mikudagur 13. mai 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. mai 2015
sosialurin 55
15
Eingin vegur
uttan um
fyrireiking
Danjal av Rana
A
lt er vekk! Tú hevur
lisið søgu í trý ár á
universitetinum. Áðr
enn tað hevði tú søgu
í trý ár á studentaskúlanum og
níggju ár í fólkaskúlanum. Men
nú, tá tær veruliga tørvar tað,
er alt burtur. Klokkan gongur,
tankarnir mala, men arkið er enn
tómt. Líka tómt sum minnið.
Royndir kunnu vera ein sera
stressandi uppliving hjá mongum.
Skriviblokering, tá tað gerst
ógjørligt at festa hugsanirnar
niður á blað, rakar mong. Brádliga
minnist ein einki av tí, ein dugdi
so væl kvøldið fyri, og allur kunn
skapurin, ein hevur trýst inn í
høvdið seinastu vikurnar (tí hvør
hevur fyri vana at fyrireika seg í
góðari tíð?) er horvin sum døgg
fyri sól.
Tíverri er eingin betri háttur at
fáa eitt gott úrslit til royndirnar
enn at fyrireika seg væl. Og tað
merkir í høvuðsheitum at fyri
reika seg í góðari tíð.
Byrja við at lesa námsætlanina
fyri fakið. Í henni stendur, hvat
ætlanin er, at tú skalt duga, tá árið
er av. Hetta er tað týdningarmesta
í evninum og sannlíkt er, at spurt
verður um okkurt av hesum til
endaligu royndina.
Tá tú lesur og fyrireikar teg til
royndir, minst til at leggja nakrar
steðgir inn í fyrireikingina. Ger
eina avtalu við teg sjálvan um, at
tú lesur í trý korter, og so hevur tú
ein steðg í eitt korter, ella okkurt
líknandi. Minst til at drekka vatn
og kanska eta eitt sindur av frukt
ella nøtum í steðgunum.
Finn tær eitt gott stað at lesa.
Eitt stað, har tú situr væl og sjálv
ur hevur ta fatan, at tú fært nógv
burtur úr, tá tú situr har. Tað
týdningarmesta er, at tú fært frið
at sita og arbeiða.
Fá fatur í gomlum eksamens
uppgávum og arbeið ígjøgnum
tær. Hetta gevur tær eitt yvirlit
yvir, hvat vanliga verður spurt
um, og hjálpir tær at fáa yvirlit
yvir, hvat tú dugir, og hvar tær
tørvar at arbeiða meiri við.
Onkuntíð siga heilin og lika
mið, at nú er nokk. Tak tær tá
ein steðg. Kanska tær tørvar ein
powernap á sofuni, men minst
til at seta vekkaran. Kanska ein
rennitúrur er tað, sum skal til, fyri
at fáa høvdið at klárna aftur, eitt
sindur av frískari luft.
Einki er so gott, sum at byr
ja fyrireikingarnar í góðari tíð.
Hetta gevur tær eisini møguleik
an, at endurtaka tað, tú hevur
lisið, lesa niðurskrivaðu viðmerk
ingarnar og stikkorðini einaferð
aftur at, og á hendan hátt fáa
flutt kunnskapin úr stutttíðar
minninum yvir í langtíðarminni.
Haðani er kunnskapurin lættari
at fiska fram, tá á stendur undir
próvtøkuni.
Tað kemst tí ikki uttan um, at
tað eru fyrireikingarnar, sum gera
munin. Tað besta er sjálvandi at
hava havt góðar lesivanar alla
lestrartíðina, so tað, tú las fyrsta
árið á studentaskúlanum situr
eins fast og tað, tú las seinasta
lestrarhálvár. Próvtalið skal í
síðsta enda endurspegla tað, tú
dugir um evnið eftir øll hesi ár,
ikki tað, sum tú megnar at minn
ast frá í gjárkvøldið.
Ella sum ein eldri maður í sam
komuni plagdi at spyrja okkum
ungu: Torir tú, at biðja Gud geva
tær eitt rættvíst próvtal, heldur
enn eitt gott próvtal?
Próvtøkurnar nærkast og fríggja
dagin fáa nógvir miðnámsskúla
næmingar lestrarfrí. Nú er ikki
at spilla eyka frítíðina burt
ur, men at koma væl í gongd
við lesingini beinanvegin