mikudagur 13. mai 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. mai 2015
sosialurin 55
30
Áki Bertholdsen
T
að hevur stóran týdning,
at foreldrini hava fatur á
tí langa endanum.
Hetta var boðskapurin,
tá ið Óli Rubbeksen, SSP ráðgevari, og
Elin Michelsen, vóru í Hvalbiar skúla
nú eitt kvøldið og greiddi foreldrum
frá um tær fellur, børn og ung kunnu
detta í, tá ið tey ferðast á interneti
num og ikki minst um, hvørja ábyrgd,
foreldrini hava.
Tað er heilsubólkurin í Hvalbiar
Skúla, sum er mannaður við Sigruni
Toftheyggj og Óla Johannesen, sum
skipaði fyri upplýsandi fundi fyri for
eldur um internetbrúkið hjá børnum
og ungum.
Og tað er av álvara nógv, sum
kann ganga galið, og tí hevur tað stór
an týdning, at foreldrini fylgja við í
tí, børnini fáast við á internetinum.
Tá hugsa tey ikki um, at foreldrini
skulu sneyta í øllum, børnini fáast
við.
- Men tað eru foreldrini, sum hava
ábyrgdina av børnunum, og tí eiga
tey at vísa áhuga fyri tí, børnini fá-
ast við á internetinum, og tey eiga at
tosa við børnini um góðan atburð á
internetinum.
Sjáldan í ringari meining
Her verður serliga hugsað um Face
book, og aðrar sosialar miðlar, men
eisini um internetið sum heild
Og ásannast má, at Facebook, og
aðrir sosialir miðlar kunnu eisini vera
eitt sera hent amboð
- Men trupulleikin er, tað er eisini
heilt vanligt at leggja myndir og sjón
brot á Facebook, men tað duga børn
ini ikki at fata avleiðingarnar av, tí í
teirra verð er Facebook ein afturlat
in skipan, har alt ber til, sigur Elin
Michelsen.
- Sostatt fata tey ikki, at Facebook
er eitt óendaligt net. Tað er ræðuliga
sjáldan, at nakað verður gjørt í ringari
meining. Men tey duga bara ikki at
fata avleiðingarnar av tí, tey leggja á
Facebook, og tí kann tað enda galið
hjá teimum, sum ikki ansa eftir.
Hon skoytir eisini uppí, at børn
ini brúka kanska meiri tíð á interneti
num enn tey vaksnu geva sær far um,
tí internet er ikki bara á telduni, tað
er eisini í teldlinum, í fartelefonini
og nú á døgum hava sjónvarp eisini
internet.
Børn og ung eru eisini á inter
netinum alla tíðina. Hóast tey gera
okkurt í felag, hava tey Facebook opið,
so at tey fáa fylgt við, hvat hendir
aðrastaðni.
Nøkur góð ráð
Elin Michelsen sigur, at tað, sum ger
tað stuttligt hjá børnum og ungum
at vera á Facebook, er, at vinfólkini
eru har
Men tað eru foreldrini, sum hava
ábyrgdina av børnunum, og sita tey
so leingi á netinum, at foreldrini hal
da, at nú er nokk, so hava tey altso
loyvi til at siga stopp.
Men undir øllum umstøðum er
tað snilt at hava nakrar reglur fyri
internetnýtsluna hjá børnunum.
Eitt nú eiga foreldrini at tryggja
sær, at børnini eru so privat sum
gjørligt,
- Stilla Facobook soleiðis, at tað
bara eru vinirnir hjá børnunum, og so
aftur teirra vinir, sum sleppa at síggja,
at børnini eru á Facebook.
- Ongin, sum ikki kennir børnini,
hevur brúk fyri at vita, at børnini er
á Facebook, men ofta er vinaskarðin
at kalla tann sami.
- Tað ger onki, at børnini ikki
hava hundrað vinir í Kina. Men tað
eru í roynd og veru føroysk børn,
sum hava hundrað vinir í Kina. Tað
hendir, tá ið børnini liggja almenn á
Facebook, og so biðjur onkur tey um
vinalag, so siga tey bara ja. Tí er tað
hent at stilla Facebook soleiðis, at ikki
øll síggja, at barnið er har.
Elin Michelsen mælir eisini til,
at foreldur gera avtalur við børnini
um, hvønn tey kunnu vera vinir við á
Facebook, og ein góð regla kann vera,
at tey, børnini heilsa upp á dagligt,
kunnu tey eisini vera vinir á Face
book.
Hon heldur, at foreldur eiga eisini
at tosa við børnini um, hvørjar mynd
ir, og hvørji sjónbrot, tey leggja á Face
book og aðrar sosialar miðlar.
Annars er støðan tann, at tað er
ikki loyvi at leggja myndir av fólki á
Facebook, uttan at spyrja tey áðrenn.
Men foreldur eiga eisini at tosa við
børnini um at ansa eftir, at tey ikki
leggja myndir av sær sjálvum á Face
book, sum tey kunnu fara at skamm
ast av seinni.
- Bið børnini vísa tær myndirnar,
tey ætla at leggja á Facebook, so kun
nu tit tosa við børnini um tey, ljóða
tey góðu ráðini frá Elini Michelsen.
- Tað er nógv happing á netinum,
men tað verri enn so altíð meint sum
happing. Men tá ið eitt verður skrivað
á Facebook, síggja tey, sum lesa, ikki
kroppsmálið hjá tí, sum skrivar, og
nettupp tað kann vera avgerðandi
fyri, hvussu eini boð skulu skiljast.
- Samskiftið á netinum er heilt
øðrvísi enn at tosa andlit til andlits.
Tann, sum skrivar á Facebook, hevur
ongan møguleika at vita, hvussu tað
verður uppfatað av lesaranum.
- Ofta vita børn og ung heldur ikki,
at tey hava ávís rættindi á netinum.
Ofta vita tey ikki, at tað ber til at
sletta vinir aftur, uttan at nakar fær
tað at vita. Tað ber eisini til at melda
ósømiligt tilfar.
Og so leggur Elin Michelsen eisini
dent á, at foreldrini skulu krevja at
fáa loyniorðið hjá børnunum.
Tað er gamaní at siga, at børnini
hava rætt til eitt privatlív á netinum,
men tað eru altso foreldrini, sum
hava fulla ábyrgd av børnunum, til
tey eru 18 ár, og tí kunnu foreldrini
eisini krevja at fáa loyniorðið fyri at
tryggja sær, at tað eru tey, sum hava
fatur á tí langa endanum, skuldi tað
gingið galið.
- Tað er ikki fyri at sneyta í, hvat
børnini fáast við. Men foreldur eiga
at tryggja sær, at fer nakað ósømilgt
fram, kunnu tey fáa atgongd at síggja,
hvat tað snýr seg um.
BØRN OG INTERNET
Foreldur skulu heilt avgjørt fylgja við í tí,
sum børnini havast at á internetinum, halda
tey bæði, Óli Rubeksen og Elin Michelsen
Góð ráð til
foreldur
um børn og
internet