mikudagur 13. mai 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. mai 2015
sosialurin 55
17
Hvussu fyrireikar tú teg til próvtøkur?
– Eg havi einki til vana sum so. Royni bara
sum frægast at lesa tilfarið og dúva upp á
tað, eg veit. Munnligar próvtøkur kunnu
vera so tilvildarligar. Minnist, tá eg hevði
terpað heimssøgu á Fróðskaparsetrinum í
fýra mánaðir. Alt frá fronsku kollveltingini
til dagin í dag. Alt frá Afrika og evropeiskari
imperialismu til tíðina eftir kríggið og
globaliseringina. Kendi meg kláran og ætlaði
mær toppkarakter, men noyddist at skriða
mær í nakkanum, tá eg skuldi upp í totalt
mest ósexuta evninum, tjóðskaparrørsluni
í Asia. Har sat eg og trilvaði eftir orðunum
og nevndi okkurt hissini um onkran Taro
Katsura. Erling Isholm kvitteraði við at geva
mær 4. Hatta eru spælireglurnar.
Hvussu vil tú lýsa løtuna, áðrenn
tú skal inn til próvtøku?
– Eg hevði stór sveiggj í próvtølunum í
Hoydølum. Sumt dugdi eg, annað var eg púra
høpisleysur til. Eg ásannaði tá, at próvtalið
í evnafrøði staðfestir ikki, um vit trívast í
mótgongd, um vit eru skítbýtt, arrogant og
sjálvfeit, ella um vit hava virðing fyri øðrum
sjónarmiðum enn okkara egnu. Próvtalið
staðfestir heldur ikki, um vit eru ágrýtin
og hjálpsom. Tá eg fekk staðfest, at lívið
stendur og fellur ikki við, um vit fáa 00 ella
12 í læruni um Hippasos frá Metapontum,
um vit dumpa í týskari mállæru ella duga
búskaparfrøðina hjá Piketty uttanat, tá varð
eisini lættari at fara til próvtøku. Gamaní,
góð próvtøl lata hurðar upp til ávísar
útbúgvingar. Men arbeiðsmarknaðurin
skrálar ikki eftir teimum, sum fáa 12.
Arbeiðsmarknaðurin vil hava kreativ og
eldhuga fólk, sum hava dirvið at bróta upp
úr nýggjum. Tak teg ikki so hátíðarliga,
og løtan áðrenn próvtøkuna
verður ikki ræðandi. Tak tað
róligt, tí tað er fullkomiliga í
lagi ikki at vera toppskorari í
øllum. Tað loysir seg at gera
tað, sum tú brennur fyri.
Próvtølini eru ikki avgerandi
fyri at koma sær fram.
Hvussu fyrireikar tú teg til próvtøkur?
– Nu eri eg júst byrjað uppá nýggja
útbúgving í februar í ár, so eg havi
enn bara verid til eina próvtøku.
Men generelt royni eg at fylgja
rímiliga væl við og møta væl
upp alt árið, so at eg ikki siti
vid øllum stríðnum eina viku
áðrenn, og alt tískil kennist
fullkomiliga vónleyst. Eg eri
ikki typan, sum geri mær eina ætlan at lesa
so og so nógvar tímar um dagin, tí eg veit av
royndum, at hetta ongantíð heldur hja mær.
Eg skifti ímillum at lesa upp til próvtøku um
morgnar og um kvøldið, og heima hja mær
sjálvari ella á skúla/bókasavni. So kemur
eitt sindur av variatón í. Eg plagi at strika
undir vigtigar setningar og brot við litpenni
og eitt nú skriva nøkur stikkorð niður í
sjálva bókina/tekstin, so tad er lætt at finna
gullkornini fram aftur. Havi eisini altíd havt
eina reglu um, at ikki lesa kvøldið fyri eina
próvtøku – tá slappi eg av, bíleggi mær eina
pizza og hyggi eftir einum góðum filmi. So
sleppur man tonkunum eina løtu, og eg
merki at »stoffið« sodnar betur.
Hvussu vilt tú lýsa løtuna áðrenn tú
skalt inn til munnliga próvtøku?
