mikudagur 13. mai 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. mai 2015
sosialurin 55
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
24
Óli Jacobsen
Bumbaðir í
langan tíma
Sverri:
Sverri Rasmussen slapp óskalaður úr siglingini undir krígnum. Men eina
ferð stóð á, tá teir ein heilan tíma vóru bumbaðir við Albert
Krígssøgan 6. partur
S
erliga eina ferð vóru vit úti fyri einum
ógvusligum álopi. Tað var 24. juni 1943
á veg úr Íslandi til Bretlands við fiski.
Henda dagin var mjørki og væl av
vindi. Men um middagsleitið varð minni vindur,
og mjørkin lætti sær eitt sindur. Ein hundur var
umborð. Vanliga var hann sera friðarligur, men
hendan dagin var ein so merkiligur ófriður á
honum, sum um hann kendi sær okkurt. Hetta
gjørdi eisini, at menninir føldu seg illa við.
Tá er tað, at ein flúgvari kemur eftir okkum.
Vit vóru á veg niður við fullum skipi. Fiskur
var alla staðni á skipinum. Sjálvt í gongini
aftanfyri lugarið oman á vatntangunum, har
tað var niðurgongd til lugarið, var alt fult av
fiski. Vit máttu ganga niður í lugarið gjøgnum
skeilettið, so full var hon. Og nú kemur hesin
flúgvarin. Hann var øgiliga stórur, tá hann kom
yvir okkum. Fyrst fór hann eystur eftir. Í fyrsta
umfari gjørdi hann einki um seg, og vit vildu
so ikki skjóta fyrst. Hundurin var púra ørur.
So vendi flúgvarin og kom aftur til okkara.
So rópar skiparin til mín: »Kom til róðurs«.
Tveir mans vóru tá farnir til maskinbyrsuna.
Maskinmeistarin, Gunnar Joensen á Sevmýri,
tók rockett rakettina, sum skeyt ein veir upp
í loft við fallskýggja, sum flogskipari skuldu
ræðast fyri at renna seg í. Tað hjálpti sera væl,
men flúgvarin bleiv við. Skiparin orðnaði, at eg
skuldi dreyga. Eg var bangin fyri, at róðurketan
fór, so eg snaraði róðrinum meira varliga.
Skiparin segði, at tað stóð og fall alt við
stýringini. Sjálvur tók hann rifluna. Hann
hevði eina so kraftiga riflu, og góður skjútti
var hann. Hann rakti vanliga hvørt skot. Tá
ið flúgvarin kom fyrstu ferð, og eg legði hann
í borði, legði flúgvarin seg sera nógv á liðina,
so uppsíðan lá ímóti okkum. Tá fekk hann
eina salvu, eitt heilt magasin, omaná. Aftaná
tað vendi hann altíð undirpartin móti okkum.
Tað søgdu teir á skansanum aftaná. Eg minnist,
at vit høvdu akkurát opnað radio til London,
og eg veit fyri vist, at eftir klokkutíðini, var
hann ein tíma yvir okkum. Skiparin helt, at vit
mundu fáa eina seks bumbur eftir okkum, men
hinir siga, at tær vóru átta. Allar bumburnar
fóru tíbetur við síðuna av. Tær fyrstu fýra fóru
niður við stórvantið. Tá ið tær komu aftur
undir skipið vóru tríggjar eksplosiónir, tann
eina var sera kraftig. Tá var tað fyri mær, sum
um skipið stóð upp eftir enda. So sigur skiparin
við maskinmeistaran: »Fær niður og vita um
hon lekur«. Men hon vætti ikki. Skipið var sera
sterkt, tað var bygt til íssigling. Men skiparin
varð særdur í annað lærið, og fekk illa gingið.
Skipið var eisini í sorli omandeks. Tað var ein
flís, um ein favn til støddar, farin úr mastrini,
men hon stóð uppi kortini. Segl og togverk
var alt í sori. Teir, sum høvdu maskinbyrsuna,
vóru øgiliga raskir. Teir blivu við at skjóta og
skjóta eftir honum. Meðan mesanurin dettur
niður við føturnar á monnunum, blivu teir við
at skjóta. So teir stóðu beint í eldinum. Tað
vísti seg eisini, at eingin var bangin, meðan tað
stóð uppá. Tann einasti sum var bangin, var eg
sjálvur, tá tað kom til róðurgreiðirnar. Eg var so
bangin fyri, at róðurketan fór at slitna, tí tað
var hent fyrr. Tá kundu vit verið prísgivnir. Nú
høvdu vit so stýrhús, sum var væl armerað.
