mikudagur 13. mai 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2015
SOSIALURIN 55
23
Samtak
At avtaka ella broyta Als-
farloyvisskipanina til tað
verra er eitt vánaligt hugskot,
tí farloyvisskipanin hjá Als
hjálpir langtíðararbeiðsleysum
út í arbeiðið aftur. Tað eru serliga
tilkomnar kvinnur í ávísum
økjum í landinum, sum vera
hart raktar. Feløgini í Samtak
mæla løgtinginum staðiliga
frá at avtaka ella broyta
skipanina um farloyvi, tí hon
er við at hjálpa fólki út aftur á
arbeiðsmarknaðin
At
seta
mark
fyri,
nær
ALS skal kunna skipa fyri
farloyvisstørvum, meta vit vera
ivasamt, tí skipanin hevur hjálpt
fleiri persónum at koma aftur út
á arbeiðsmarknaðin.
Feløgini í Samtak heita
tískil á løgtingið um at lata vera
við at samtykkja broytingar í
farloyvisskipanini, tí skipanin er
góð, hon riggar væl og fleiri sum
hava nýtt farloyvisskipanina,
hava fingið varandi tilknýti til
arbeiðsmarknaðin.
Skipanin má ikki gerast
óvirkin, tí brúk er fyri skipanini.
Hon er eitt gott og alternativt
arbeiðsávísingartiltak, sum gevur
arbeiðsleysum arbeiði.
Seinnu árini er nýtslan
av farloyvisskipanini vaksin
ár undan ári – í 2014 fingu 44
arbeiðsleys arbeiði gjøgnum
farloyvisskipanina.
Upplýsingar frá ALS vísa,
at tað í serligan mun vóru
arbeiðsleysar kvinnur á bygd og
langtíðararbeiðsleys, sum fingu
hesi arbeiði í 2014.
Farloyvisskipanin hevur
somuleiðis ta positivu ávirkan
á arbeiðsloysi í landinum,
at 50% av teimum sum fáa
farloyvisstarv koma ikki innaftur
í arbeiðsloysisskipanina.
Ivasamt er eisini, um tey tøl,
sum fyrisitingin í Als borðreiðir
við í mun til farloyvisskipanina
eru heilt røtt.
Fyri ein arbeiðsleysan kann
farloyvisskipanin vera tað sum
ger munin um viðkomandi kemur
á arbeiðsmarknaðin ella ikki.
Als má taka sína ábyrgd í
álvara, og varðveita hesa skipan,
tí nógv av teimum, sum hava
brúkt hana, høvdu annars verið
munandi longri arbeiðsleys.
Hesi enda í Almannaverkinum,
sum langtíðararbeiðsleys, sum
framyvir fara at hava uppaftur
verri við at fáa tilknýti til
arbeiðsmarknaðin aftur.
Varðveitið
Als far
loyvis
skipanina
Annika Olsen
Fólkaflokkurin
Tá man ikki hevur
eina serliga góða
sak, so eru tað ofta
tvinni vápn, ið verða
tikin í nýtslu. Annað
er at spæla offur
og fáa sympati, og hitt er persónlig
álop. Ì grein herfyri brúkti Sjúrður
Skaale bæði vápnini ímóti mær. Fyri
tað fyrsta útnevnir hann seg sjálvan
sum offur í mínari valkampganu til
fólkatingsvalið, og hitt er, at eg skal
vera óreiðilig í mínum valstriði. Bæði
hesi eru tó langt frá veruleikanum,
umframt at tað rættiliga naivt at
halda, at eg ætli mær at brúka Sjúrða
Skaale sum offur í mínum valstríði.
Alt byrjaði við eini grein hjá mær
um, at vit ikki eiga at føra ósemjur úr
Føroyum niður á Fólkating. Ì somu
grein nevni eg í einum viðfáningi, at
Javnaðarumboðið á Fólkatingi, ikki
hevur drigið somu línu í málinum
viðvíkjandi samráðingunum, sum
Føroyar hava ført við Russland í
seinastuni. Essensurin í greinini
var, at fólkatingsumboðini eiga at
draga somu línu sum landsstýrið á
uttanríkispolitiska økinum, og eru tað
viðurskifti, sum man ikki metir eru
nøktandi, eigur man at taka hetta upp
á rætta stað, ístaðin fyri at varpa hetta
út í altjóða miðlum og á Fólkatingi.
Vit hava ígjøgnum tíðirnar ásannað,
at standa vit ikki saman úteftir, koma
vit sjálvdan á mál.
Óansæð hvussu orðini hjá Sjúrða
eru follin á teimum ymsu pall
unum, hann hevur ført seg fram í
málinum í samstarvinum millum
Føroyar og Russland, so hevur
ligið ein undirliggjandi tóni um,
at samhandilin við Russland fór
at skaða umdømið hjá Føroyum í
vesturheiminum. Sjálvandi verður
hetta uppfatað, sum at man er ímóti
føroyska samstarvinum við Russland,
hvussu skal tað annars uppfatast og
skiljast av umheiminum? Eg kann
leggja afturat, at eg eri ikki einsamøll
at sita við hesi fatan.
Hetta hevur fingið øði í fólka
tingsmannin, Sjúrða Skaale, sum
kanska hevur fingið kaldar føtur
í málinum, tí ofta er tann, ið at sær
tekur, sekur. Møguliga er tað ringa
samvitskan hjá Sjúrða Skaale, ið
fær hann at skriva eitt langt verjurit
um tað, sum er farið fram í føroysku
samráðingunum við Russland
undir spentu støðuni. At hann so
samstundis velur at leggja persónliga
eftir mær fyri at føra eitt óreiðiligt
valstríð er tó undir alt lágmark og
rættiliga ósømiligt. Annars haldi eg,
at Sjúrður Skaale átti at vanda sær
um orðini, um at onnur eru óreiðilig.
Ein persónur, sum stillar upp fyri
ein tjóðveldisflokk fyri síðani at
konvertera til ein sambandsflokk, átti
at verið tann síðsti, ið brúkti orð sum
óreiðilig um onnur.
Skitið álop, Sjúrður Skaale !
Bjørg Dam
valevnið Javnaðarflokksins
til løgtingsvalið
Ljóðbókin
hevur
vunnið hevd og
marknaðurin hevur
verið
vaksandi
uttanlands í fleiri ár.
Føroyska ljóðbókin
hevur tað ikki gott,
tíverri. Eitt álit er júst gjørt, so vón er
fyri framan, men tað krevur politiska
raðfesting.
Hví eru ljóðbøkur góðar
fyri børn og ung?
Børn elska at hoyra søgur, og alra
best er, um ein vaksin lesir upp fyri
teimum, tá kann tann vaksni útdýpa
og greiða frá orðum og hendingum
børnini ikki skilja.
Ljóðbøkur hava tann fyrimun, at
barnið fær søgu, hóast tey vaksnu
ikki hava tíð, og so ofta tað ynskir.
Hvørja ferð barnið hoyrir søguna,
fær tað størri innlit í, hvat søgan snýr
seg um, og tey ókendu orðini byrja at
geva meining og hendingarnar gerast
týðuligari. Á hendan hátt, fær barnið
eitt nógv størri orðfeingi á føroyskum
og fær innlit í ymisk evni, onnur
menniskju, størri vitan og áhuga og
innlit í bókmentir, sum tað annars
ikki hevði fingið. Við størri orðfeingi
og breiðari almennari vitan verður
lesiførleikin eisini mentur.
Walkmaðurin er farin tíð!
Í dag muga vit keypa ella læna
ljóðbøkur á bókasavninum á fløgum
ella kasettubondum. Hvørki fløgan
ella bandið er ikki tíðarhóskandi
miðil, tí brúkarin í stóran mun nýtir
eitt av sínum snildtólum til undir
hald.
Seinasta hondin er júst løgd á
álit um almennar ljóðbókatænastur
og e-bókatænastur, sum menta
málaráðið hevur umbiðið. Tíbetri, so
kemur arbeiðsbólkurin eisini til ta
niðurstøðu, at ljóðbøkurnar eiga at
verða tøkar á netinum.
Álitið er rættuliga væl frágingið,
men tekur einamest hædd fyri
brúkarum við skerdum førleikum
sum eitt nú blindni, vanføri, sjúku og
lesiveik. Hesin bólkurin er sjálvandi
aðalmálbólkurin, tí ljóðbókin er í
summum førum teirra einasti miðil
til bókligt tilfar.
Stórur marknaður
fyri ljóðbókum
Uttanlands er ljóðbókamarknaðurin
margfaldaður seinastu árini. Vaksin,
serliga pendlarar, íðkarar og fysiskt
arbeiðandi vilja gagnnýta tíðina við at
lurta eftir ljóðbókum, og hendan hátt
fáa upplýsing, menning og undirhald
ímeðan. Men serligt eru tað børn sum
fáa stórt gagn av ljóðbókum. Bæði
tey, ið lesa sjálvi og tey, sum ikki duga
at lesa. Ljóðbókin hevur vunnið hevd,
frá at verða hildin bert at verða fyri
tey lesilatu og svikarar, tí lesilurta
nógv fleiri børn nú enn áður.
Manglandi undirhald á
føroyskum til børn og ung
Í Føroyum eru børnini ein stórur
potentiellur málbólkur, bæði sum
málpolitiskt amboð og sum markn
aðargrundarlag, tí hesir lutfallsliga
stóru málbólkarnir kunna verða
við at tryggja fíggjarligt grundarlag
fyri ljóðbókunum, serliga tí, børn og
ung eru eitt tað størst forbrúkandi
segmentði av undirhaldi. Men eis
ini hava ljóbøkurnar stóran máls
politiskan týdning, tí tað er stórur
mangul á undirhaldi á føroyskum til
børn og ung. Sostatt er tað eitt stórt
opið hol, sum ljóðbøkur kunna dekka.
Ljóðbøkur bíligar
at framleiða
Tað verður altíð sagt, at sjónvarp er
alt ov kostnaðarmikið at framleiða.
Í álitinum kemur fram, at tað kostar
uml. 100 kr pr. síðu at framleiða eina
ljóðbók. Ljóðbøkur er sostatt ein
bíligur háttur at framleiða undirhald
á føroyskum máli og av føroyskum
uppruna. Tí eigur ljóðbókin at
raðfestast.
Yvirskipað eiga vit verða betri at
veita tilfar á føroyskum og við før
oyskum uppruna, og serliga á miðlum
børn og vaksin nýta. Ljóðbøkur er
ein gevandi, góður og bíligur háttur
at framleiða undirhald á føroyskum
og marknaðurin eftirspyr tær. Nú
eigur landið at taka í egnan barm og
raðfesta tær. Tó hóska ljóðbøkur ikki
til tey smæstu børnini. Til teirra, eiga
smá spøl og appir verða framleiddar,
soleiðis at tey eisini fáa føroyskt tilfar,
har tey eru.
Tað er mín vón, at hettar týdn
ingarmikla álitið ikki endar í skuffuni
uppi í mentamálaráðnum. Tað er
mín vón, at næsti maður í sessinum
dugur at síggja týdningin í ljóðbókum
og fylgir álitinum upp, og setur
tilráðingarnar í verk.
Umtalaða álitið sæst á mmr.fo
Lesið við oyrunum