Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2015 SOSIALURIN 55 22 KJAK Steinbjørn O. Jacobsen Politikararnir, sum vilja veljast í høv­ uðs­staðnum, hava leingi verið úti eft­ir Klaksvíkar Sjúkra­ húsi, og nú sær okk­ ara landsalmenna Kringvarp Føroya einsíðugt út til at vera farið í hernað ímóti hesum stakkals stovni, tí einki uttan fyri høvuðsstaðin tykist fáa frið. Hvussu ber tað so til, at vit í dag illa nokk hoyra eitt veruligt mótmæli og enn minni síggja til nakað sam­an­ hald millum okkara fulltíðar fólka­ valdu her í Norðoyggjum? Sum fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu í tvær bý­ráðs­ setur kenni eg til at vera fulltíðar politikari, so eg veit, hvussu strævið og krevjandi tað til tíðir kann vera. Tí haldi eg meg hava tær neyðugu royndirnar til at kunna siga mína hugsan um teir, sum nú eru full­ tíðar fólkavaldir politikarar í Norð­ oyggjum. Eg veit eisini av royndum, at í politikki eru tingini verri enn so altíð soleiðis, sum tey síggja út al­ ment. Allíkavæl eri eg í dag komin til eina hugtunga niðurstøðu, tí eg haldi veruliga ikki, at eg nakrantíð fyrr í mínum drúgva politiska lívi havi upplivað politikararnar í Norð­ oyggj­um so uppgevandi og uttan vilja til at standa saman um tey stóru og týðandi málini her í lokal­ sam­felagnum. Ein politikari má brenna fyri sakini Eingin er fullkomin, og allarminst vit, sum hava drúgvar royndir í politikki, og tað er heldur ikki fullkomnum fólki, vit skulu leita eftir og velja inn at umboða okkum sum fulltíðar politikarar. Harafturímóti eiga vit sum eitt minstamark at krevja av einum og hvørjum politikara, sum stillar upp og verður valdur inn, at hann er góður við sín uppruna og við sín heimstað, at hann stendur við tað, hann sigur seg vilja arbeiða fyri, og ikki minst, at hann torir at taka tey neyðugu tøkini, eisini saman við øðrum politikarum, tá ið tað krevst. Stutt sagt: Ein politikari má brenna fyri sakini, og ikki bara fyri sær sjálvum, tí ger hann hetta seinna, so er hann ein vánaligur politikari, ið setur egin áhugamál fremst, eisini tá ið álvarsmál hótta tað samfelag, hann er valdur inn at umboða. Hetta síðstnevnda er tað, sum eg haldi, at vit uppliva beint nú, tá ið tað kemur til Klaksvíkar Sjúkrahús. Her tykjast allir okkara fulltíðar politikarar at vera meira ella minni líkasælir um okkara stóra og stolta stovn her í Klaksvík, sum í nógv ár hevur havt størri effektivitet pr. brúkta krónu og størri nøgdsemi millum brúkararnar. Allíkavæl tykjast okkara fulltíðar fólkavaldu at vera púra uttan initiativ til at gera nakað sum helst veruligt við hetta álvarsmál, har Klaksvíkar Sjúkrahús av almennu miðlunum í dag er fyri miðvísari propagandaherferð, meðan okkara egnu fólkavaldu hyggja passivt at og ikki eingong standa saman, sum var tað minsta, ein má krevja av teimum. Ein gøla at Føroyar blivu eitt valdømi Eg minnist, hvussu staðiliga eg sum táverandi borgarstjóri ávaraði okkara landspolitikarar ímóti at taka av skipanina við teimum 7 løgtingsvaldømunum, sum tryggjaði, at allir landspartar høvdu eina lógartryggjaða umboðan á Føroya Løgtingi, uttan mun til valúrslit og tilvildarlig atkvøðubýti. Tá førdi eg millum annað fram, at um landspartarnir í Føroyum mistu síni valdømisumboð á Føroya Løgtingi, so fór hetta so við og við at máa støðið undan styrkini í hesum økjum og at ómynduggera landspartarnar, eisini Norðoyggjar. Eg eri ræddur fyri, at tað er júst hetta, sum er í ferð við at henda, nú vit síggja, hvussu