mikudagur 13. mai 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2015
SOSIALURIN 55
34
Skip til yvirlitstroling eftir makreli fyri Havstovuna 2.-27. juli 2015
Í sambandi við yvirlitstroling eftir makreli í summar, søkir Havstovan eftir nótaskipi at gera royndirnar.
Kanningin verður fíggjað við granskingarkvotu. Upp til 3.500 tons av makreli er ætlað at fíggja yvirlits
trolingina. Kvoturnar kunnu fiskast í føroyskum ella altjóða sjógvi, og verða lætnar sum eginkvotur.
Tíðarskeiðið og krøvini, ið skipið skal lúka, eru lýst niðanfyri.
Freistin at søkja er mánadagin 1. juni 2015 við telduposti til hav@hav.fo
Tað ella tey reiðarí (skip), ið lúka krøvini, verða biðin um at geva boð uppá, hvussu stóran (ella rættari sagt
lítlan) part av kvotunum omanfyri, tey kunnu gera ætlaðu kanningarnar fyri. Tikið verður av nøktandi tilboði.
Tíðarskeið:
Yvirlitstrolingin verður í tíðarskeiðinum 2. til 27. juli 2015. Henda kanningin verður gjørd sum ein
felags kanning eftir sama leisti sum í fjør, har Føroyar, Ísland og Noreg luttaka.
Krøv til skipið í sambandi við kanningina:
• Ekkólodd: Simrad EK(ER) 60 kHz lodd við bæði 38 og 200 kHz splitbeam botnum.
• Skipið skal hava tóvmegi til at tóva við flótitroli (Vónin 832 m) í vatnskorpuni við upp til 5 míla ferð.
Reiðskapur: Eitt (Vónin 832 m MULTPELT) flótitrol við tilhoyrandi útgerð. Lemmar: Injector F-15, 6
m2, 2000 kg.
• Trolveirur: Skipið skal hava flótiveir (Dynema ella líknandi, í minsta lagi 500 m), av tí at tóvað verður
í vatnskorpuni.
• Skipið skal hava Scanmar ella Marport dekkseind, troleyga og sensorar, ið skulu brúkast til at máta
ymsar parametrar á trolinum/lemmunum.
• Skipið skal hava koyggjupláss til fimm fólk frá Havstovuni.
• Kanningarumhvørvið umborð: Tað skal vera gjørligt at standa innandura og taka prøvar av veiðuni.
Her skal borðpláss (minst 100x60 cm) vera til mátibretti og elektroniska vekt.
• Internetsamband skal vera umborð, við eini vælvirkandi LAN skipan. EK60 teldan og
arbeiðsteldurnar skulu hava samband við netið umborð.
• Á brúnni skal verða arbeiðspláss til tveir granskarar at sita við skriviborð at viðgera tølini frá
ekkóloddunum.
Útreiðslur í sambandi við kanningina:
Í sambandi við yvirlitstrolingar í summar, kann roknast við útreiðslum á umleið kr. 500.000, ið skulu
fíggjast yvir kvoturnar, t.e. í sáttmálanum millum Havstovuna og tann, ið tekur av. Útreiðslurnar í
sambandi við túrin fevna millum annað um ymsa útgerð til túrin, løn og siglipening til fólkini umborð, og til
fyrireiking og at arbeiða upp prøvar, tiknir umborð. Endaligu útreiðslurnar verða uppgjørdar eftir túrin.
Umsóknin skal sendast til:
Havstovan (hav@hav.fo)
Nóatún 1
100 Tórshavn
Att: Erling í Liða
Summarferiuavloysari til
Trivnaðardepilin - Eind 5 Suðurstreym
Eind 5 er fyri børn, ung og vaksin fólk við
menningartarni.
Søkt verður eftir summarferiuavloysara frá 1.
juni til og við august 2015. Arbeiðstíðirnar eru
skiftandi, dag-, kvøld-, nátt-, og
vikuskiftisvaktir.
Setanarstaðið er Almannaverkið við tænastu í
løtuni í Trivnaðardeplinum Eind 5.
Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Pedagogfelag.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi
í seinasta lagi 26. mai 2015 kl. 12.
Almannaverkið
søkir starvsfólk
av.fo>Leys størv
Sí lýsingina á heimasíðu okkara:
Námsfrøðingur til Trivnaðardepilin
– Eind 8
Talan er um eitt starv 20 tímar um vikuna at
arbeiða í dagtímunum. Starvið er
tíðaravmarkað til 1 ár, og starvsstaðurin er í
Vestmanna. Starvið byrjar 01.08.15 ella eftir
nærri avtalu.
Setanarstaðið er Almannaverkið við tænastu í
løtuni í Trivnaðardepilinum – Eind 8.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og Føroya Pedagogfelag.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi
í seinasta lagi 26.05.2015 kl 12.00.
Almannaverkið
søkir starvsfólk
av.fo>Leys størv
Sí lýsingina á heimasíðu okkara:
Námsfrøðingar til 2 farloyvisstørv í
Trivnaðardeplinum eind 11 -
Verkstaðið á Bakka og Frítíðartilboðið
í Suðuroy.
Eind 11 er fyri børn, ung og vaksin fólk við
menningartarni og sálarsjúku í Suðuroy
Søkt verður eftir 2 námsfrøðingum til setan 1.
juni og 15. juni. Talan er um farloyvisstørv fyri
námsfrøðingar í barnsburðarfarloyvi, til
ávikavist Verkstaðið á Bakka og Frítíðartilboðið
í Suðuroy.
Setanarstaðið er Almannaverkið við tænastu í
løtuni í Trivnaðardeplinum Eind 11.
Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Pedagogfelag.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi
í seinasta lagi 21.05.2015 kl 12.
Almannaverkið
søkir starvsfólk
av.fo>Leys størv
Sí lýsingina á heimasíðu okkara:
Almannaverkið sóknast eftir stórum
húsum ella bygningi at leiga skjótast
gjørligt.
Ætlanin er, at húsið/bygningurin kann hýsa í
minsta lagi 5 ungum fólkum. Talan er um at
nýta húsini til serligan stovn til ung fólk.
Krøv til húsið
Hugsað verður um sethús, sum eru stór og
kunnu nýtast til endamálið, ella hús/bygning,
ið verður umbygt/umbygdur til endamálið.
Landsverk skal góðkenna húsið, so tað lýkur
krøv til brunatrygd v.m, og Landsverk skal
góðkenna eitt møguligt leigumál.
Vinarliga setið tykkum í samband við
Almannaverkið, við at ringja til Hermann
Mortensen á telefon 297370 ella við at senda
teldupost til hermannm@av.fo
Almannaverkið sóknast
eftir bygningi at leiga
av.fo>Leys størv
Sí lýsingina á heimasíðu okkara: