Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2015 SOSIALURIN 55 26 Suicide Wrong Í dag kalnar frælsi burtur í einum óhugnaligum tempo. Frælsi er nú tað, fummislig politisk ideologi bestemmar seg fyri. Dømini eru fjølment, men tað er í samleikapolitikki, ovurumsorgan og kulturpolitiskum erkvisni, at frælsi kennir sviðan. Óvanin, ansaleyst at javnseta virðini hjá minnilutum við meirilutans, hevur styrkt eina offur- mentan, har áhugamálini hjá øllum “máttleysum” bólkum trumf­ar hasi hjá máttmiklum. Eitt feskt dømi, post-Charlie Hebdo: ein lóg fyri muslimar, ein onnur fyri øll onn­ur. Mishepnaða doktrinin hevur eitt navn. Multikulturalisma. Hon prædikar, at tey máttleysu eru serliga veik, altíð hava rætt, kunnu ikki gera nakað skeivt, at vit altíð mugu lurta við nærlagni og, til síðst, akta. Tað er okkum álagt at nikka uttan íhald, og helst í eitt so ríkiligt mát, at vit enda við at taka synd í hesum kategoriseraðu ein­staklingum nú so ruddaðir fyri sjálvsáliti, at teir og tess treyta­leysu stuðlar trúgva sínum egna bullshitti. Akkurát hetta kemur kanska best til sjóndar í sjálvmorðshugsandi fólki. At tað nú er á teimum, ið taka lív, heldur enn lívið og tey, ið eftir sita í óafturtakandi døpurhuga, fokusið er á. Bæði teimum, ið meina tað, og klára tað, og teimum, ið ikki klára tað; men eisini teimum, ið ikki meina tað, men klára tað, ella tíbetur ikki klára tað. So eitt er at institutionalisera frælsi og, fyri ein part, órættvísi, men hetta er at relativisera rættleika og lívið, tí vit eru ov veik at hava eina meining um grundliggjandi viður­skifti, um menniskjað og frælsi. Setur tú fyrst spurnartekn um henda forrættindakenda sam­ kensluhugburð veittur hesum alt mektigari minnilutariðili, tað verður seg samkyndum ella muslimum, fuck!, tá verður tú útspiltur og flokk­ aður sum homofobiskur rasistur. Og, yvirhøvur, bara heilt forbannað trongskygdur og ótolerantur—hvat ikki er serliga feitt at vera. Vísir tú so á, at sjálvmorð er skeivt, double-fuck! Men hví er sjálvmorð so skeivt? Tá eg var ordiliga ungur, minn­ist eg, tosaði ongin um hetta. Sjálv­morð var bannhalgað øki. Tó visti tú, at tað, at forgera sær, er ikki í lagi. Spola fram nøkur ár, og nú er tað bannhalgað øki at hava eina meining um sjálvmorð. Og ert tú av tí áskoðan, at tað aldri, óansæð hvat, er ok at taka seg sjálvan av døgum, íðan, tá ert tú ein harðhjartaður og samhugafátækur fani. Ein sam­kensluloysingur. Fyri ikki so langari tíð síðan var sjálvmorð nevniliga hildið at vera ræðuliga skeivt. Tað var hildið at vera nihilistiskt og niðurbrótandi. Ikki bara fyri sjálvdrápsfólkið, familju og vinir, men samfelagið, sum sjálvtýningin jú innast inni er er eitt ófantaligt ego-álop ímóti. Ikki longur. Nú ræður ein relativ­isma, ein luftalsligur sann­leiki, har vit aldri mugu fordøma, altíð forstanda. Hon fær viðvind av beinraknu máliskuni “at skilja er at fyrigeva alt”, og rínur sostatt ikki við hasi, ið partú hava tørv á at profilera seg sjálvan við at lurta al­spent eftir brotsmanninum, “skilja” hópdrápsmannin, skilja, ja, Brei­vik, ið—um nakað—er eitt multi­ kultu­relt úrslit. (Tak hasa absurdu tráanina eftir mentanarligum samleika, Brei­viksa langtan eftir at reisa ein múr rundanum sín ímyndaða sam­l­eika, soleiðis at hesin aldri verður hóttur av útvortis kreftum; síðani samanber við ynskið hjá islamumberandi vinstravonginum, har øll kunnu kroystast í óbroyti­ligar kulturkassar, fríir fyri mo­derni­sering, fólkaræðisligari