Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-13, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 2015síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. mai 2015 sosialurin 55 32 Mortan Østerø V arð uppskotið um yvir­ tøku av útlend­inga­m­ál­ um ein nevaleikari, hevði hes­in helst endurskoðað sína yrkisleið. Upprunaliga arbeiddi fullveldislandsstýrið við yvirtøkuni av útlendingmálum í 2003, áðrenn val varð skrivað út í úrtíð. Síðani hev­ur málið spøkt aftur og aftur í Løg­tinginum í ymsum skapum, men við somu yvirskrift, og er enntá lagt fram av fimm ymsum flokk­um. Tjóð­ veldi, Miðflokkurin, Sjálv­stýris­flokk­ urin, Framsókn og partar av Fólka­ flokkinum hava antin lagt uppskotið fram av sínum eintingum ella saman við øðrum flokkum í fleiri umførum. Tó hevur ongantíð eydnast málinum at vinna meirilutan av atkvøðunum í Løgtinginum. Talan hevur verið um reið »knock-outs« í sløkum sjey dyst­ um við Løgtingslimirnar síðani 2006, trý teirra í hesum valskeiðinum. Vilja yvirtaka uttan Schengen-avtalu Formaðurin í Løgtingsins Uttan­ lands­nevnd, Jákup Mikkelsen úr Fólka­flokkinum setti hol á aðru við­ gerð av uppskotinum úr Tjóðveldi, Fram­sókn og Sjálvstýrisflokkinum um yvir­tøkuna av útlendingamálum og mark­na­eftirlitinum. Í framløguni vísti Jákup Mikkelsen á, at ivamál vi­ð­víkjandi støðu Føroya í mun til Schengen-avtaluna og norðurlendsku passa­mgonguni fóru at vera loyst í summar, og tískil heitti meirilutin í Uttan­landsnevndini á tinglimirnar um ikki at samtykkja verandi upp­skot. Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi var ikki nøgd við grund­gevingarnar fyri at fella upp­skoti­num. Sambært henni er tað eitt óheppið tekin at senda samstarvspørtunum í Schengen sam­ráðingunum, at man fellir málið í Løg­tinginum. ”Schengen umberingin: »vit bíða eft­ir samráðingar úrslitum« er ov nógv nýtt og hevur ov lítið upp á seg. Veruleikin er vælsaktans, at heim­taka vit útlendingaøki, koma Schen­g­en viðurskiftini natúrliga at fylgja við, segði hon undir viðgerðini av málinum. Poul Michelsen, formaður í Fram­ sókn og millum upp­skots­still­ar­ar­ nar tók undir við Krist­inu Háfoss. Sambært honum átti tað ikki at vera ein forðing at sam­tykk­ja uppskotið í Løg­tingi­num og síðani leggja gildis­ komu­na longri fram í tíðina, so­leið­is, at rúm tíð var at fáa viður­skifti við Schengen í rætt lag. Leggja málið framaftur Jákup Mikkelsen, formaðurin í uttanlandsnevndini, segði seg skilja spurn­ingarnar frá tinglimunum, sum vóru fyri uppskotinum, og legði dent á, at uppskotið slapp framat aftur á ólav­søku. ”Hetta er eitt mál úr sam­gongu­ skjalinum, sum eigur at verða viðtikið. Sam­bært landsstýrismanninum eru sam­ráðingarnar viðvíkjandi løg­reglu­ við­ur­skiftum og Schengen komin upp á pláss í summar, og tá leggja vit uppskotið framaftur, segði hann und­ir viðgerðini. Hóast ætlanir um at leggja málið fram­aftur, og stór undirtøka tykist vera fyri yvirtøkuni, eru ikki allir ting­lim­irnir eins fegnir. ”Eg haldi als ikki, at tað er neyðugt við hesi yvirtøkuni. Tað stend­ur okkum frítt at gera lógar-broyt­ing­ ar í útlendingamálum uttan at vit skulu yvirtaka málsøki, segði Sam­ bands­tingmaðurin, Helgi Abra­ham­ sen, sum eisini er limur í Løg­ting­sins Uttanlandsnevnd. Ov trupult Í sínum hoyringssvarið til Utta­n­ lands­nevndina, mælir Vága Floghavn Løg­tinginum frá at samtykkja yvir­ tøkuna, uttan at Schengen-avtala er fingin upp á pláss. Ein yvirtøka av marknaeftirlitinum uttan Schengen- av­taluna førir stórar fíggjarligar, um- sit­ingarligar og neiligar avleiðingar fyri flogvinnuna við sær, sambært Vága Floghavn. ”Um so er, at