Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-13, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2015 SOSIALURIN 55 28 KJAK Tór Marni Weihe løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi Hóast Javnaðar­ flokkurin, ið sigur seg vera garant fyri vælferð í Før­oy­um, hevur givið lyfti um at onki samstarv verður við Fólkaflokkin eftir valið, so hevur flokkurin í seinastuni í fleiri umførum atkvøtt saman við sam­gonguni og felt góð uppskot, ið høvdu gjørt tað lættari hjá vanligum føroyingum. Spurningurin er tí, um nakað broytist, sleppur Javn­ aðarflokkurin fram at. Aftur í gjár upplivdu vit, at Javn­ aðarflokkurin atkvøddi saman við samgonguni, og feldi eitt gott andstøðuuppskot, ið kundi betra munandi um umstøðurnar hjá børnum og ungum í Føroyum. Hesiferð feldi Javnaðarflokkurin uppskot frá Tjóðveldi, um at lógar­ tryggja børnum við serligum tørvi rætt til stuðlandi og mennandi fyriskipanir í skúla og frítíðarhøpi. Eitt uppskot, ið hevði bøtt munandi um viðurskiftini hjá teimum familj­ um, ið hava børn við serligum tørvi. Eitt nú ynskti Tjóðveldi at áseta mark fyri, hvussu langir bíðilistar til ymisk tilboð, sum t.d. barnasálarfrøðing, kunnu vera. Javnaðarflokkurin fellir uppskot, hann lovar veljaranum at fremja Hetta er ikki fyrstu ferð, at Javn­aðarflokkurin fellir eitt and­ støðu­uppskot. Javnaðarflokkurin hevur í seinastuni felt fleiri góð andstøðuuppskot, og so seint sum í farna mánað feldi Javnaðarflokkurin eisini saman við samgonguni eitt uppskot hjá Tjóðveldi, ið hevði til endamáls at seta ferð á grønu umstillingina í Føroyum, við at taka av MVG á eitt nú grønum hitaskipanum og el-bilum. Hetta hóast Aksel V. Johannesen á landsfundi Javnaðarfloksins í apríl segði soleiðis: “Javnaðarflokkurin hevur sum mál, at øll hús og allir bygningar skulu hitast upp við varandi orku. Hetta letur seg tøkniliga gera í dag, og um oljuprísurin aftur fer at hækka, eru nógvir pengar at spara hjá einstøku familjunum” Ein stak harmilig gongd, ov vit kunnu tíverri bert staðfesta, at tað er munur á, hvat Javnaðarflokkurin sigur seg vilja gera, og tað sum hann í veruleikanum ger. Tjóðveldi fylgir lyfti upp við ítøkiligum átøkum og uppskotum Í Tjóðveldi leggja vit dent á, at øll okkara lyfti eru bindandi avtalur við okkara veljarar, og at allar okkara útsagnir verða fylgdar upp við ítøkiligum átøkum og uppskotum í tinginum. Hetta sóu vit m.a. herfyri, tá Tjóðveldi tók stig til at hjálpa teimum fátækastu familjunum í Føroyum, við at leggja fram uppskot um at hækka barnaískoyti til tær mest útsettu familjurnar. Heldur enn bert at tosa um trupulleikan, so valdu vit at gera nakað ítøkiligt við hann, og veita hesum familjunum eina hjálpandi hond. Formaðurin í Javnaðarflokkinum hevur boðað greitt frá, at hann ikki fer í samstarv við Fólkaflokkin eftir valið. Vónandi fer hann at halda orð, men vit hava sæð dømi um, at hann sigur eitt, men ger nakað annað. Tað er harmiligt, og tí mugu vit eisini staðfesta, at einasti garanturin fyri, at ein heilt nýggj politisk kós verður sett í Føroyum, er Tjóðveldi. Tað seinasta, sum vit í Føroyum hava brúk fyri, er ein nýggj ABC- samgonga, ið hevur sum høvuðsmál at køva allar batar, ið vit sum samfelag hava so stóran tørv á, og heldur fast í verandi skeivu kós. Tjóðveldi peikar á andstøðuna – Javnaðarflokkurin kann fara báðar vegir Tjóðveldi heldur sítt orð, og tá ið vit lova okkurt, so er tað tí, at vit ynskja at føra tað út í verki. Tað kann ein fáa vissu um, við at samanbera útsagnir Tjóðveldis við uppskot løgd fram tinginum og hvussu tingfólk Tjóðveldis atkvøða í løgtingsmálum. Tjóðveldi hevur eisini sum einasti flokkur melda greitt út, at vit ynskja eina samgongu millum verandi andstøðuflokkar. Í eini taktiskari roynd at vinna atkvøður, royna summi Javnaðarfólk at billa veljaranum inn, at Tjóðveldi ætlar sær í samstarv við Fólkaflokkin eftir valið. Tað er reint møsn. Vit ynskja eina grundleggjandi broyting í førda politikkinum, og hon kemur ikki við verandi Fólkaflokki í landsins leiðslu. Tey, ið kortini pástanda tað, royna bert at ræða fólk, og eiga í grundini at sópa fyri egnum durðum. Tað er so ikki Tjóðveldi, ið saman við Fólkaflokkinum fellir framsøkin uppskot, ið gera tað lættari hjá vanligum familjum at fáa gerandisdagin at ganga upp. Tjóðveldi er trygdin fyri einum rættvísari samfelag Tað skal vera mín vón, at Javnaðarflokkurin broytir kós og prógvar sínar politisku ætlanir í verki, heldur enn bert at tosa um