mikudagur 13. mai 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. mai 2015
sosialurin 55
20
grindadráp
Sea Shepherd herðir grindakríggið
ímóti føroyingum og umframt fólk á
landi, skulu stór skip á sjónum nú verða
við í stríðnum ímóti føroyingum
Eyðun Klakstein
S
ea Shepherd fer í summar
at brúka størri skip í grinda
stríðnum ímóti føroyingum.
Týsmorgunin boðaði
felagsskapurin frá, at nýggj herferð
ímóti grindadrápinum í Føroyum
byrjar hálvan juni, og hesaferð verður
átakið á sjónum munandi styrkt.
Skipini Bob Barker og Sam
Simon, sum annars hava verið við í
herferðum í suðurhøvum, koma nú
til Føroya at verða við í royndini at
steðga grindadrápi. Eisini verður
Brigitte Bardot, sum áður hevur verið
í føroyskum sjógvi, við í herferðini í
summar.
Hetta er sættu ferð, at Sea
Shepherd kemur til Føroya, men
ongantíð áður hevur felagsskapurin
havt slíka styrki á sjónum, sum tey
fara at hava í summar.
Herferðin hjá Sea Shepherd gong
ur hesaferð undir navninum »Sleppið
grindini«, og ætlanin er, at hon skal
varða frá 14. juni og út í oktober
mánað.
Fólk úr øllum heim
inum verða við í herferð
ini, sum bæði umfatar
fólk á landi, og skip og
fólk á sjónum.
Hollendingur
skal leiða stríðið
Alex Cornelissen, sum er ættaður av
bygd í Hollandi, skal leiða sjóstríðið
hjá Sea Shepherd í Føroyum í
summar. Cornelissen er skipari og
ein av leiðarunum í Sea Shepherd
felagsskapinum.
Alex Cornelissen arbeiddi fyri eitt
miðlahús í Amsterdam, tá ið hann
fyrstu ferð frætti um Sea Shepherd
í 2002. Ein vinmaður skuldi gera
eina dokumentarsending um Sea
Shepherd, og Cornelissen fekk á
hendan hátt á fyrsta sinni innlit í Sea
Shepherd. Hann var so hugtikin av
felagsskapinum, at hann
segði arbeiðið hjá sær
upp, seldi íbúðina
og fór við í Sea
Shepherd. Síð
ani er hann
blivin ein av
lyklapersón
unum í Sea
Shepherd.
– Vit fara at
gera alt, sum vit á
lógligan hátt kunnu, fyri
at bjarga grindahvalum í føroyskum
sjógvi. Okkara átak hevur ikki til
endamáls at kroysta nýggj virði
yvir føroyska fólkið. Hetta er partur
av einum alheimsráki, sum vil
verja hvalir og varðveita dýrabara
lívið í okkara høvum, sigur Alex
Cornelissen.
eydun@sosialurin.fo
Nú koma
stóru Sea
Shepherd
skipini
Tríkiljan Brigitte Bardot varð bygd í 1998, og síðani 2010 hevur
Sea Shepherd havt skipið. Skipið, sum upprunaliga varð
brúkt til stuttleikaferðir, er skrásett í Freemantle í Australia.
Brigitte Bardot er 34,9 metrar langt og 14,1 metrar breitt. 16 fólk
kunnu verða við skipinum, sum kann sigla upp í 27 knots
Alex Cornelissen
Jacob Vestergaard, landsstýris
maður í fiskivinnumálum, hevur
havt ábyrgdina av at orða nýggju
grindalóg, sum nú verður sett í
gildi. Arbeiðið við lógini varð av
álvara sett í gongd eftir átøkini
hjá Sea Shepherd í Føroyum í
fjørsummar.
Endamálið við lógini hev
ur verið at gera øll viðurskifti
í sambandi við grindadráp
greiðari og eisini at staðfesta
møguleikarnar hjá myndug
leikunum at steðga átøkum
ímóti grindadrápinum. Eisini er
revsingin fyri brot á grindalógina
munandi herd.
– Vit hava arbeitt tætt saman
við myndugleikunum og teimum,
sum varða av grindadrápinum,
um nýggju lógina, og eg eri fegin
um, at hon nú er blivin veruleiki.
Nú hava vit greiðari og víðari
heimildir at steðga átøkum ímóti
grindadrápinum, og vit hava eisini
hert revsingina fyri brot á lógina,
sigur Jacob Vestergaard.
– Tað skal sjálvandi verða
rímiligheit í átøkum og revsing,
og nú hava vit greiðar heimildir.
Vónandi fáa vit ikki brúk fyri
teimum, men verður tað neyðugt,
so eru tær har, sigur hann.
Jacob Vestergaard harmast,
at Sea Shepherd aftur í summar
kemur til Føroya.
– Sum so mong onnur kenni
eg meg forargaðan av, at hesi fólk
taka sær tann rætt at koma til
Føroya at gera seg inn á okkara
lógliga grindadráp, men vit skulu
taka okkum av teimum á ein
siviliseraðan hátt, og tað verða
vit enn betri før fyri við nýggju
grindalógini, sigur hann.
eydun@sosialurin.fo
Við nýggju grindalógini verða myndug
leikarnir betur førir fyri at taka sær av
grindaátøkum frá Sea Shepherd, sigur
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður
Vit eru klár
til grindastríð
Jacob Vestergaard:
Átøkini hjá
Sea Shepherd
byrja dagin fyri, at
Margretha drotning
vitjar í Føroyum