týsdagur 19. mai 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 20. mai 2015 · Nr. 57
sýndu fram avrikini hjá
teimum. Til bar at síggja og
keypa ymiska sniðgeving
frá norðurlendsku sniðgev
unum. Í básunum bar millum
annað til at keypa klæðir frá
føroysku Elsu Bech og at
síggja fløguhúsar og plakatir
hjá íslendska Snorra Eldjarn
Snorrason.
Í eina básinum hómaðust
smúkkur og aðrir prýðislutir
frá Fíu Heinesen og Unn
Baldursdóttir. Tær eru báðar
ættaðar úr Klaksvík og eru
í løtuni búsitandi í Keyp
mannahavn. Við útbúgving
innan sniðgeving takast tær
vanliga við at gera klæðir,
men á Frigg valdu tær at
taka ymiskt annað við.
– Vanliga gera vit klæðir,
men hesa ferð hava vit
kastað okkum útí ymiskt
annað, Unn ger smúkkur, og
eg ymiskt broderí og myndir,
sigur Fía Heinesen.
Vælnøgdir fyriskiparir
Samanborið við seinasta ár,
riggaði tað væl at hava flutt
festivalin til Enghaveparken,
sum er væl minni enn
Kongens Have. Huglagið var
hugnaligt, og við teimum
sera bíligu bilettprísunum
var tað møguligt hjá fólki at
fara ein spontanan festival
túr. Flest áhoyrarir mundu
vera savnaðir, tá Sakaris,
Franka og Marius Ziska
traðkaðu á pallin, og enda
brakinum syrgdu Frændur
fyri.
– Vit eru sera væl nøgd,
og í veruleikanum errin av
tí fantastiska tónleiki, sum
tey fýra norðurlondini hava
at bjóða, sigur Barbara Holm,
ein av fyriskiparunum av
Frigg festivalinum.
Fyrireikararnir eru væl
nøgdir, og á einum máli um,
at tiltakið aftur í ár hevur
eydnast sera væl. Barbara
Holm vísir á, at tónleikar
arnir hava víst seg frá síni
bestu síðu, og somuleiðis
hevur
undirtøkan
verið
framúr.
– Tað er sjálvandi vón
leyst at meta um, hvussu
ein tónleikafestivalur fer at
eydnast, og somuleiðis nær
tiltakið er væleydnað og
ikki. Í fjør vóru áleið 2-3000
festivalinum, og tá vóru vón
irnar kanska settar ov høgar.
Enn er ikki vist hvussu nógv
fólk hava vitjað Frigg 2015,
men greitt er, at undirtøkan
í ár er betri enn hon var í fjør.
Hon leggur aftrat, at tað
uttan iva er grundarlag fyri
einum
norðuratlantiskum
festivali í Keypmannahavn,
og hon væntar og vónar, at
Frigg er komið fyri at vera.
Sí eisini myndir frá
festivalinum á www.in.fo
Frigg festivalurin 2015