– Eg eri vanliga ikki serliga nervøs til próv
tøkur. Eg plagi at sita í bíðihølinum við
tónleiki í oyrunum og einum kaffimunni.
Tad kann ljóða fjákut, men um eg skal upp
til próvtøku, har tosað verður enskt, so plagi
eg at lurta eftir enskum tónleiki, og um tað
er danskt, so lurti eg eftir donskum sangum.
Eg syngi jú altíð við innantanna, so upp á
ein máta fyrireiki eg meg, at orða meg væl á
øðrum máli enn føroyskum.
Hvussu fyrireikar tú teg til próvtøkur?
– Eg syrgi altíð fyri at hava eina nágreiniliga
ætlan yvir hvat eg skal lesa ella skriva, og
eisini nær eg lesi tekstir ella skrivi ein ávísan
part av eini uppgávu, og so royni eg so vítt
møguligt at fylgja ætlanini. Hetta ger, at
eg við vissu komi ígjøgnum tað, sum eg
skal, og eisini, at eg veit, nær eg havi frí. Í
próvtøkutíðum siti eg aloftast á KUA, so eg
fái ein skipaðan gerðandisdag og ofta saman
við onkrum, so vit kunnu hava steðgir saman
– tað ger tað eitt sindur hugaligari
og so dámar mær eisini væl, at
provtøkufyrireikingarnar
ikki koma heim við.
Hvussu vilt tú lýsa
løtuna áðrenn
tú skalt inn til
munnliga próvtøku?
– Løtan áðrenn
munnliga próvtøku er
altíð eitt sindur nerva
pirrandi. Fyri meg er tað
tó aloftast soleiðis, at eg veit,
at eg havi gjørt mítt til fyri, at eg
nokk skal klára meg og tað sissar meg.
Annars royni eg at hugsa jaligt og minka
um kroppsligan ampa, sum ein fær av
nervøsiteti.
Tað geri eg eitt nú við at
røra meg, meðan eg bíði, at
gera ymiskar andadráttarvenjingar
og sleppa mær undan nervøsum práti við
onnur lesandi, ið eisini bíða eftir at sleppa til
próvtøku.
Hvussu fyrireikar tú teg til próvtøkur?
– Tað veldst um lærugreinina, men ofta
kann tað lýsast sum organiserað kaos. Eg
eri púra býttur, tá tað kemur til deadlines.
Mín fyrireiking fer í gongd, tá tað byrjar at
kitla í búkinum. Og jú størri uppgávan er, jú
størri kick. Hinvegin royni eg altíð at hava
eitt hampuligt yvirlit gjøgnum skúlaárið,
so mann ikki stendur heilt á berum, tá
próvtøkur nærkast. Tað er eisini sunt at
raðfesta fak eftir tínum egna áhuga. Tað
kemur mann longst við.
Hvussu vilt tú lýsa løtuna áðrenn tú
skalt inn til munnliga próvtøku?
– Tað er altíð ein bardagi at hava tamarhald
á tankunum áðrenn próvtøku. Men – sum
tað ivaleyst er í næstan øllum lívsins
viðurskiftum – so er løtan treytað av, hvussu
tú hevur fyrireikað teg. Um tú ikki brúkar
eina løtu áðrenn próvtøkuna at samla
tankarnar, so er torført at avrika væl. Og so
havi eg funnið útav, at tað riggar at drekka
kaffi!
barbara@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
Hanna Smith Clementsen
Carol Symphor
Bjarni Arge
»Erling Isholm kvitteraði
við at geva mær 4«
»Lesi ikki kvøldið fyri eina
próvtøku – tá slappi eg av«
»Royni at hugsa jaligt og
minka um kroppsligan ampa«
»Eg havi funnið útav,
at tað riggar at drekka kaffi«
Størsti munurin
millum vanligar nervar
og próvtøkuangist er,
at tað fyrra fremur tína
konsentratión, meðan tað
seinna kann bremsa
tær í støðuni
Tey flestu
lesandi, sum
stríðast við próv
tøkuangist, kenna
eisini til fjáltur og
ótryggleika