veik og initiativleys tey tykjast at vera, sum í dag eru vald á løgting og búgva í Norðoyggjum, og hendan ómegdin sær tíverri tú til at smitta inn í býráð og bygdaráð. Tað sær út til, at politikararnir í Norðoyggjum í dag ikki tora at tala Tórshavn ímóti, men velja heldur at tekkjast miðdeplinum í hesum eina og stóra valdøminum Føroyar, kanska tí tey vóna at fáa atkvøður haðani. Hetta er syrgiligt at síggja í dag, men eg kann í dag siga, at eg sá hetta koma, áðrenn skaðin hendi, og tí ávaraði eg eisini ímóti tí, men tíverri fyri fleiri deyvum oyrum, tí Føroya Løgting samtykti at avtaka valdømini, eisini við atkvøðum frá løgtingslimum, búsitandi úti um landið. Ein stór og einsíðug propagandamaskina Eg átti at vænta mær av okkara jour­ nalistum í Kringvarpi Føroya, at teir lýsa øll mál frá øllum síðum, eisini sjúkrahúsmálið. Men eg má tíverri viðganga, at eg vænti ikki annað enn tað, sum vit í dag eru vitni til mestsum hvønn dag, har læknar, stjórar og politikarar í høvuðsstaðnum upp á skift sleppa framat mikrofonini at júka upp og niður um, at alt bara má og skal liggja á LS. Einki um veikleikar á LS, eingin sam­anbering av effektivitetinum á teimum 3 sjúkrahúsunum, einki um, hvørjar sergreinar og við­gerð­ir hóskandi liggja á smærru sjúkra­ hús­unum. Nei, har snýr hvørt ein­ asta innslag seg um eina einsíðuga lýsing av sjúkrahúsmálinum, har alt virksemi uttan fyri høvuðsstaðin verður ynskt, har piparið grør. Tíverri vænti eg mær ikki meira av hesum miðlunum, sjálvt um vit øll gjalda fyri teir. Ikki tí, har ar­ beiða nógv skilafólk, men tann ráðandi tíðindalinjan er ikki at taka feil av, hon er sentralistisk so tað syngur eftirí. Hetta sigi eg av drúgvum politiskum royndum sum býráðspolitikari og borgarstjóri í næststørsta býi í landinum, Klaksvík. Men lat meg enda hesa grein við at sláa fast, at eg vænti mær meira av okkara fólkavaldu enn tað, sum teir í dag avrika fyri ein so týdningarmiklan stovn, sum Klaksvíkar Sjúkrahús er, og sum býráðslimur og varaborgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu mótmæli eg upp á tað harðasta ta ringu viðferð, hesin stolti og væl virkandi stovnur fær frá løgtingi og landsstýri. Her má vend koma í og tað í stund­ ini, áðrenn størri skaði er hendur. KLAKSVÍK, 9. MAI 2015 Hvar eru okkara fulltíðar politikarar í Norðoyggjum? Høgni Hoydal Andstøðan hevur lagt uppskot á ting um eitt serligt barna­ ískoyti til húski, ið liva undir fátæk­a­ mark­inum. Undir fyrstu við­ gerð av uppskotinum fríggjadagin 8. Mai 2015, førdi Reimund Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, fram, at uppskotið fór at gera mun á fólki – alt eftir, um tey høvdu arbeiði ella ikki. Ella um tey vóru stakir uppi­ haldarar ella ikki. Ella um tey vóru fólk í ymsum støðum við ymsum veitingum, fríplássum til dagsstovn o.s.fr. Reimund fekk tó beinanvegin rættleiðing frá uppskotssetarunum, sum vístu á, at tað var beint tvørtur­ ímóti tí, sum hann førdi fram. Helst er okkurt komið í bland hjá Reimundi. Tí síðani 2007 hevur verið latið eitt serligt barnaískoyti til stakar uppihaldarar. Tað verður latið uttan mun til inntøku, ogn og støðu annars. Men hetta uppskotið hjá and­ støðu­flokkunum er heilt øðr­vísi. Hetta er eitt málrættað barna­ískoyti til húski, ið liva undir fátæka­mark­ in­um. Uppskotið er sera einfalt. Tað er eitt uppískoyti til forsorgarlógina. Og tað sigur , at søkjast kann um eitt serligt barnaískoyti til húski, ið eru undir fátækramarkinum. Í hvørjum