mikudagur 13. mai 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. mai 2015
sosialurin 55
21
Sam Simon hevur síðani 2012 verið í tænastu fyri Sea Shepherd. Skipið er uppkallað eftir amerikanska framleiðaranum og høvundanum Sam Simon, sum lat stóra
peningaupphædd til at keypa skipið. Sam Simon er fyrrverandi japanskt hvalaveiðiskip og hevur higartil verið brúkt í stríðnum ímóti japanskari hvalaveiði. Nú er skipið
skrásett í Rotterdam í Hollandi. Skipið er 55,5 metrar langt, 9,8 metrar breitt og siglir upp í 18 knots. Manningin umborð á Sam Simon kann verða upp í 43 fólk
Vit vita um nýggju
føroysku átøkini
Fyrireikinginar hjá Sea Shepherd til
grindaherferðina í Føroyum í summ
ar eru nú í hæddini. Um ein mánað
kemur felagsskapurin til Føroya,
og her skulu tey verða í meira enn
tríggjar mánaðir.
Suðurafrikanska Rosie Kunneke
verður aftur í ár leiðari fyri herferðini
á landi, og hon sigur seg vita um, at
føroyskir myndugleikar seinastu
tíðina hava arbeitt við nýggjum
átøkum, sum kunnu tryggja grinda
drápið.
– Eg kenni kjakið um at nokta
okkum at koma til Føroya, men tað
bleiv ikki til nakað. Eg veit eisini um,
at myndugleikarnir fáa møguleikan
fyri nýggjum atgerðum og harðari
revsing, men eg kann bara siga, at
samstundis sum føroyingar tillaga
seg, gera vit tað eisini, sigur Rosie
Kunneke.
Ivi um fólk á landi
Sea Shepherd hevði í fjør nógv fólk á
landi í Føroyum gjøgnum alt summ
arið. Í ár verða tað helst færri fólk
á landi, men nógv fleiri umborð á
skipunum.
– Hvussu nógv fólk fara at verða á
landi, veldst um talið á sjálvbodnum,
sum fara at melda seg til stríðið. Í
løtuni vita vit ikki neyvt, hvussu nógv
vit verða, men helst verða vit færri,
enn vit vóru í fjør. Hinvegin styrkja
vit munandi um herferðina á sjónum,
sigur Rosie Kunneke.
Átøkini hjá Sea Shepherd byrja 14.
juni, og tað er dagin fyri, at Margretha
drotning og Heindrikkur prinsur
koma á almenna vitjan í Føroyum.
Sambært Rosie Kunneke er einki
beinleiðis samband millum hesar
báðar dagfestingar.
– Vit høvdu ásett okkara dato,
áðrenn vit vistu um vitjanina hjá
drotningini, so tað er av tilvild, at vit
byrja okkara átak dagin fyri, sigur
hon.
Sea Shepherd veit um møguleikan fyri harðari
revsing, um tey leggja upp í grindadráp
Rosie Kunneke
Bob Barker er fyrrverandi norskt hvalaveiðiskip, sum var bygt í
1950. Sea Shepherd yvirtók skipið í 2009 og uppkallaði skipið eftir
amerikanska sjónvarpsvertinum Bob Barker, sum lat umleið 30
milliónir krónur til keypið. Bob Barker fekk í 2010 eina størri um
væling á Tasmania. Bob Barker 52,2 metrar langt og 9 metrar breitt.
Skipið gongur upp í 18 knots og kann hava eina manning á umleið
40 fólk. Eisini Bob Barker er skrásettur í Rotterdam í Hollandi
»Tað skal sjálvandi
verða rímiligheit í
átøkum og revsing, og
nú hava vit greiðar
heimildir. Vónandi fáa
vit ikki brúk fyri teimum,
men verður tað neyðugt,
so eru tær har«
Jacob Vestergaard