ætlanirnar. Til tað hendur, so fari eg at heita á øll, sum vilja hava eitt meiri rættvíst samfelag, har øll hava somu møguleikar at koma fram og skapa sær eina virðiliga tilveru, um at velja Tjóðveldi. Tjóðveldi heldur síni lyfti, og vit eru í løtuni einasta trygd fyri, at sitandi samgonga ikki sleppur at halda fram eftir komandi løgtingsval. Møguleikin fyri eini nýggjari ABC-samgongu spøkir Tráin Petursson Nónklett Formaður hjá Unga Tjóðveldinum Tað hevur tikið Før­ oyum fleiri ættarlið at byggja upp tað sam­haldsfasta sam­ felagið. Vit eru eitt av teimum ríkastu sam­feløgunum pr. íbúgva í heimin­ um. Vit eru hórað væl undan fíggjar­ kreppuni og hava søguliga góðar tíðir. Alivinnan gevur stórt avkast, rentan er lág, oljuprísirnir eru lágir og nógvur uppsjóvarfiskur er komin á føroyskan sjógv. Vit hava góðar tíðir, men í løtuni økist føroyski stætta­ munin. Hetta er ein hættisligt gongd og má broytast. Tað hevur ótrúliga stóran týdning, at vit varðveita og styrkja tað føroyska vælferðarsamfelagið. Skipanir so sum heilsuverkið og skúlaverkið verða í dag fíggja gjøgnum skattin. Hetta er ein samhaldsføst skipan, sum ger tað møguligt hjá øllum at fara til lækna og at nema sær út­búgving í Føroyum. Seta vit í verk fleiri brúkaragjøld fer tað at raka tey lágløntu. Tá skattalættin varð settur í verk í 2011 fekk hesin bólkur ikki ágóða. Samstundis var forskattingin av pensjónum ein skattahækking á fleiri prosent fyri sama samfelagsbólk, sum ikki fekk ágóðan av skattalættanum. Hetta hevur verið við til at økt um føroyska stættamunin. Tað hevur nógvar vansar við sær, tá ið munurin millum tey fátæk­astu og ríkastu í einum samfelag gerst ov stórur. Rúsdrekka- og rús­evnis­ misnýtsla økist og harðskapur og kriminalitetur gerst vanligari í einum ójavnum samfelagið. Í einum javnum samfelagið er trivnaðurin millum børn betri og fólk klára seg betri í skúlanum. Hetta eru nøkur fá dømir uppá vansarnar við øktari ójavnvág og fyrimunirnar við einum jøvnum samfelag. Fyri at steðga økta stættamunin og skapa eitt javnt samfelag, er nógv sum kann og má gerast. Fyrst og fremst er neyðugt at vit deila tað før­oyska tilfeingið betri í millum okk­um. Í løtuni eru tað nøkur fá fólk, sum gerast ovurhonds rík, með­ an onnur liva í fátækt. Tað hevur týdning, at vanliga fólkið fær størri ágóða av tilfeinginum í Føroyum. Neyðugt er eisini, at vit skipa ein veruligan progressivan skattastiga. Tað er týdningarmikið, at vit í felag bera byrðuna. Tað er ikki meiningin at summi skulu eiga fleiri miljónir krónur á bók meðan onnur ikki fáa gerandisdagin at hanga saman. Í Sosialinum fríggjadagin 17. apríl var grein við Sonju Jógvansdóttir, fakfelagsleiðari. Hon vísti á 15 ymisk átøk, sum kunnu vera við til at basa fátækt í Føroyum. M.a. varð nevnt: 1) At neyðugt er at gera eitt serligt barnaískoyti til familjur, sum eru fíggjarliga sperdar, 2) munagóðar batar fyri pensjónistar, sum ikki hava aðra inntøku og sum ikki hava útgoldið býlið. Eitt nú eigur pensjónsuppsparingin at broytast, so eingin verður kravdur at spara upp meira enn 7,5%, og leggjast skal pensjón omaná alla løn, studningar og veitingar, sum verða sett í staðin fyri løn, 3) Bústaðir skal byggja lestraríbúðir og bíligar bústaðir runt um alt landið. Hetta hava eitt nú Sirið Stenberg og Kristina Háfoss, Tjóðveldi, havt á loftið í seinastuni, 4) Broyta lestrarstuðulin soleiðis, at hann verður latin 12 mánaðir um árið, heldur enn teir 11, sum tað er í dag. 5) Veitingar frá tí almenna og úr arbeiðsmarknaðarskipanum skulu avmynda føroyska kostnaðarstøði. Í løtuni liggur uppskot uppi í ting­um um at geva eitt serligt barna­ískoyti til familjur, sum eru fíggjarliga sperdar. M.a. hava Sonja Jógvansdóttir og Í menniskjum góður tokki víst á týdningin av slíkum barnaískoyti. Mett verður, at uppskotið kostar uml. 10 mió. krónur. Andstøðan, við Høgna Hoydal á odda, hava lagt uppskotið fram. Tað hevur stóran týdning, at hetta uppskotið ikki fer at snúgva seg um partapolitikk. Hetta er eitt alt ov álvarsligt mál, og skyldar politiska skipanin teimum, sum eru fíggjarliga illa fyri, at taka málið í álvara. Verður uppskotið samtykt, verður tað ein munagóður bati hjá nógvum. Hetta fer tó ikki at loysa allan trupulleikan við fátækt og stættamuni, men hetta er ein byrjan uppá at koma trupul­ leikan til lívs. Tað javna samfelagið kemur ikki av sær sjálvum TIL SØLU SUZUKU WAGON R AUTOMATIC FRÁ 2002 KOYRT 100.000 KM NÝGGJ SUMMARDEKK ÁHUGAÐ KUNNU RINGJA 596600.