mikudagur 13. mai 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2015
SOSIALURIN 55
36
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv
í búnum eftir Poul
Georg Poulsen,
Glyvursvegur 80, 494
Innan Glyvur, føddur
tann 18. august 1926,
deyður tann 23.
januar 2015, verða
við hesum biðin um
innan 3 mánaðar frá
kunngerð av hesi
lýsing at boða frá
og skjalprógva krøv
síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp
pr. deyðsdagin, og
sendast Páll Nielsen,
advokat, Skansavegur
1, postboks 85, 110
Tórshavn, vísandi
til sks.nr. 48/2015,
saman við frumriti av
teimum skjølum, sum
krøvini eru grunda á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
TANN 4. mAI 2015.
TVINGSILSSØLA
Mikudagin tann 10. juni
2015, kl. 14.45, verður
á Dómaraskrivstovuni
C. Pløyensgøta 1,
100 Tórshavn, hildin
tvingsilssøla yvir matr.nr.
111a, Vestmanna.
Ognin er eitt gerði
við ástandandi
smiðjubygningi.
Grundøkið er 2.586 m2.
Smiðjan, sum stendur á
ognini er bygd umleið
ár 1900. Smiðjan, sum er
umleið 52 m2 til víddar,
er í sera ringum standi.
Smiðjan er ikki tryggjað.
Sølan er umbiðin av
Christian Adreasen,
advokati, Frúutrøð 4,
Tórshavn, tlf. 35 33
35, e-mail cfa@jura.
fo (j. nr. 20140363),
ið kann geva nærri
upplýsingar og útflýggja
tvingsilssøluuppstilling,
og sum nærri avtala
kann gerast við, um
ynskt verður at síggja
ognina.
FØROYA FÚTARÆTTUR,
TANN 12 /05 - 2015
Skip til hvalateljing fyri
Náttúrugripasavnið
29. juni – 3. august 2015
Í samband við at hvalateljingar verða í Norðurhøvum
í summar, søkir Náttúrugripasavnið eftir einum
hóskandi skipi at leiga til endamálið í tíðarskeiðinum
29. juni til 3. august 2015.
Krøv til skipið eru millum annað, at tað skal kunna
sigla alt tíðarskeiðið uttan at bunkra ella taka vatn,
kunna halda eina ferð uppá minst 10 míl og hava
hóskandi stødd og koyggjupláss til 8 eygleiðarar frá
Náttúrugripasavninum. Gjørligt skal somuleiðis vera at
seta eina eygleiðaratunnu, 2 x 3 metrar, á brúgvatakið.
Reiðarí (skip), ið lúka krøvini, og vilja bjóða seg fram,
fáa meira at vita um verkætlanina, og hvørji krøv eru
annars, við at venda sær til Bjarna Mikkelsen, Føroya
Náttúrugripasavn, tlf. 790576, t-postur bjarnim@savn.
fo. Freistin at bjóða seg fram er 1. juni 2015.
NASS (North Atlantic Sightings Surveys)
hvalateljingarnar, tær sættu í røðini, eru eitt samstarv
millum limalondini í Norðuratlantisku nevndini fyri
havsúgdjór NAMMCO, ið eru Grønland, Ísland,
Noreg og Føroya. Náttúrugripasavnið samskipar
føroysku luttøkuna fyri Fiskimálaráðið. Endamálið er at
stovnsmeta hvalastovnar, fyri Føroyar serliga grind, við
atliti til at tryggja eina burðardygga veiðu og menning
av stovnunum.
Avloysari fyri
lærara
HEILSUSKÚLI FØROYA
Skúladepilin í Suðuroy
950 Porkeri
Telefon (+298) 614210
heilsuskulin@skulin.fo
www.heilsuskulin.fo
Søkt verður eftir avloysara fyri lærara, 30 tímar um
vikuna, at byrja 1. august 2015 og eitt ár fram, við
fastari arbeiðstíð á Heilsuskúlanum.
Eisini verður søkt eftir tímaløntum undirvísara til umleið
60 klokkutímar frá 1. august 2015 og umleið 15
mánaðar fram, í tíðarskeiðum tá næmingar eru í skúla.
Størvini umfata undirvísing av heilsuhjálpara- og
heilsurøktaranæmingum, fyrireiking í samband við
undirvísing. Harumframt umfata størvini
næmingasamrøður í skúlatíðarskeiðinum og møguligar
starvsvenjingarvitjanir, tá næmingar eru í starvsvenjing,
luttøku í tvørfakligum samstarvi í toymum, vegleiðing í
samband við verkætlanarskriving og at skipa fyri og
hava próvtøkur.
Tú skalt hava viðkomandi heilsuútbúgving á
Bachelorstøði. Fyrimunur er, um tú hevur útbúgving
sum ergoterapeutur, fysioterapeutur, ella útbúgving
innan kost og føðslu. Krav er at tú hevur arbeiðsroyndir
innan títt fakliga øki. Fyrimunir eru, um tú hevur
undirvíst fyrr og/ella hevur námsfrøiliga eftirútbúgving.
Størvini verða lønt sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Um ikki nóg
nógvir skikkaðir umsøkjarir eru, skilar Heilsuskúlin sær
rætt til at søkja av nýggjum, ella ongan at seta.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast vi at venda sær til
leiðaran, á tlf. 61 42 10.
Umsóknarfreistin er 1. juni 2015 og umsóknir, saman
við avriti av prógvum v.m. skulu sendast til:
HEILSUSKÚLI FØROYA
Stílað: Jórun Petersen, leiðara
Grønudalur 2, Hov,
950 Porkeri
Ortopædiskur
skómakari & bandagistur
Ortopædkirurgiskur skómakari &
bandagistur frá SAHVA, verða á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi 16. og 17. juni. 2015.
Tíð fæst við at ringja á tlf. 45 45 45,
mánadag og týsdag kl. 10 - 12 , í seinasta
lagi týsdagin 9. juni. 2015.
Klaksvíkar Sjúkarhús
eblaðið
sos.fo
www.gevidblod.fo
Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú
teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum
ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo
Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.