mikudagur 13. mai 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2015
SOSIALURIN 55
19
TÍÐARGREIN
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Við talufrælsi
kemur ábyrgd
Í
Sosialinum sigur ein av
monnunum, at hann er ein
trollari (tað er ein provokatør),
og at tað vita øll, ið kenna hann.
Hetta um neyðtøkuna var ikki sagt í
álvara, hann var bara irriteraður inn
á tíðindaleiðaran.
Júst hetta úttalilsið sigur sera nógv
um grundleggjandi trupulleikan við
talifrælsinum. Við frælsinum kemur
nemiliga ábyrgd, og frælsið krevur, at
tú hevur høvdið við.
Hesin trollari hevði ikki høvdið
við, tá hann skrivaði um at finna sín
neyðtøkubuss fram - og tað høvdu
hansara vinmenn heldur ikki. Teir
brúktu ikki sítt frælsi ábyrgdarfult.
Á Facebook lesa ikki bara tey við, ið
kenna hann. Sjálvt offrið las við, eins
og aðrar kvinnur, ið hava upplivað
neyðtøku lósu við, og møguliga eisini
aðrir potentiellir neyðtøkumenn,
ið ikki skilja, at hetta bara var ein
provokatión.
Á Facebook hava øll fingið eina
rødd, og hendan røddin verður hoyrd
av sera nógvum, Facebook er ikki
privat. Jú gamaní, tú kanst gera tínar
innstillingar privatar, so ikki øll síggja
alt, men tað er eingin trygd fyri, at øll,
ið lesa tað, ið tú skrivar, skilja hvat er
provokatiónir og hvat er álvari.
33.000 føroyingar eru á Facebook
og av hesum brúka upp til 28.000
Facebook dagliga. Eingin siðbundin
miðil er so sterkur og røkkur til
so nógv fólk, sum Facebook ger.
Men eingin siðbundin føroyskur
miðil krevur so lítið av sínum
teksthøvundum, sum Facebook. Øll
kunnu skriva nærum alt á Facebook.
Er talan um sera ringar fúlheitir, ber
til at kæra tað, og kæra nóg nógv,
verður tað tikið burtur.
Kjakið á Facebook ber í stóran
mun brá av, at hetta er túnatos,
tónin er lættur og øll kunnu vera við,
stavillur og slagvillur hava ongan
týdning. Hetta ger tað trupult at
skyna á hesum og so eini vanligari
samrøðu millum vinir. Men munurin
er, at hetta er skrivligt, trupult er at
lesa tónalag, og so lesur eisini allur
heimurin við. Og ikki allur heimurin
kennir tín humor.
Tá eg byrjaði at skriva mína ser
ritgerð á Samskiftisdeildini á Roskilde
Universitetscenter um aldarskiftið,
var tann víðkaða demokratiseringin
av almenna kjakinum, ið internetið
hevði við sær, eitt av fokusøkjunum.
Miðlar høvdu ikki longur einkar
rætt til almenna kjakið. Nú kundu
fyritøkur, feløg og onnur gera sær
egnar heimasíður og geva sítt íkast
til tíðindini, ið siðbundnu miðlarnir
bóru. Hetta varð sætt sum sera gott.
Kjaksíður lótu upp fyri almenna
kjakinum, og privatpersónar kundu
úttala seg um líkt og ólíkt, ofta dul
nevnt. Í Føroyum hevði tað við sær,
at Dimmalætting, ið átti kjak.fo, ið
var størsta føroyska kjaksíðan, valdi
at sløkkja síðuna, tá brúkarar igno
reraðu eitt fútaforboð, ið var lagt móti
eini avís í sambandi við eina søgu.
Men alt hetta var áðrenn Face
book, tí Facebook broytti alt. Nú
fingu allir føroyingar møguleika at
fáa eina almenna rødd, ið umframt
at vera almenn, eisini varð hoyrd av
einum stórum skara. Tað munnu vera
fá lond við so stórum prosentparti
av sínum íbúgvum á Facebook, sum
í Føroyum.
Okkara løgmaður og aðrir politik
arar bæði í andstøðu og samgongu
eru dagliga á Facebook, og hetta hevur
broytt fjarstøðuna til valdsapparatið.
Løgmaður fer út í beinleiðis kjak
við vanligar borgarar og viðgerð sín
politikk í kjaki bæði við mótstøðufólk
og viðhaldsfólk.
Tíðindamiðlar loyva eisini kjaki
undir sínum greinum. Hetta hevði
til dømis við sær rasistiska skriving
í samband við kjakið um flóttafólk.
Útsagnir, ið vanliga høvdu verið
hildnar undir fýra eygum, ella sum
als ikki høvdu verið sagdar, gjørdust
knappiliga partar av einum østum
kjaki, ið legði bera eina ódámliga
muru. Eina muru, ið var har framman
undan, men sum sett á skrift er nógv
meira sjónlig, enn áður.
Málið um túnatosið hjá nøkrum
politiskt fornermaðum monnum
um at revsa tíðindaleiðaran í Kring
varpinum, er bara nýggjasta dømið.
Men hetta hevur havt eitt sera týdn
ingarmikið kjak við sær um ábyrgd
og avleiðingar. Hetta kjakið um kjaki
er neyðugt, og er vónandi við til at
lyfta støðið á almenna kjakinum
sum heild.
Niels Uni Dam
cand. comm
TÍÐARGREIN
Føroyskur kjaksiður er í andglettinum. Nakrir mans hava, við sínum sera illa
valdu orðum um at hópneyðtøka tíðindaleiðaran í Kringvarpinum, megnað at
sett fokus á veikleikan við tí talifrælsi, ið Facebook hevur givið okkum