mikudagur 13. mai 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2015
SOSIALURIN 55
18
KJAK
KLUMMAN
Vandamikið
»skemt«
E
g bleiv rættiliga kløkk, tá eg hoyrdi at
Mentamálaráðið bara gav skúlaleiðara
eina ávaring fyri at hava skrivað »I’m
in« sum svar til mann á Facebook, ið við
neyðtøkubussi, sum hann kallaði tað, ætlaði sær at
ræna sjónvarpsvert.
Bara tað at man troystar sær at skemta við einum
neyðtøkubussi, sum uttan iva var inspirerað av
ræðuligu hendingini í India, har kvinna varð
hópneyðtikin og so illa viðfarin, at lív hennara ikki
stóð til at bjarga, er so langt uttan fyri normala
tankagongd, at eg øtist.
Hendingin í India skelkaði tjóðina og í vikur aftaná
fóru kvinnur og menn út í gøturnar at mótmæla
og gera vart við ringu støðuna hjá kvinnum har í
landinum.
Sjálvsagt eigur tú at kunna siga nógv, áðrenn tað
fær persónligar avleiðingar. Tíbetur vita tey flestu,
hvar markið gongur. So hasi orðini ikki eiga at
verða told, og hóast eg ikki veit, hvat løgfrøðin
sigur, so er tað í mínum hugaheimi so langt úti, at
ein varaskúlaleiðari skrivar slíkt, at tað rópar til
himmals. Hvat er hansara trúvirði eftir ávaringina?
Eitt evni, sum eg onkuntíð havi skrivað um, er
happing í skúlanum. Og happing í fólkaskúlanum er
eisini aktuell, tí kanning av støðuni júst er almanna
kunngjørd. Niðurstøðan er ikki hugalig. Nógv
happing fer fram, tíverri.
Happing kann eisini vera vegna kyn. Tí er neyðugt,
at skúlin er sína uppgávu vaksin. Men tá arbeiðs
gevarin hjá lærara, sum spreiðir út boðskap og
skemtar um harðskap og kvinnuhatur, bara sigur:
»Hatta mást tú ikki gera aftur«, so verði eg eitt
sindur syrgin. Tí lærarin er tann, sum happað børn
og foreldur teirra seta sítt álit á í tungum løtum.
Tí eru slíkar ljótar og tápuligar viðmerkingar so
niðurbrótandi fyri álitið. Og ótrúliga ring fyrimynd.
Eg vænti tó, at tað góða spyrst burtur úr hasum
málinum, at fólk flest verða uppaftur meira tilvitað
um, hvussu neyðugt tað er at vanda sær um orðini.
Albert Isfeld
Vit høvdu lagt
frá havnar kaj
og fóru skúm
andi
oman
g j ø g n u m
Nólsoyarfjørð,
eg hevði júst sett meg niðar,
tá tað ljóðar úr hátalaranum:
Túrurin um Suðuroyarfjørð
tekur 2 tímar. Eg sprakk upp,
helt eg var á skeivari leið, og
hugdi út gjøgnum kúgveyga
– nei har var onki galið har lá
hon – Nólsoyggin, í bakborð,
so mjá og vøkur í fullum har
monii við seg sjálva eins og
kvinna, og í stýriborð stingur
Glyvursnes seg við kloyvdari
nøs út í fjørðin – alt er sum
tað skal.
Men, men, í hátalaranum
eri eg á veg um Suðuroyarfjørð
og um so var, skuldi eg lent á
Lítlu Dímun ella í besta fall á
Stóru Dímun, um eg nú sigldi
um Suðuroyarfjørð við fráferð
úr Suðuroy, sum tað ljóðaði,
men tað var eg ikki.
Men eg eri, sambært upp
lýsingum frá hægsta stað, á
veg um Suðuroyarfjørð og
leiðin her tekur 2 tímar, á den
fjørður, á den leið.