borg­ara­sk0ldu og religiøsari av­hoyr­ing, og vardir fyri spott og van­virðing—hetta er alt rein og skær multi­kulturalisma!). So er eisini við upp­merk­semis­ søkjandi sjálvmorðs­kanditatum, ið fáa presiss tað: uppmerksemi. Óivað fyri at vísa seg í einum bleytum og pappírs-akademiskum ljósi er tað nú so, at samfelagið sær eina moralska dygd í tí “at forstanda”, óansæð hvussu skeivt tað er. Og ongastaðni meiri enn í poppmanagement-stýrda KvF, ið upp á gjøt verjir minnilutar, right-on politikarar og ekspertar samtíðis við, at tað ókeypis og systematiskt roynir at teppibumba kristni og borgaraskapin. Tá ið samfelagið fær spurningin, “men er tað skeivt at taka seg sjálv­an av døgum?”, svarar tað “øh... kanska, kanska ikki, vit vita heldur ikki, hví hann gjørdi tað, hvussu ringt hann hevði tað. Lat okkum ikki døma”. At vit ikki longur eru før fyri at hava eina greiða meining um sjálv­ morð, ella tora tað, bleiv veruliga krystalliserað, tá Robin Williams myrdi seg sjálvan. Tað, at hann ikki longur er millum okkum, er serstakliga harmiligt. Men hansara framskundaði deyði avdúkar, júst hvussu illa dámt tað er at finnast at sjálvmorði. So tá ið eitt enskt útvarpsfólk mælti sína meining um Robin Williamsa sjálvmorð, at tað hevði “no sympathy for suicide”, fekk hann av at vita. Hann vísti á, at Williams hevði eina dóttur og spurdi, hvussu hon man hava tað, at “now she’s got to sort the arrangements out. I think it’s shocking. I really do. I have no sympathy, I’m sorry”. Privata útvarpsstøðin kendi seg noydda at umskylda, men sensitiva og mikrostýrandi øsingarfjøldin sá blóð og kravdi, at hann fekk sekkin. Tíbetur er hann enn í starvi. Henda kúvending í hugburði til sjálvmorð er heilt serlig. Fyrr vóru tað tey, ið hongdu seg, skutu seg, druknaðu seg, ella ætlaðu at gera tað, ið ikki vóru í ordan. Nú eru tað tey, sum halda hetta vera skeivt, ið ikki eru í ordan. Fyrr var sjálvmorð átaluvert og ómoralskt. Nú eru tað tey, ið fella dóm yvir sjálvmorð, ið fáa toyggið og hildin at vera ómoralsk. Bestemt, vit eiga at fegnast um, at tað ikki longur er forboðið at taka sjálvmorð upp á tungu. Hinvegin orki eg ikki fyri hasi máliskuni, “tøgnin er brotin”. At totalt tiga um sjálvmorð ger bara, at tú tekur mótið frá sjálvmorðskandidatum at søkja hjálp, hvat er problematiskt. Men harífrá og at demonisera hasi, ið halda, at sjálvmorð er ein taparaútvegur, er eisini problemat­ iskt. Tað er problematiskt, at ovur­ hugaða samkenslan fyri sjálv­morðs­ fólki er heilt blottað fyri kritikki. Tað er problematiskt, tí tað er skilligt prógv um hvussu nógv vit skíta á sjálvt lívið. Um hvussu tað, at royna at fóta sær, at lívbjarga sær, ikki longur er virðismikið mál at seta sær. Og úrslitið av galdandi sjálvmorðsretorikki er, at sjálvmorð nú er endað sum nakað vanligt, fyri ikki at siga jaligt—hvat er pro­ble­ matiskt. Jú so víst, enn sær samfelagið sjálvmorð sum nakað keðiligt nakað. So dánt. Og vit hava eina røð av hjálparfelagsskapum, ið royna at hjálpa, eisini sær sjálvum, men nú tosa so ríkiligt um gerningin, at teir eru endaðir við at góðskustempla sjálvmorð sum ein fatiligur útvegur. Atgongan annars er øgiliga teknisk, har orð sum “mál”, “null-hugsjón” og “heildarætlan” fungera sum fín fakorð at gera seg upp við. Eisini her. Men sjálvmorð er ikki tað sama sum ein ferðsluvanlukka. At gera enda á sær tekur til viðgerðar væl ógvusligari spurningar enn hvat eitt bilkrassj við fatalum konsekvensum nakrantíð kann, moralskir spurn­ ingar um sambandið millum ein­ stakl­ingin og samfelagið, sosiala savningarmegi og lívsvirði. At taka sjálvfeitar fakbólkar og skatta­betaltar hjálparbólkar í álvara, kann tí lætt blíva ein avbjóðing, tá hesir koma við bláoygdum stra­tegi­um desainaðar at minka um talið av sjálvmorðum. Tí meðan teir tykjast grúuliga algoystir eftir at redusera henda ólukku­liga ómoralitet við øktari psykiatri, mið­ stovnum, tollutum ritgerð­um og sjálvpresenterandi spurnar­kann­ ingum, eru teir óhugnaliga áhugaðir í at tykta ella tiga burtur allan moralsk­an kritikk av hesum illverki. Sjálvmorð sum debattevni er forferdiliga trupult, og tað er kanska uppaftur meiri trupult ikki at ljóða sum ein ósympatiskur lortendi, tekur tú ikki av fullum huga undir við øllum tí, nútímans meiningar krevja av tær at halda um evnið: nevniliga heilhugað for­stáilsi av sjálvdrápsfólki og teimum, ið so ella so royna at enda sum eitt. Men uttan eina moralska støðu til sjálvmorð, meini eg, er tað púra vónleyst at veruliga skilja hesa gerð, fyri ikki at tala um at gera kunnigt, hvussu blóðskeiv og altoyðandi hon er. Eitt er samfelagsins óvilji at fella dóm yvir sjálvmorð. Men beinleiðis at hátíðarhalda tað, at fara við sjálvmorði sum eitt faktiskt lívsstílsval, er at geva lívinum og mannaprojektinum longutong. Beint eftir Robin Williamsa deyða søgdu fleiri, at sjálvmorð “ikki er sjálvsøkið”. Tey løgdu á bláman við at lýsa, ikki bert Robin, men fólk yvirhøvur, ið myrða seg, í serstakliga hetjudyrkandi vendingum. Og eru tey so harafturat hugdøpur, klin­ iskt ella ei, tá fáa lýsingarorðini totalt ravnaflog, “ófatiliga djørv” og “ekstremt empatisk”. Altso, sjálv­morð kann vera nakað gott. “Før­oyskur sjálvmorðsdagur!”, ja, eg bíði bert eftir Unga Tjóðveldi. Henda áskoðan er lutvíst blivin blástemplað av fínsamfelagnum via “aktiva deyðshjálp” ella “rættinum at doyggja”, ið annars bara, haldi eg, kann praktiserast, um ongin er heima ella liggur fyri deyðanum í svárari pínu—hvat vit longu gera. Í nøkrum evropeiskum londum er tað, at tú ert “mettur av døgum”, ein annars vælvand vending í Før­oyum, ein høvuðsorsøk fyri hesum, at stytta sær lívið. Men har hon fyrr var kannað supergomlum menniskjum, verður hon nú brúkt tvørturum aldur. Ein deprimerandi misskiljing. At vera “mettur av døgum” er ein spegilsmynd av samfelagsins krypl­andi og syrgiliga máta at síggja lívið, tess máta at skoða manna­ ættina uppá sum nakað fyribils og forbrúkandi, nakað høpisleyst og sekundert. Har ófrælsi, eitt ógvusligt bourgeois følilsisklima og eitt PC- kvalandi kjak ger einhvønn krittikk av, til dømis, sjálvmorði ógjørligan. Vit liva í eini tíð, har tú og eg verða fatað sum ein byrða. Gloym eldrabyrða, vit eru nú øll, so ella so, ein byrða! Vit eru øll nøkur barnaframleiðandi og CO2-produ­ serandi økosvín klár at destruera Móðir Jørð og hennara altruistisku grundrútmur. Og, forrestin, fekst tú ikki hatta seinasta tíðindaskrivið hjá Fyrr vóru tað tey, ið hongdu seg, skutu seg, druknaðu seg, ella ætlaðu at gera tað, ið ikki vóru í ordan. Nú eru tað tey, sum halda hetta vera skeivt, ið ikki eru í ordan—go figure! Sjálvmorð er ikki ein ferðsluvanlukka. At gera enda á sær tekur til viðgerðar væl ógvusligari spurningar enn hvat eitt bilkrassj við fatalum konsekvensum nakrantíð kann. Í slóðbrótandi verkinum Le Suicide vísti Émile Durkheim á, at sosialt kontroll og tilknýti minkar um “hugin” at myrða seg sjálvan. Agga Niclasen: meining@meyl.fo TÍÐARGREIN