mikudagur 13. mai 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. mai 2015
sosialurin 55
29
politikkur
Semja um at samskipa tey
trý sjúkrahúsini í Føroyum
Árni Gregersen
T
að er ikki gerandiskostur,
at tingfólk eru samd, tá ið
spurningurin um tey trý
sjúkrahúsini eru til við
gerðar í tinginum.
Eitt unddantak er tó – samgongan
tók fyri tað fyrsta undir við einum
uppskoti frá andstøðuni - og upp
skotið var einmælt samtykt.
Tað var ikki upprunauppskotið
hjá teimum báðum, Sirið Stenberg
og Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, sum
løgdu eitt uppskot til samtyktar
fram, har heitt var á landsstýrið um
at leggja eina frágreiðing fyri tingið,
sum greiðir frá hvørjar visjónir eru
fyri sjúkrahúsverkinum.
Tingfólk hava seianstu tíðina verið
ørkymlað um støðuna í sjúkrahús
verkinum.
Tíðindi eru so at siga dagliga borin
í seinastuni um, at serlæknar siga
størv frá sær og tað hevur heldur
ikki verið serliga lætt at finna fram
til, hvussu fíggjarliga støðan er í
heilsuvrkinum.
Bæði sjúkrahússtjórin og vara
stjórin á Landssjúkrahúsinum søgdu
seg úr starvi herfyri.
Tí er semja um, at ein frágreiðing
skal gerast:
Frágreiðingin skal fevna um eina
heildarmenningarætlan fyri alt
sjúkrahúsverkið.
Eftir at uppskotið hevði fingið
viðgerð í trivnaðarnevndini, legði ein
samd nevnd eitt broytingaruppskot
fram, sum Løgtingið einmælt tók
undir við.
Uppskotið er soljóðandi:
Løgtingið heitir á landsstýrið um at
leggja fyri Løgtingið frágreiðing við
greiðari visjón fyri sjúkrahúsverkið,
sum fevnir um eina heildarmenn
ingarætlan fyri alt sjúkrahúsverkið.
Undir hesum:
1) Greið mál fyri viðgerðarstøði og
menning av viðgerðartilboðum
2) Atgongd hjá sjúklingum til bestu
viðgerðartilboð heima og uttanlands
3) Útvegan av serlæknum og øðrum
heilsustarvsfólki, umframt áhaldandi
menning av fakligum førleikum
4) Setan av einum politiskum stýrings
bólki og eini raðfestingarnevnd við
umboðum frá øllum trimum sjúkra
húsunum, landslæknanum og av
varðandi yrkisbólkum, til samskipan
av tænastum og áseting av, hvørjar
tænastur skulu vera á hvørjum
sjúkrahúsi.
5) Og harafturat eina meting av fíggjar
liga tørvinum fyri alt sjúkrahúsverkið,
sum gevur neyðugt rásarúm til at
veita heilsutænastur á fremsta støði,
og neyðugu starvsorkuna til tess.
Talan er um eitt uppskot til sam
tyktar – altso ikki eitt lógaruppskot
– men vanligt er, at landsstýrið fylgir
áheitanum frá Løgtinginum – serliga
tá ið eitt samt Løgting kemur við
áheitanini.
Stórt stig
Formaðurin í trvinaðarnevndini,
Rósa Samuelsen, Sambandsflokkurin,
var ómetaliga fegin um, at tingið tók
undir við uppskotinum:
-Hetta er eitt stórt stig fram á leið.
Serliga tað, at ein raðfestingarnevnd
verður sett, segði hon.
Ein raðfestingarnevnd skal setast,
sum skal samskipa tænastur og áset
ingar av, hvørjar tænastur skujlu vera
á hvørjum sjúkrahúsi.
Umboðini í nevndini skulu koma
frá øllum trimum sjúkrahúsunum,
landslæknanum og avvarðandi yrkis
bólkum á sjúkrahúsunum.
Upprunauppskotið
Í upprunauppskotinum var farið eitt
sindur meira inn í mál viðvíkjandi
sjúkrahúsverkinum.
Sagt var í teimum viðmerking
unum, at Føroyar hava eitt gott
sjúkrahúsverk við nógvum dugnalig
um og vælskikkaðum starvsfólkum.
“Men stórar avbjóðingar eru fyri
framman, og heilsuverkið tykist vera
á einum vegamóti, har tað skjótt kann
ganga álvarsliga niður á bakka, verða
ikki stór og miðvís tøk tikin.
Neyðugt er at hava visjonerar
ætlanir fyri at tryggja eitt framtíðar
heilsuverk, sum á allan hátt kann
nøkta tann tørv, borgararnir hava á
einum tryggum, nýmótans og fult
skikkaðum sjúkrahúsverki”
Í upprunauppskotinum verður
eisini sagt í viðmerkingunum, , at
menningin á heilsuøkinum gongur
ómetaliga skjótt. Nýggjar viðgerðir
koma fram og tørvurin at keypa tæn
astur uttanlands veksur.
Í løtuni er tað soleiðis, at vit føroy
ingar keypa tænastur á útlendskum
sjúkrahúsum fyri umleið 100 milljónir
krónur.
Ein partur av arbeiðinum við
menningarætlanini fyri heilsuverkið
má tí vera at útgreina, á hvønn hátt
sjúkrahúsverkið í størri mun kann
keypa tænasturnar, har fremsta ser
frøðin finst uttanlands – ikki einans
í Danmark.
Starvsfólk
Ein annar trupulleiki, sum heilsu
verkið hevur at dragast við, er at fáa
nóg mikið av fakfólki.
Í løtuni er hópur av ósettum ser
læknastørvum í heilsuverkinum.
Í viðmerkingunum verður sagt, at
mangt bendir á, at støðan fer at vers
na í framtíðini.
Serliga tí at heilsufakfólk eins og
mong onnur eru meira flytfør í dag.
Sjúkrahúsverkið byggir í dag eisini
í stóran mun á konsulentviðgerð við
serlæknum, sum koma hendanvegin
við jøvnum millumbilum.
Játtan til sjúkrahúsverkið eigur
heilt natúrligt at vaksa á hvørjum ári,
skal støðið haldast, og skal sjúkrahúsið
framhaldandi kunna bjóða nýggj og
neyðug viðgerðartilboð. Føroyar nýta
ikki eins stóran part av BTÚ upp á
heilsuverkið, sum nógv at teimum
londum, vit fegin vilja vera á hædd
við, gera.
Tá ið uppskotið broytt kom til
at kvøðugreiðslu í tingsalinum var
ongin ivi.
Øll tingfólk atkvøddu fyri upp
skotinum.
Nú skal ljós varpast á, hvat tey trý sjúkrahúsini gera og hvørjar tænastur tey veita
Krøvini til heilsuverkið vaksa alla tíðina, men nú skal ein raðfestingarnevnd mæla til hvat skal gerast fyrst
Tjóðveldi legði
upprunauppskotið fram.....
....saman við Sirið Stenberg
Sambandsflokkurin,
formaður í trivnaðarnevndini,
var sera fegin, tá ið
uppskotið var einmælt
samtykt í Løgtinginum