einstøkum føri skal Almannaverkið gera eina ítøkiliga meting av samlaðu støðuni – t.e. tøkari inntøku, íroknað veitingar, fripláss, ogn o.s.fr. Uppskotið ger ongan mun á húskjum. Hvørki um tað eru hjún, sambúgvandi ella støk. Við arbeiðsinntøku ella við ymsum veitingum. Tí hjá børnum í fátækradømi er jú talan um er sera ymiskar støður, sum vit hava sæð so mong dømi um. Tað er tí sera hugstoytt, at Reimund Langgaard nú endurtekur sína heilt skeivu útlegging av uppskotinum í einum lesarabrævi. Eisini er tað undrunarvert, at hetta verður gjørt, tá ið tað snýr seg um eina hjálp til tey, ið eru ringast fyri, meðan uppskot frá samgonguni fyri 10 og 100-tals milliónir flúgva ígjøgnum tingið, uttan nakra viðgerð ella upplýsingar ella viðmerkingar frá samgongufólki. Og eg fari staðiliga at heita á Reimund og øll onnur tingfólk um ikki at grugga málið og leggja tað skeivt út fyri almenningin, men sak­ liga at viðgera møgulig ivamál, so hetta kann samtykkjast. Reimund Langgaard ber skeivar upplýsingar um barnaískoyti Tað passar ikki, sum Reimund Langgaard í lesarabrævi førir fram, at uppskotið um barnaískoyti til børn undir fátækramarkinum, kann gera mun á húskjum við lágari inntøku. Uppskotið byggir hinvegin júst á, at ein ítøkilig meting skal gerast í hvørjum einstøkum føri, so øll fáa somu viðgerð Reimund Langgaard Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Í lesarabrævið á vp.fo, tann 10. mai 2015, skrivar Høgni Hoy­dal m.a: "Undir fyrstu viðgerð av uppskotinum fríggja­dagin 8. mai 2015, førdi Rei­ mund Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, fram, at uppskotið fór at gera mun á fólki – alt eftir, um tey høvdu arbeiði ella ikki. Ella um tey vóru stakir uppihaldarar ella ikki. Ella um tey vóru fólk í ymsum støðum við ymsum veitingum, fríplássum til dagsstovn o.s.fr."  Eg havi einki av hasum sagt, og kann tað váttast, tí at alt orðaskiftið verður nokk lagt út á logting.fo seinni í dag.   Eg gjørdi tvær viðmerkingar innan fyri eitt minutt í orðaskiftinum um barnaískoytið, og segði nøkun­ lunda tað sama báðu ferð, og var hetta júst tað sama, sum eg førdi fram í lesarabrævinum leygardagin. Í stuttum gekk tað út uppá, at upp­skotið hjá andstøðuni ikki er nóg gjøgnumarbeitt, tí at tað kann hava við sær, at ein stakur uppihaldari við 2 børnum, kann koma út fyri at hava eini 4.000 kr. minni eftir, um viðkomandi t.d. fer 4.000 kr. upp í løn. Tað er ikki rætt ella gevur onga meining, at hon skal hava minni eftir við at fara upp í løn, men grundin er, at hon harvið bæði kann koma at missa frípláss og barnaískoytið. Høgni Hoydal førir somuleiðis fram í lesarabrævinum, at hann rættaði meg í tinginum, og at eg álíkavæl skrivaði hetta til miðlarnir. Hetta er rætt, sum hann sigur. Men eg havi eftirkannað tað, sum eg skrivaði við serkøn á økinum, og tey siga, at tað er púra rætt, sum eg greiði frá.   Lat meg gera greitt, at eg eri samdur við teimum, sum siga, at tað eru nógv, sum treingja til hjálp í Føroyum, og at vit eiga at hjálpa hesum sum skjótast. Vit eru so nógv, sum hava heitt á Anniku Olsen um at koma við einum uppskoti til Ólavsøku, og tað seti eg mítt álit á, at hon megnar. Eg vóni, at hetta uppskotið, sum aðalráð hennara kemur at skriva, verður betri gjøgnumarbeitt enn verandi uppskot. Vónandi hevur tað størri týdning fyri Høgna Hoydal at vit hjálpa teimum treingjandi sum best, heldur enn um tað júst er hansara uppskot, sum verður samtykt. Aftursvar til Høgna Hoydal um barnaískoytið