Sjálvandi eri eg ikki á
veg um Suðuroyarfjørð – eg
skal til Suðriar, nevniliga
til Tvøroyrar, og tað tekur 2
tímar, tí vit skulu fyrst sigla
Nólsoyarfjørð og síðani Skop
unarfjørð, Dímunarfjørð og
seinast Suðuroyarfjørð, men
hetta er púra óviðkomandi
fyri tann ferðandi, tí vit skulu
til Tvøroyrar ella hinvegin til
Havnar.
Hetta er ikki skriva sum
ábreiðsla, men bert fyri at
siga frá, at tað er av størsta
týdningi, at ferðafólkini fáa
so rættar upplýsingar sum til
ber frá teimum, sum varða av
rutuni.
Vit mugu eisini vita, at
fólk sum ferðast, eru ikki
altíð staðkend – eru ofta út
lendingar ella fólk, sum ikki
gáa um hvussu fjarðir, gjáir,
hamrar og fjøll og onnur stað
arnøvn eita har tey ferðast, tí
tey skulu jú bert frá einum
stað til eitt annað, og tey stað
arnøvnini kenna tey av góðum
grundum.
Sjálvandi fáa tit hetta í
rættlag.
Øll góð ynskir fyri fram
haldandi sigling.
Við takk fyri mangan góðan
túrin.
Ver við í kjakinum!
Send teldupost til post@sosialurin.fo
Meiningar og kjak
Simona
Weihe
Túrurin um Suðuroyarfjørð
tekur tveir tímar!!!
Hví ikki siga sum er
KJAK
Johan Mortensen
Í farnu viku
skrivaði
eg
eitt bræv um
ætlaðu
út
byggingina av
Tórshavnar
Havn.
Tað er mín demokratiski
rættur sum borgari í Tórshavn
at hava eina meining um hvat
fer fram í Tórshavn. Eg grund
gav sakligt og reiðiligt fyri at
ongar vinnuligar fortreytir
eru/verða fyri at úbyggja
Tórshavnar Havn so nógv, at
Skansin og vakra økið Yviri
við Strond verður oyðilagt. Eg
fekk sera nógvar konstruktivar
og positivar afturmeldingar frá
intelligentum fólki kring alt
landið; føroyingar sum hava
tokka til okkara allra Høvuðs
stað
Í aftursvarinum frá Heðini
Mortensen staðfestir hann,
at eg havi rætt í øllum sum eg
skrivaði, at: Tær stóru góðs
mongdirnar frá Bakkafrost,
Luna, Pelagos, Varðanum og
Norðoyggjum fara framyvir
IKKI at koma til Tórshavn !
Heðin Mortensen skrivar at
almenni geirin fer at minka
í Tórshavn og tað er mentan,
ferðamannavinna, innovation
og service sum skal verða álitið
framyvir ! Løgið at tað krevst
ein havn á stødd við hana í
New York fyri at avskipa okk
ara mentan.
Aftursvarið frá Heðin Mort
ensen er annars ófantaligt og
óverdugt fyri ein borgmeistara.
Heðin Mortensen jublar
yvir at eg ikki varð valdur til
Býráði ! Kortini hevur borið
mær til at gera ymiskt Havnini
at frama, og skal eg bara nevna
tónleikakappingina Stella
Polaris, sum eg eigi hugskotið
til. Stella Polaris er ambitiøsa
kappingin, sum mennir alt
føroyska tónleikastøði, ikki
minst í Torshavn har vit
eiga so nógv gávurík ungfólk
og góðar lærarar og har tað
enn onki røkist fyri nýggjum
Musikkskúla til teirra; ein fín
raðfesting av mentanini má
sigast !
Palli Gregoriussen, okkara
frægi arkitektur, hevur í
leygardags Dimmu eina
sera áhugaverda grein um
Skansætlanina, sum eg heiti á
øll um at lesa. Royndirnar og
vitanin hjá Palla Gregoriussen
eiga at viga tyngri enn tær hjá
einari danskari ráðgevingar-
fyritøku.
Skansin, enn einaferð