Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-13, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2015 SOSIALURIN 55 27 landsstuðlaða leikstovninum KRIS, her er tað—parafraserað: “Pedo­filar lúra á hvørjum horni og í hvørjari svimjinevnd og kóri klár at skemma okkara avkom. Ansa eftir!” So tað eru ikki bert nakrir ein­ staklingar, sum eru mettir av døg­ um, men samfelagið sjálvt, stat­urin og vanlukkuprædikandi stovnar, betaltir av okkum, ið eru útkoyrdir og lívstroyttir. Troyttir av manna­ættini í so stóran mun, at vit nú hava fólk, ið seriøst tosa um sjálvmorð sum eitt forstáiligt val. Men at staturin, serfrøðinga­ stættin og betrivitandi boppu­hopp­ andi hønu­mammur nú fara við sjálv­ morði sum ein “í ordan”-gerð, er ikki gott. Tað kann gera tað sama við eini full-on eyka­játtan til Psykiatriska depilin, ella 11 nýggj Fountain House, hvussu herligt hetta nú hevði ver­ ið, ella væl­ljóð­andi tekniskum hug­tøk­um og væl­meinandi enda­ máls­orð­ingum, um fólk verða sympati­bombarderað av lekrum sálar­ekspert­um og vísindaljóðandi myndugleikum við boðskapinum, at sjálvmorð er frítt fyri moralskum kritikki. Tí eins og pedo-váttanin hjá Rigmor Dam eitrar sambandið millum ættarliðini og elvir til falskan tryggleika og alvaldandi pedo- hýsterí, har abbar ikki longur tora at sita við lítla Knúti á høgra læri í meiri enn anbefalað 28 sekund, kann slík statssanktionering bara vera við til at normalisera sjálvmorð sum bert enn eitt slag av atferð. Men tað er tað ikki. Sjálvmorð er ein handling, sum eigur at filla okkum øll, sum eigur at kennast heilt inn til sálina fyri okkum øll, tí tað er tekin um fullfíggjað skrædl millum tann einstaka og okkum; og tað kann gera tað sama, um vit kendu hann persónligt ella ei. Sum Chesterton málbar seg: “Hann, ið drepur ein annan mann, drepur ein mann. Hann, ið drepur seg sjálvan, drepur allar menn, tí fyri hansara part leggur hann heimin í oyði”. Grundirnar til hví fólk taka seg av døgum eru eins makaleysar og samansettar og persónurin sjálvur; so at endurskapa nakra nýtiliga meining fyri einum sjálvmorði er eitt beiskt og ófruktabart baks. Men í slóðbrótandi verkinum Le Suicide vísti Émile Durkheim á, at sosialt kontroll og tilknýti minkar um “hugin” at myrða seg sjálvan. Tað er eitt nú tí, at sjálvmorðshagtølini eru hægri fyri ógift, barnleys, mill­ um protestantar enn katolikkar og, endaliga, í mikrostýrandi og for­ mynderískum vælferðarstatum, altso í Norðurlondum, enn meiri “familjusligum” og strukturellum vælferðarsamfeløgum—sokallað sivilsamfeløg. Durkheim er ikki einsamallur. So mætir upplýsingarmenn sum Albert Camus, Immanuel Kant, John Stuart Mill, Hobbes, Rousseau og Locke, fordømdu sjálvmorð. Ikki tí teir vóru nakrir eirindaleysir kraftoriginalar, men tí teir hildu sjálvmorð vera eitt nihilistiskt útlát um hvussu ósamfelagsliga eg’sligur, tú kanst blíva. Sjálvandi ber til at liva seg inn í djúpt órógvaðar einstaklingar, ið enda við at myrða seg. Bestemt. Men fyri tað er tað kraft knúsi meg skeivt at myrða seg. Tað má vera boðskapurin. Og tað má vera í lagi at rópa tað út um allar geilar, at tað er ljótt og ósiðiligt. At tað er at míga á lívið, at svíkja øll mannavirði og heimin við. Men fyrrenn samfelagið heldur uppat at “forstanda” og lifra fyri minnilutamentanina og aftur fer við sjálvmorðinum sum eitt óhugsandi val og nakað ringt, heldur uppat at taka synd í sjálvmorðsfólki og legitimera sjálvmorð, fer talið av sjálvmorðum ikki niður. Tað er ikki skynsamur politikkur at viska burtur alla persónsábygd vegna tann, ið stappaði byrsupípuna í munnin og “PANG”, tá hetta er tað sama sum at døma hasi, sum eftir eru, til eitt skuldartungt lív, eitt lív í ráðaloysi, nívandi sorg og argleika. Okkara angist ella tráan eftir at hindra hendingum, sum kanska elva til sjálvmorð, er eitt úrslit av, nei, ikki vaksandi sjálvmorðstølum, men misantropisku hugsanini, at vanligi borgarin ikki longur hevur tamarhald á sínum lívi, er veikur og tí í konstantum sjálvmorðsvanda. Ið hvussu er, fara vit við sjálv­ morði sum ein synd, ber til at for­ døma syndina og, so dánt, fyrigeva syndaran. Men hey… vel lívið! TÍÐARGREIN