Í rokinum fram eftir rakettunum
Men so hendi tað, at nú mangla rocketrakettir,
sum vit kallaðu tær. Rakettirnar vórðu skotnar
upp hvørja ferð flogfarið kom yvir okkum.
Tær lógu í koyggjunum frammi í lugarinum.
Maskinmeistarin reyk fram í lugarið. Hann
mátti niður gjøgnum skeilettið. Hann grýtti
kassarnar við rakettunum upp á dekkið.
Hann var ikki sloppin aftur í stýrhúsið, tá var
flúgvarin aftur farin at skjóta. Men meistarin
slapp við skrekkinum. Hann var raskur maður,
Gunnar av Sevmýri. Tað var eitt bragd hann
gjørdi, tí flúgvarin var so títtur yvir okkum.
Støðan var tann, at vit skutu alt, sum vit áttu,
og tað var einki eftir, tá flúgvarin fór med alla.
Við eitt vekk fer hann frá okkum. Hann fór
eystur eftir niður ímóti sjónum. Tað var eitt
sindur tjúkt í havsbrúnni. Og so var hann bara
burtur, so vistu vit ikki meira. Hann hevði í
hvussu er fingið nokk av okkum. Í øllum
rokinum er hundurin horvin.
So sigur skiparin, at vit skuldu hugsa
okkum eitt sindur um, áðrenn vit fóru at
sigla aftur. Vit vóru greiðir yvir, at flúgvarar
og kavbátar høvdu samband millum sín. Nú
mátti gerast tað rætta. Tað var hásummar, og
tað segðist, at alt var lagt við minum millum
Føroyar og Ísland. Vit skuldu seta kósina móti
Mykinesi, men vit skuldu ikki vera so bangnir
fyri minunum, tí tað var fínasta veður og
spakur streymur og ljóst alla tíðina. Vit vóru
mitt millum londini, og vit gjørdu sum skiparin
mælti til.
Ikki bát til alla manningina
Mest forbrenda av tí var, at vit høvdu ongan
bát at flóta á, um tørvur gjørdist á tí. Vit høvdu
ein lítlan bát. Hann var ikki so illa farin, men
hann tók ikki átta menn. Tað kundi ganga við
sjey monnum.
Eg var sum timburmaður tann maður,
sum best kundi taka mær av størra bátinum.
Eg tók stokkin upp av dekkinum. Bummurin
var dottin niður í bátin, sum bara var í sorli. Eg
fór so í holt við at umvæla bátin. Eg veit ikki,
hvussu leingi eg stríddist. Men flótitangarnir í
bátinum vóru skotnir ígjøgnum og kundu ikki
vera til nakra nyttu. Men eg fekk bátin tættan.
So orkaði eg ikki meira og fór í koyggjuna. Eg
veit ikki, hvussu leingi eg svav, men tá teir
purraðu meg út, fingu teir meg ikki til at vakna.
Tískil tóku teir meg úr koyggjuni. Ikki fyrr enn
eg var komin út úr koyggjuni, vaknaði eg, so
fokkaður var eg. Men tá eg kom fram, hevði
eg eina so ræðuliga høvuðpínu og var eisini
eitt sindur svimbul, so eg mátti ganga við stavi.
Men hetta rættaði seg aftur.
Tað vóru tvey samdøgur, áðrenn vit vóru
á Havnini. Tá var skiparin ringur. Hansara
snuddir høvdu tikið ilt fyri seg.
Skiparin á sjúkrahús
Tá vit komu á Havnina kom sjúkrabilurin eftir
skiparanum. So kom skipasýnið umborð. Eg
gekk so runt við sýnsmanninum, Johan
Meitilberg, og vísti honum allar skaðarnar. So
fór sýnið og reiðaríið til samráðingar. Sýnið
hevði hug til at leggja skipið, men reiðaríið fekk
so ígjøgnum, at skipið mátti sleppa niður við
lastini uppá tað, at tað skuldi gerast so og so
nógv. Hetta var síðst í juni mánaði, hetta var
góð ársins tíð. So fóru vit suður til Tvøroyrar.
Tað varð arbeitt í døgndrift. Nýggir bátar komu
umborð. Alt varð skift út, og so fóru vit avstað
niður. Vit seldu heilt gott. Tá vit so komu heim
aftur fór skipið til høvuðsumvæling. Hetta
Siðsøga
Krígssiglarar í Newcastle í 2005. Innast í øðrum raðnum, har tríggir menn
ganga, sæst Sigurd Joensen úr Oyndarfirði. Men hann er eins Sverri deyður