Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. mai 2015 · Nr. 57 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tjóðarflogfelagið At­lants­ flog hevur keypt tvær spild­ ur­nýggjar tyrl­u­r til til­búgv­ ingina og rutu­flúgv­ingina í Føroya Talan er um tvær Agusta West­land 139 tyrlur, sum verða mettar at vera millum tær bestu á økinum. Upprunaliga var Bell við til at menna hesar tyrlurnar, men tók seg seinni aftur. Tyrlurnar verða brúktar til uppgávur av øllum handa slag – og tær verða eisini teknaðar til serligar upp­gáv­ur. Tær eru vælegnaðar til persón­flutning og kunnu hava 15 ferðafólk umborð. Er talan um bjarg­ingar­ar­ beiðið, so er pláss fyri tveim­ um sjúkra­bør­um umborð. Somu tyrlur verða eisini brúkt­ar og bygdar í Russ­ landi, har eitt samstarv er mill­um Agusta Westland og russiska framleiðaran Rost­ver­tol. Tyrlurnar kosta á leið 100 milljón­ir hvør og tær verða lætn­ar Atlantsflog næsta vár. Løgtingið er farið heim og tingsetan er enda. Ofta verður ymist hastað gjøg­num tingið seinastu dag­ ar­nar áðrenn tað fer heim, með­an onnur mál skapa nógv kjak. Vit hava hoyrt um, at nógv kjak var um eitt mál hjá and­støðuni, sum hevði til enda­máls at geva heimild til at lata hart fígggjarliga serd foreldur fáa upp til 1500 krón­ur meira um mánaðin í ein­um serligum ískoyti. Tilsamans kostaði málið á leið 10 milljónir krónur um árið. Málið fall. Hinvegin gekk ómeta­ liga lætt at geva lands­ stýris­manninum við fiski­ vinnu­málum eina heim ild, sum yvir 10 ár fer at kosta lands­kassa­num slaka hálva milljard krónur. Bert ein fundur skuldi til í vinnunevndini áðrenn álit var skrivað, har ein samd nevnd tók undir við at geva landsstýrismanninum heimild­ina. Skjót viðgerð Málið snýr seg um tyrlu­ flúgv­ing fyri tað al­menna – herundir fyrst og fremst bjarg­ing og tilbúgving. Almennu Føroyar hava ein sáttmála við Atlants­flog um at røkja hesar up­p-gáv­ ur­nar fyri tað al­menna – her­ undir eisi­ni rutu­flúgving til út­oyggj­ar­nar. Sáttmálin er ikki ókeypis sum er, men mett verður, at prís­urin fyri tænasturnar fer at hækka við á leið átta milljónum um árið. Sagt verður, at hækk­ing­ ar­nar fyrst og fremst stava frá øktum úteiðslum til rent­ ur og avskrivingar. Sáttmálin, sum er nú, gong­ur út á nýggjárinum, men samstundis hevur Atlants­flog boðað frá, at flog­felag­ið ætlar at kepa tvær nýggjar tyrlur. Tá ið málið um heimildina til landsstýrismannin var til við­gerðar í tinginum, var sátt­málin ikki undir­skriv­ aður, men tað er hann nú. Tað tók heldur ikki meira enn ein fund til ein samd nevnd mælti til at geva landsstýrismanninum heim­ ild at samráðast um nýggjan sáttmála við Atlantsflog. Í viðmerkingunum til upp­skotið um heimildir verð­ ur biðið um, at heimildirnar eru so víðar sum tilber, so talan verður um veruligar sam­ráðingar. Fiskimálaráðið metir, at kom­andi sáttdmálin fer at líkjast tí, sum er galdandi í løtu­ni, men hevur ætlanir um at nágreina hann eitt sind­ur meira, so sleppast kann undan ymiskum mis­ skilj­ing­um. Í løtunii er tað soleiðis, at onki beinleiðis áramál er ásett í sáttmálanum, men ætlan­in er, at komandi sátt­ málin skal fevna um 10 ár. Umframt fiskimálaráðið, sum varðar av sjóbjarging og tilbúgving, skulu bæði vinnu­málaráðið og heilsu­ mála­ráðið takst við uppá ráð um sáttmálan. Vinnumálaráðið, tí tað hevur ábyrgd av rutu­flúgv­ ingini, og heilsu­mála­ráðið tí tað hevur ábyrgd av sjúkra­ flutn­inginum. Hart trýst Vinnunevndin var undir ómeta­liga hørðum trýsti, tá ið støða skuldi takast til upp­skotið um at veita lands­ stýris­manninum heimild at sam­ráðast um nýggjan sátt­ mála. Tað vísti seg nevniliga, at Atlantsflog lat nevndini eitt skriv, har tað stóð, at um tað ikki eydnaðist at fáa heimildina ígjøgnum og tyrl­ur­nar kundu bíleggjast í seiansta lagi 15.mai, so hækkaði prísurin fyri tvær tyrl­ur heilar átta milljónir krón­ur. Í einum skrivi til fiski­ mála­ráðið og vinnu­mála­ ráðið skrivar Atlantsflog: - Nú tá ið viðgerðin av lóg­ ar­uppskotinum um tyrlu­til­ búgving er byrj­að í løg­tingi­ num og vit skjótt nærkast nýggju tíðar­freist­ini hin 15. mai, ið Agusta (AW) at enda góðtók, so vilja vit hervið loyva okkum at minna á, at Atlantic Airways noyðist at undirskriva sáttmálan við AW í seinasta lagi hin 15. mai, um so er at verandi tilboð, ið liggur sum grundarlag fyri løgtingsviðgerðini, skal galda. Um so er, at sáttmálin verður undirskrivaður seinni, hækkar prísurin, sum víst niðanfyri og sum áður upplýst, við 650.000 Euro fyri hvørja tyrlu - t.v.s. tilsamans 1.3 milliónir Euro fyri báðar tyrlurnar. -Fyri at vit kunnu undir­ skriva sáttmálan í sein­ asta lagi hin 15. mai, hava vit tískil tørv á at hava ein undirskrivaðan tyrlu­sátt­ mála, umframt gjaldsavtalu, við FISK og VMR heilt lidnan í seinasta lagi hin 14. mai. Tað eydnaðist at fáa málið gjøgnum Løgtingið, men enn er ongin sáttmáli gjørdur við fiski­málráðið. -Vit hava gjørt eitt ætlan­ ar­skriv, sum er nóg góð trygd, so Atlantsflog kundi bí­leggja tyrlurnar, men vit hava fleiri smálutir eftir at diskuterað. Ein freist er sett til 1. Juli at undirskriva nýggj­an sátt­ mála, sigur Jacob Vester­ gaard, lands­stýris­maður við fiski­vinnumálum. politikkur Nýggjar tyrlur keypast til Atlantsflog – landskassin skal gjalda 450 milljónir Tjóðarflogfelagið fær nú tvær nýggjar tyrlur – og landsstýrismaðurin fingið heimild at gera sáttmála fyri 450 milljónir krónur Atlantsflog hevur keypt tvær spildurnýggjar tyrlur til rutuflúgvingna og tilbúgvingina Super nýggjar tyrlur til arbeiðis hjá Atlantsflog Jacob Vestergaard, landsstýrismaður sigur, at ongin endaligur sáttmáli er gjørdur, men at eitt ætlanarskriv er undirskrivað Tað eru tvær tyrlur av hesum slagi, sum Atlantsflog hevur bílagt frá Agusta Westland