Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-13, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 2015síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2015 SOSIALURIN 55 35 Til komandi skúlaár verður søkt eftir einum starvsfólki í fast starv innan lokopediøkið á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum. Starvið umfatar at kanna næmingar, at útgreina møguligar trupulleikar hjá næmingum, at hjálpa og ráðgeva og undirvísa næmingum, ið hava trupulleikar at lesa og skriva orsakað av dysleksi, dyskalkuli og øðrum innlæringartrupulleikum. Arbeiðið umfatar eisini at ráðgeva og undirvísa lærarum, ið hava næmingar við nevndu trupulleikum. Viðkomandi, ið verður settur, skal hava royndir innan og góðan kunnleika til nýggjastu tøknuligu tól og hjálparamboð, ið eru á marknaðinum. Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum byrjar 1. august 2015. Starvið verður lønt eftir sáttmálanum millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið. Umsøkjari skal hava eina breitt samansetta útbúgving innan logopedi. Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Herleif Hammer, rektara. Umsókn, saman við próvskjølum, skal sendast til: Føroya Studentaskúla og HF-skeið Sanatoriivegi 13 188 Hoyvík t-postur: skrivstovan@hoydalar.fo Umsóknin skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 3. juni 2015 Føroya Studentaskúli og HF-skeið Hoydalar Fast starv innan logopedi á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði leyst at søkja Søga Sosialvísindi og samfelagsplanlegging Politikkur og umsiting Fróðskaparsetur Føroya bjóðar út masterlæruútbúgvingar. Tær geva dygd og dýpd í akademiskum arbeiðslagi, og møguleika fyri persónligari fakligari profilering. Les meira um útbúgv ing ina og tak niður umsóknarblað og leiðbeining á setur.fo/masterlæra … ella set teg í samband við útbúgvingarleiðaran: Gestur Hovgaard, lektari Tlf. 292595 gesturh@setur.fo Kunningarfundur 18. mai kl. 19.30 Jónas Broncks gøta 25 Tórshavn UMSÓKNARFREIST 1. JULI MASTERÚTBÚGVINGAR: