mikudagur 13. mai 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. mai 2015
sosialurin 55
16
tema Próvtøkuangist
Hvussu fyrireikar tú teg til próvtøkur?
– Eg lesi til lærara á námsvísindadeildini,og
eg byrjaði í august í fjør. Lesturin tekur
tilsamans 4 ár, og er skipaður í tveimum
stigum. Fyrst ein 3 ára b.e.d ( Bachelor of
education ), síðani eitt fjórða lestrarár, ið
gevur yrkisførleika til lærara. Í ár ogna vit
okkum vitan, sum øllum tørvar, ið arbeiða
við menniskjum og teirra menning. Eisini
fáa vit grundleggjandi sálarfrøðiligu, náms
frøðiligu og didaktisku vitanina og amboð
ini, vit fara at brúka alt yrkislívið í fólka
skúlanum.
Tað er sera krevjandi og vit hava nógv at
lesa, men tað er eisini sera áhugavert. Eg
havi longu verið til 6 próvtøkur, og allar hava
gingið gott.
Tveir tær fyrstu vóru einstaklingaroyndir og
hinar vóru í bólki. Vit arbeiða nógv í bólkum,
so próvtøkufyrireikingin fer so sjálvandi
fram í bólki, har vit skriva og lesa saman.
Lurti nógv eftir góðum tónleiki, og eg renni
eisini langar túrar fyri at koma burtur frá
øllum eina løtu. Tó brúki eg eisini renningina
til hugskot og at samla tankarnar. Tá eg skal
upp einsamallur, havi als onga ætlan, og sum
oftast lati eg alt liggja til í síðstu løtu. Tað
er faktist tað reina kaos, men tað plagar at
ganga.
Hvussu vilt tú lýsa løtuna áðrenn tú
skalt inn til munnliga próvtøku?
Eg eri altíð spentur áðrenn eina próvtøku.
Um eg havi fyrireikað meg nóg væl, so havi
eg tað sum oftast gott, men eri spentur.
Hugsi tó sera nógv um hvat tey fara at spyrja
um, men tað plagar altíð at ganga væl. Tá eg
gekk á miðnámsskúla svav eg ikki náttina
áðrenn, og var sera bangin. Tað er tó burtur
nú. Tað er so býtt at ganga bangin. Sum eg
plagi at siga: Ger títt besta, so kanst tú ikki
gera mær.
Bogi Højgaard
»Eg eri altíð spentur
áðrenn eina próvtøku«
Her eru 10 góð ráð til
hvussu tú fyrireikar teg
til endaligu royndirnar
1. Byrja fyrireikingarnar í góðari tíð. Ikki bíða við at lesa til í síðstu løtu.
2. Tað hjálpir ikki at stressa. Miðsavna teg um at lesa, at fáa yvirlit yvir
evnið og skriva stikkorð.
3. Tú skalt duga tær longu linjurnar í pensum og vísa, at tú hevur skilt tað
týdningarmesta um evnið.
4. Fært tú skriviblokering, er best at hugsa um okkurt heilt annað eina
løtu.
5. Royn og greið vinum, kenningum og familju frá um evnið, tú lesur.
6. Tak tær steðg av og á. Tað er týdningarmikið at lata heilan hvíla.
7. Gagnnýt tíðina best møguligt. Byrja við at skriva stikkorð og ger eitt
yvirlit yvir uppgávuna, tú ætlar tær at skriva. Royn og ger eina meting
av, hvussu nógva tíð tú kanst loyva tær til hvønn part.
8. Skrivið rætt. Ein uppgáva full í stavivillum og óneyvum orðingum, er
torførari at skilja og dregur heildarfatanina av uppgávuni niður.
9. Hugsa um uppsetingina. Tað er týdningarmikið, at skil er á uppgávuni.
Tú verður spurdur nakrar ávísar spurningar. Minst til at svara øllum
spurningunum.
10. Et frukt og drekk vatn. Tað er týdningarmikið at halda blóðsukrinum
uppi, eins og tá tú venur ítrótt.
Fyrra dagin:
Í skúlanum
1. Ger tær greitt, hvat slag av roynd, talan
er um. Er hon munnlig ella skrivlig? Er tað
stílur ella støddfrøði?
2. Spyr lærararn, um hann hevur gjørt eitt
fyrireikingarark.
3. Royn og finn ein lesivin og ger eina avtalu
um at møtast í annaðkvøld.
4. Tak bøkur, notatir, gamlar royndir, upp
gávur og ørk, lærarin hevur givið tykkum,
við tær heim.
Heima
1. Skipa notatir tínar. Skriva tær av nýggjum,
so tær eru lættar at lesa. Skipa ørkini frá
læraranum eftir dagfesting. Skriva niður,
um okkurt er, sum tú ikki hevur fingið.
2. Les gjøgnum tað, tú hevur. Hygg at
fyrireikingararkinum og legg til merkis,
hvat verður kravt, at tú dugir. Les ígjøgnum
gamlar uppgávur, royndir og notatir.
Skimma ígjøgnum bøkurnar og les tey brot,
tú ikki skilti.
Annan dagin:
Í skúlanum
1. Spyr læraran um tað, tú enn ikki hevur
skilt. Bið um tey pappír, tú ikki hevur fingið.
2. Lærarar endurtaka ofta týdningar
miklastu evnini, seinasta dagin undan
royndini. Fylg væl við og skriva niður alt
tað, tú ikki hevur lisið um kvøldið fyri. Um
lærarin nevnir tað í dag – so verður tað heilt
vist í royndini.
3. Vátta avtaluna við lesivinin.
Heima
1. Set vekkaran at ringja um 45 minuttir, og
royn so at læra tað uttan at, sum stendur
á fyrireikingararkinum. Tak ein steðg í
5 minuttir, og halt so áfram í 45 minuttir
aftur. Endurtak hetta, inntil lesivinurin
kemur.
2. Tá lesivinurin kemur, skiftist so
um at spyrja hvønn annan møguligar
próvspurningar, gjarna frá gomlum
próvtøkum. Báðir mugu spyrja og svara,
fyri at báðir skulu læra sum best.
Latst tú
bøkurnar
liggja ov
leingi?
Dagarnir eru farnir, royndin er longu um
tríggjar dagar, og bøkurnar, sum tú hevði
heim við síðsta skúladag, liggja enn í
skúlataskuni. Tú komst ongantíð so langt
sum at lesa til royndina. Hvat gerst tú so?
Á internetinum er svar upp á alt, og sjálvandi
hevur onkur eisini gjørt eina hjálp til tín, ið einans
hevur tveir dagar at fyrireika teg til royndina.