Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. mai 2015 · Nr. 57 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Frigg festivalurin 2015 Leygardagin savnaðust føroyingar, danir, íslendingar og grønlendingar um tónleik í Enghaveparken, tá ársins Frigg festivalur lat portrini upp Væleydnaður Frigg festivalur Ruth Winther Poulsen Við øðrum ári á baki, vísti Frigg festivalurin seg aftur sum norðurlendskur savn­ aðar­staður, tá tónleikur og list úr ymiskum londum vístu sínar dygdir. Nakrar broyt­ingar vóru tó framdar í ár, millum annað vóru karm­ ar­nir um festivalin ikki teir somu sum í fjør, tá norður­ lendskir tónar rungaðu í Kongens Have. Í ár var festival­urin fluttur inn á Vestur­brúgv millum metro­ byggja­ríð og spírandi lista­ fólk í Enghave­parken. Festivalskráin var sett saman av tonleikarum úr áður nevndu norðurlondum – Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi. At byrja festival­in spældi danski-før­ oyski bólkurin, Salem við Leu Kampmann og Selmu Higgins. Sveimandi tónar fyltu festivaløkið og berg­ tóku fjøldina, sum var møtt tíðliga henda dagin. Næstur á skránni var Beinir Troest Rasmussen, sum tók sær av at syngja fyri børnunum. Hann spældi løg av fløguni »Kom við«, og til løttu tónar­ nar hjá Beini, vóru tað fleiri børn, sum dansaðu og sungu frammi við pallinum. Flestu vitjandi á festival­ inum vóru føroyingar, og før­ oy­ingum líkt, løgdust fleiri aftrat sum tímarnir gingu. Um tað mundi tá Sakaris fór á pallin, var nógv fólk møtt, og hóast regn, hildu festivalgestirnir seg ikki burtur frá pallinum. Flestu tón­leika­nøvnini á festival­ inum vóru kend, føroysk nøvn, men umboð vóru eisini úr hinum norðurlondunum. Úr Íslandi vóru Asta Bjørg og Dikta, úr Grønlandi DJT41, Simon Lynge og Karina Møller, og so danski-føroyski bólk­urin, Salem. Norðurlendskir sniðgevar á Frigg Frigg festivalurin snýr seg ikki einans um norður­ lendsk­an tónleik, men eisini um aðrar listagreinar so sum snið­geving og matmentan. Á festivaløkinum vóru, eins og undan­farna ár, fleiri básar har sniðgevar og listafólk