Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-13, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. mai 2015 sosialurin 55 31 Tað ber eisini til at gera Facebook vart við tað, fer okkurt ósømiligt fram. Men er barnið undir 13 ár, sum er aldurs­markið fyri at vera á Facebook, ger Face­book ikki annað enn at sletta vanga­myndina hjá børnunum, men tey vilja ikki upplýsa nakað um, hvat stend­ur á. - Er barnið yvir 13 ár, vil Facebook held­ur ikki upplýsa, hvat stendur á vanga­myndini, heldur ikki fyri løg­ reglu­ni. Vit hava nógv dømi um, at løg­reglan í Føroyum hevur biðið um upp­lýs­ingar frá Facebook um ósømi­ ligt til­far á Facebook. Men tey nokta, og tað kunnu tey, tí Facebook er undir amerikanskari lóg. - Tí stendur tað til foreldrini at an­ sa eftir, leggur Elin Michelsen dent á. - Men tað týdningarmesta av øll­ um er at læra børnini, at varnast tey ósømiligt tilfar ella happing á Face­ book, bæði á síni egnu vangamynd ella á vangamyndini hjá øðrum, skulu tey siga frá, leggur hon afturat. Kann ganga heilt galið Eitt serligt fyribrigdi á Facebook er Facerape, tað, at onkur fer inn á vanga­myndina hjá einum øðrum og skriv­ar okkurt í teirra navni. - Allaroftast er tað øgiliga meina­ leyst, men tað kann enda heilt galið, tí har ber til at skriva hvat sum helst í navninum á øðrum. - So lær børnini, at Facebook er pri­vat, og man fer ikki inn á vangan hjá øðrum, hóast teldan stendur opin, men annars er bara at minnast til at sløkk­ja Facebook, so er tann trupul­ leik­in loystur, sigur hon. Ein annar sosialur miðil er Snap­ chatt, og hann verður nógv brúktur til happing, tí tað, sum verður sent har, hvørvur aftur eftir nøkrum sekund­ um, Tað verður eisini brúkt til at senda myndir av meiri ella minni seksuell­ um slagi. Men tað er verri enn so altíð, at myndirnar hvørva, tí tann, sum fær eina mynd, kann sum einki avmynda hana og goyma hana ella senda hana víð­ar. Tað er eisini gjørd ein app til snap­chatt, sum goymir myndirnar fyri teg, so tær hvørva ikki. - Tað eru nógv ung, sum senda seksuell­ar myndir av sær sjálvum og kans­ka øðrum, men tey eiga at hugsa um, at tær hvørva ikki, men verða liggj­andi á netinum. - Foreldur eigi at leggja børnunum eina við, at slíkar myndir sendir mann rætt og slætt ikki á netinum, heldur Elin Michelsen. Annars eru eini hent ráð frá henni, at foreldur vísa áhuga fyri tí, børnini fá­ast við á netinum. - Setið tykkum hjá teimum teim­ um eina løtu og tosa við tey um, hvat tey gera á netinum, og fá tey kans­ka at læra teg okkurt, sigur Elin Michel­ sen. Skulu børn læra góðan sið á internetinum, krevur tað eitt sindur av foreldrunum, men tað eru eisini nøkur ráð, tað ber til at fylgja, var boðskapurin á foreldratiltaki í skúlanum í Hvalba nú eitt kvøldið Áki Bertholdsen T að er eingin loyna, at tær stóru fyrimyndirnar hjá børnum, eru foreldrini. Á heilsukvøldi í Hvalba nú eitt kvøldið, vístu Óli Rubeksen, SSP samskipari, og Elin Michelsen á, at hetta er eisini galdandi fyri internetið. Tí hevur tað so stóran týdning, at foreldur gera sær ómak og leggja orku í at geva børnunum gott í beinið. Men tað krevur so, at foreldrini eru nærverandi upp á allar mátar. - Tað ber ikki til at uppala børn ígjøgnum fjarskifti, siga tey. Tey halda, at góð heilsa umfatar eisini sálarliga heilsu. Og er tað nakað, sum hevur stóran týdning í gerandisdegnum nú á døgum, er tað Facebook og aðrir sosialir miðlar, fartelefonin og internetið sum heild. - Annars eiga foreldur ongantíð at gloyma, at tað eru tey, sum eru tær stóru fyrimyndirnar hjá børnunum, og tí tí hevur tað týdning, at foreldur royna at leggja góðar internetvanar niður í børnini. - Teir vanar, foreldrini hava á internetinum, á teldunum og við telefonum, taka børnini til sín. Ringir telefonin, ímeðan foreldur lesa fyri børnunum, og tey bróta søguna av fyri at taka telefonina, læra børnini, hvussu stóran týdning, telefonin hevur. - Ella lata foreldrini seg avbróta, ímeðan tey gera døgverða, fyri at tosa í telefon ella senda sms, læra børnini eisini, at tað er týdningarmiklari enn alt annað. Men tað er eisini ein royndur lutur, at hendan ovurnýtslan av interneti og fartelefon, hevur elvt til eitt móttrýst. - Nú er ikki óvanligt, at fólk fara í feriu frá Facebook í eina tíð, og summi brúka eisini tað, at tey sløkkja teldupostin klokkan 16 og svara ikki aftur fyrrenn morgunin eftir. Kynstrið et at duga at leggja fartelefonina í skuffuna, siga tey Hugsa seg um tvær ferðir Men tey halda eisini, at foreldur eiga at hugsa seg um, hvat tey gera á internetinum og á Facebook. - Tað kann vera fitt at leggja myndir á Facebook av smábørnum í nissuklæðum á jólum, ella tá ið tey fylla. Men tað er ikki fyri barnið, at tað verður gjørt. Orsøkin til at foreldur gera slíkt, er fyri at fáa allar Facebook-vinirnar at ynskja teimum til lukku við barninum og at fortelja, hvussu fitt børn, tey eiga. - Og hvat siga foreldur í veruleikanum, tá ið tey leggja út á Facebook, at børnini klára seg serliga væl í skúlanum? Hvat við øllum teimum børnunum, sum ikki klára seg líka so væl. - Hvat fortelja vit børnunum við slíkari atferð? spyr Elin Michelsen. - Foreldur eiga at ansa eftir, hvussu tey vísa børnini fram á Facebook, og hvussu tað kann ávirka sjálvsálitið hjá børnunum. Hinvegin er tað ólógligt at leggja myndir av fólki á Facebook uttan at spyrja tey fyrst, eisini av børnum. Annars vísir tey á eina heimasíðu sum eitur www.kidsandmedia.dk, sum hevur nógv góð ráð um børn og internet. Foreldrini skulu vísa vegin Teir vanar, foreldrini hava á internetinum, taka børnini eisini til sín