Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-13, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. mai 2015 sosialurin 55 25 Komandi partur Í komandi parti verður greitt meira søguna hjá teimum, sum vóru á minningarhaldinum í Newcastle var ein øgiligur túrur. Skiparin kom nokk so skjótt fyri seg aftur, men hann lá framvegis á sjúkrahúsinum, tá vit komu aftur. Sóu kavbát Hóast slíkar hendingar, varð farið avstað aftur. Einaferð minnist eg, at vit skuldu fara inn á Hornafjørðin. Tað var so øgiligt brim. Tað hevði verið lágætt, og brimið stóð í bakkan, og so var hann komin høgt. Men brimið vildi ikki leggja seg, og vit lógu uttanfyri har. Men so um kvøldið var klárt mánalýsi. Vit høvdu ein so sera góðan kikara, tað var ein náttkikari. Eg standi og hyggi út yvir havsbrúnna. Tá síggi eg týðiliga ein kavbát. Skiparin hevði eitt gott spesialkort yvir Stoksnes, eystanfyri Hornafjørðin. Við hjálp av hesum korti fingu vit smoygt okkum inn um bogarnar, og tá fór kavbáturin eysturyvir. Hetta var krígssøgan hjá Sverra. Hann sigldi nakað undir krígnum men hann fór at arbeiða sum timburmaður. Løgmaður talar við kransaleggingina Minningarhaldið í Newcastle S einasta sunnudag, 10. mai, var árliga minningargudstænastan í St Nicholas dóm­kirkjuni í Newcastle í Onglandi fyri teim­ um donsku og føroysku sjómonnunum, sum mistu lívið undir 2. heimsbardaga. Hetta minningarhald var serligt, tí í ár, og júst um hesa tíðina, eru 70 ár liðin, síðan seinni heimsbardagi endaði. Hetta merkti eisini, at luttøkan var størri enn vanligt. Føroyar vóru væl umboðaðar av mill­um øðrum løgmanni, okkara sendimanni í London og Una Næs, dómprósti. Tað var eisini heilt fitt av dønum við. Her vóru almenn umboð sum danski sendimaðurin í Lon­don. Eisini var heilt fitt av ættarfólki hjá krígs­ siglarum. Nógvir av krígssiglarunum komu ikki aftur til Danmarkar at búgva, so teirra eftirkomarar tosa mest enskt. Tí var megin­ part­urin av minningarhaldinum á enskum. Tann týdningarmesti bólkurin í sambandi við hetta minningarhald er tó í minking, tað eru teir sum sigldu undir krígnum. Hetta er nú so langt síðani, at nógvir eru deyðir og aðrir eru so illa fyri, at teir ikki kunnu koma. Fyri 10 árum síðan vóru teir einir 10 sum lut­tóku. Millum hesar vóru føroyingarnir Sigurd Joensen úr Oyndarfirði og Dion Vester­ gaard úr Vági. Teir eru báðir deyðir nú. Hesa ferð vóru bert tríggir av hesum gomlu, sum lut­tóku. Tann 90 ára gamli Bruno Hansen var komin heilt úr Vancouver í Canada, har hann er búsettur. Úr Danmark komu 92 ára gamla Antoinette Meldgaard og tann 95 ár gamli Jens Arne Glindvad. Tað sum ikki var minni áhugavert var, at ein gamal bretskur her­maður í Føroyum var eisini við. Hetta er tann 96 ára gamli Harry Wilson, hvørs søgu vit fyrri hava havt. Hann fekk føroyska konu, Johannu Apol, sum doyði fyri nøkrum síðani. Tað verður komið aftur til teirra søgu í kom­andi parti. Tað var heilt væl av fólki á minn­ing­a­r­ guds­tænastuni, eisini almenn umboð fyri New­castle, sum borgmeistarin og næsti mað­ ur hjá bispinum. Eisini vóru danir búsettir í New­castle. Sjálv gudstænastan var sera hátíðarlig. Tað mest kensluborna var, tá ið hesir gomlu krígs­siglararnir vórðu leiddir inn til sítt pláss í kirkjuni. Gudstænastan byrjaði við, at Christoffer Dalliston, dómpróstur í Newcastle bjóð­aði vælkomin og vísti á tann týdning, sum Newcastle hevði havt fyri sjómenninar und­ir krígnum. Talarin var sjómanspresturin Torben Elm­ bæk Jørgensen, sum virkar í donsku kirkju­ num í Hull og Newcastle. Aftaná gudstænastuna var farið til tann ser­liga minnisveggin fyri danskar sjómenn, har kransar vórðu lagdir. Her hevði Kaj Leo Johanne­sen, løgmaður, eina stutta røðu. Aftaná var móttøka í kirkjuni, har tað var eitt gott at fáa eitt prát og eisini at kunna um Føroyar og støðuna hjá Føroyum undir kríg­num. Við minnisveggin liggur ein bók við nøvnun­um á øllum teim føroysku og donsku sjó­monn­um, sum fórust undir krígnum. Um kvøldið var ein døgurði, har fleiri røð­u­r vóru hildnir. Fyri Danmark og Føroyar tal­aðu danski sendimaðurin í London, Claus Grube, og løgmaður. Tað vóru eisini fleiri av donsku krígssiglarunum, sum greiddu frá sín­ um royndum. Okkurt føroyskt íkast var eisi­ni, har greitt var frá føroysku støðuni undir kríg­ num. Tað eru fleiri danir, sum slett ikki vita, at Føroyar vóru hersettar av bretum. Her vóru eisini fólk, sum høvdu samband við Føroyar ella sum vóru ættað úr Føroyum. Paulina Baird greiddi frá, at hon var lang­ abba­dóttir Niclas Leo, ættaður úr Vági, sum var ein kendur trolaraskipari í Grimsby. Hon var við, ti maður hennara, Peter, hevði misti ein pápabeiggja undir krígnum. Vit hava sam­band okkara millum og fara uttan iva at kunna greiða meira frá hesi søgu. So var tað Anne Bay Paludan. Hon hevði áhuga fyri Føroyum, tí abbi hennara, Kristian Keid­ing, var prestur í Miðvági árini 1918-1924. Hon hevði ein hóp av tilfari um abban, sum vit kanska fara at frætta meira um í einum kom­andi parti. Hon hevði eisini mist ein mammubeiggja, Hans Jørgen Keiding, í sigling undir krígnum. Hann hevði búð fleiri ár í Miðvági sum barn, so hann kann eisini partvíst roknast sum ein av “okkara”. Hann fara vit eisini at hoyra meira um. Og so var tað ein kvinna sum hevði ver­ið læknakona á Eiði fyri mongum árum síða­ni. Hon fekk nú frá einum staðkendum møgu­ leika fyri at frætta hvussu støðan var á Eiði! Albert slapp væl undan týska álopinum Inger Batchelor hevur í mong ár skipað fyri hesum minningargúðstænastum, har hon eisini hevur verið degnur Jóannes Vitalis Han­sen v.m., okkara sendi­maður í Lon­don, og Hjarnar Djur­huus Kransar vóru eisini lagdur. Í ovasta horni vinstrumegin sæst minnisbókin við nøvnunum á øllum teimum donsku og føroysku sjómonnunum, sum fórust undir krígnum