mikudagur 13. mai 2015síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. mai 2015
sosialurin 55
33
felt mál
Norðurlendska passsamgongan
Avtala frá 1957
Frælst flytiføri í norðurlondum.
Frítekur norðurlendskum
ríkisborgarum millumtjóða-
passeftirlit og uppihaldsloyvi,
tá ið hesi eru úr og ferðast til
hesi lond:
Danska kongaríki
Finland
Ísland
Noreg
Svøríki
Schengen-avtalan
Frælst flytiføri millum tjóðir, tó við
passeftirlitið
Munur verður gjørdur á innaru og ytru
landamørkunum.
Schengen avtalan fevnir neviliga ikki
um eitt triðja-land, og tískil skal eitt
markaeftirlit (t.d. ein flogvøllur) hava
nøktandi umstøður at eftirkanna pass
úr Schengen londum og onnur pass.
Markaeftirlitið á flogvallum skal skilja
komur og fráferðir til Schengen lond
sundur frá komum og fráðferðum til
lond, ið ikki eru fevnd av Schengen
avtaluni.
Fyri havnir verður skipið sjálvt eitt
markaeftirlitsøki, og fólkini verða
kanna, alt eftir hvørjari havn tey eru
ávegis ella koma frá.
Føroyar og Schengen
Útlendingamál, marka- og passeftirlit
og løgreglan eru yvirtøkumál, sum
sambært yvitøkulógini einans kunnu
yvirtakast í samráð við donsku
stjórnina.
Schengen avtalan er í stóran mun
tengd at ES limaskapi - tó hava summi
lond atlimaskap - og er ein av »fýra
frælsunum« í ES.
Av tí, at Føroyar ikki eru ein
sjálvstøðugur statur, men hóast
tað hevur víðkaðar lógarheimilidir
sum sjálvstýrandi statur innan
ríkisfelagsskapin, so eru Føroyar ikki
limur í ES og harvið er heldur ikki álagt
Føroyum at fylgja Schengen ásetingum.
Yvirtøkan
Føroyar høvdu varðveitt norðurlendsku
passavtaluna, hóast tær høvdu
yviritikið málsøki.
Tó er norðurlendska passsamgongan
undirløgd Schengen, og mugu tískil
víkja fyri Schengen ásetingarnar.
Atkvøðugreiðslan 12. mai
Fyri 9
Móti 16
Blankt 0
Fakta