkuni ella á annan hátt átaka sær meiri á­byrgd enn vanligt, sigur hon. – Tað er týdningarmikið at seta tíð av til at lesa, og geri sær eina realist­ iska lestrarætlan. Ikki hugsa, at tú fyrst skalt venja guitara, so spæla fót­bólt og badminton og so, tá tú ert pøst, seta teg at lesa. Umframt at koma í gongd við les­ ing­ini í góðari tíð, mælir Kristi­anna Mortansdóttir til, at næm­ing­ar­nir seta seg niður at gera eina lestr­ar­ ætla­n og skipað lesingina væl. Hóast næm­ing­arnir skulu lesa ígjøgnum alt til­far­ið, er eisini alneyðugt at fáa nokk av hvíld. – Gerð eina lesiætlan, sum tú megn­ar at halda. Tað er ymiskt frá fólki til fólk, hvussu leingi tey megna at sita og lesa í senn, men minst til at halda ein steðg av og á. Sit ikki ov lein­gi í senn, men ger okkurt annað til tíð­ir. Tað er týdningarmikið at loyva sær ein steðg og so hava góða sam­ vits­ku, meðan tú hevur frí, tí tú veitst, at tú hevur arbeitt væl, meðan tú las, sig­ur hon. Hon minnir á, at tað er týdn­ingar­ mik­ið, at ein er góður við seg sjálvan. Tað merkir, at hóast ein má lesa og ar­beiða væl upp undir próvtøkuna, so má ein taka sær tíð til at taka sær av løtt­um. Serliga má ein syrgja fyri at fáa nokk av svøvni, og ikki sita uppi um næturnar. – Svøvnur er alfa og omega. So ikki sita upp um náttina og les, men far held­ur í song og upp aftur í góðari tíð. Og náttina áðrenn próvtøku er al­neyðugt at fáa ein góðan náttar­ svøvn. Tað nyttar lítið at møta til próv­tøku, um tú einans hevur sovið nakr­ar fáar tímar ta náttina, sigur Krist­i­anna Mortansdóttir. Kristianna Mortansdóttir minnir á, at lestrarvegleiðingin á skúlanum hev­ur opið hvønn dag líka til summ­ ar­frí­tíð­ina, og har stendur øllum næm­ing­unum í boði at koma framvið og fáa hjálp at gera eina lestrarætlan. danjal@sos.fo Hóast tað er týdningarmikið at nýta lestrarfrítíðina til lestur, er eisini týdningarmikið at taka sær av løttum, tá tú hevur frí, sigur Kristianna Mortansdóttir, lestrarvegleiðari Svøvnurin er alfa og omega