Føroyar gerast eitt ikki-Schengen øki, so merkir tað, at pass­e­ftirlit skal gerast við allar kom­ur og fráferðir. Tað vil siga, at øll 236.000 ferðafólkini skulu kannast tvær ferðir; bæði við komu og fráferð. Um­framt at tey skulu kannast við komu­staðið, og útreiðslurnar av hesum álagdar flogfelagnum sum kemur frá landi sum ikki er umfata av Schengen, sigur Vága Floghavn í við­merkingunum. Sambært teimum, koma øktu út­reiðsl­ur­nar í síðsta enda at raka lumm­ar­nar hjá ferðafólkunum. Har­ afturat skulu umstøðurnar á flog­ vølli­num endurskoðast, um Føroyar brád­liga ikki verða roknaðar sum Schengen-land. ”Bæði núverandi, og komandi far­støð eru góðkendar til Schengen­ flúgv­ing. Farstøðin, má sostatt um­ byggjast beinavegin, tí neyðugt verð­ ur at innrætta hana heilt øðrvísi enn nú. Verða Føroyar at meta sum ikki- Schengen, meta vit á Vága Floghavn, at hetta kemur at hava eina sera nei­ liga ávirkan á ferðasluna umvegis flog­vøllin. Tað verður tí enn torførari hjá Føroyum at tekkjast útlendskum ferða­fólkum, tí at umstøðurnar í komu og fráferð ikki verða mettar til at vera nøktandi, um vit eru ikki- Schen­gen, sigur Vága Floghavn í við­ merk­ing­unum. Smyril Line førdi fram somu sjón­ ar­miðini, sum Vága Floghavn, har mett verður, at ein yvirtøka uttan Schengen-avtalu hevði sett krøv um at endurskipa umstøðurnar við økt­ um kostnaði, ið rakar ferðafólkini. Minnilutin framvegis fyri Minnilutin í Uttanlandsnevndini sig­ur seg hava tikið hoyringarnar frá hesum pørtunum til eftirtektar, og viðurkenna avbjóðingarnar við Schengen avtaluni. Tó meta Poul Michel­sen og Høgni Hoydal ikki, at hend­an avbjóðingin er nóg mikið at fella uppskotinum. ”Undir viðgerðini av málinum er kom­ið greitt fram, at talan er bara um at gera eina avtalu við Schengen, lík henni, ið varð gjørd, tá ið Schengen varð skipað. Og hesar samráðingar eru kom­nar væl áleiðis. Til tess at komast skal á mál við samráðingunum, er tað ein eyðsýndur fyrimunur, at Løg­ting­ ið hevur samtykt at taka málið á før­ oysk­ar hendur, sigar teir. Til viðgerðina týsdagin av­gjørdu formenninir úr ávikavist Fram­sókn og Tjóðveldi, at leggja fram broyt-ing- ar­upp­skot, har gildis­kom­an var sett til 1. januar 2016, ið teir mettu vera nóg mikið av tíð hjá landsstýrinum at gera samráðingarnar lidnar. Eitt nógv Týsdagin varð málið um yvirtøku av útlendingaøkinum og marknaeftirlitinum felt enn einaferð – fyri triðju ferð bert í hesum valskeiðinum, hóast yvirtøkan er partur av samgonguskjalinum Gongdin í verandi valskeiðið (2011-2015) Fyrstu ferð 2011 – Yvirtøka av útlendingamálum verða fest í samgonguskjalið. 2012 – Tjóðveldi leggur uppskotið fram, og uppskotið verður felt. 2012 – Í hoyring við Uttanlandsnevndina sigur táverandi landsstýrismaður í útlendingamálum, Kári P. Højgaard, at málið er klárt til yvirtøku í januar 2013. 2012 – Uppskotið verður felt í Løgtinginum. Aðru ferð 2014 – Tjóðveldi og Framsókn leggja uppskotið fram. 2014 – Í hoyring við Uttanlandsnevndina, sigur avvarðandi landsstýrismaður, Johan Dahl, at ongar formligar forðingar eru fyri yvirtøkuni, men arbeitt verður enn við samráðingum um Schengen-avtalu og norðurlendsku passsamgonguni. 2014 – Uppskotið verður felt í Løgtinginum. Triðju ferð 2014 – Framsókn, Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkurin leggja uppskotið fram. 2015 – Uttanlandsnevndin viðger málið á ikki færri enn 12 fundum. 2015 – Johan Dahl sigur framvegis, at ongar formligar forðingar eru fyri yvirtøku, men vísir á, at samráðingarnar við Schengen skuldu verið komnar á mál á sumri 2015. 2015 – Uppskotið verður felt, tá ið tað kemur fyri tingið aftur.