Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. juli 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 7 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 126 - 5. juni 2000 Nr. 126 - 5. juni 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Andstøðan jagstrar persónar Helena Dam á Neystabø er sannførd um, at hon einki skeivt hevur gjørt í pensjónsmálinum. Hon heldur, at andstøðan leggur seg eftir henni í staðin fyri málinum JOHN JOHANNESSEN Helena Dam á Neystabø er sannførd um, at andstøðan førir eina miðvísa persóns- jagstran móti henni. Grundgeving hennara fyri hesum er, at andstøðan gjørdi greitt, at endamálið við at fáa landsstýrismála- nevndina at kanna embæt- isførslu hennara var at fáa grundarlag fyri at leggja fram misálit móti henni. Landsstýriskvinnan vísir tó á, at kanningin hjá lands- stýrismálanevndini ikki prógvar, at hon hevur gjørt nakað skeivt. Har er nevni- liga eingin niðurstøða, ið vísir á, at hon hevur forbrot- ið seg á nakran hátt. Tí ætlar landsstýriskvinn- an als ikki at leggja frá sær av sínum eintingum. Vil fegin hava kanningarstjóra Løgmaður hevur ásannað, at frágreiðingin hjá lands- stýrismálanevndini vísir á nakrar spurningar, ið kunnu sáa iva um embætisførsluna hjá Helenu Dam á Neysta- bø. Men eisini løgmaður vísir á, at eingin niðurstøða, sum staðfestir, at landsstýris- kvinnan í almanna- og heilsumálum hevur forbrot- ið seg, er í frágreiðingini frá landsstýrismálanevndini. Tí hevur løgmaður mælt til, at ein kanningarstjóri verður settur at kanna, um landsstýriskvinnan hevur borið seg skeivt at. Hesum hevur Helena Dam á Neytstabø einki í- móti. – Tað er í mínum áhuga, at allar lógir og reglur verða hildnar. Tí havi eg einki ímóti, at ein kanningarstjóri verður settur, sigur Helena Dam á Neystabø. Landsstýriskvinnan legg- ur tó dent á, at hon hvørki mælir til ella frá, at ein slík- ur kanningarstjóri verður settur. Hon vil bert gera greitt, at hon heldur tað vera í lagi, um løgmaður metir hetta vera neyðugt. Helena Dam á Neystabø vil ikki siga, um Sjálvstýr- isflokkurin tekur seg úr samgonguni, um hon missir landsstýrissessin. Brotið stýrisskip- anarlógina Orsøkin til, at andstøðan við Kristiani Magnussen úr Javnaðarflokkinum á odda vildi hava landsstýrismála- nevndina at kanna embæt- isførsluna hjá Helenu Dam á Neystabø var, at andstøð- an metir hana hava brotið stýrisskipanarlógina. Hetta skal landsstýris- kvinnan hava gjørt, tá hon fyri hálvum ári síðani lækk- aði lógarásettu, skattskyld- ugu pensjónina og ístaðin hækkaði umsitingarliga á- settu, skattafríu pensjónina vísandi til ein áseting um frádrátt í skattskyldugu inn- tøkuni í løgtingslóg um lands- og kommunuskatt. Stýrisskipanarlógin stað- festir nevniliga, eins og grundlógin, at tað ikki er loyvt at áseta skatt umsit- ingarliga. Hetta skal gerast við løgtingslóg. Torskilt mál Landsstýriskvinnan í al- manna- og heilsumálum á- sannar, at pensjónslógir eru ógvuliga torskildar. Hetta sigur hon ikki bert vera galdandi í Føroyum, men í øllum londum, vit vanliga samanbera okkum við. Eis- ini vísir hon á, at vanligt er í øllum londum, at broyt- ingar javnan verða gjørdar í pensjónslógunum. – Tær justeringar, eg havi gjørt í pensjónunum, eru gjørdar í fullum samráð við fleiri lógarkøn. Tí rokni eg ikki við, at tað fer at bera til at staðfest, at eg havi gjørt nakað skeivt, sigur Helena Dam á Neystabø. Helena Dam á Neystabø sigur at enda, at tað er úr- slitið av nýggju pensjóns- skipanini, ið er avgerandi fyri hana, og ikki landsstýr- issessurin. Málið hevur verið greitt allatíðina Kristian Magnussen er sannførdur um, at Helena Dam á Neystabø hevur brotið stýrisskipanarlógina. Hetta hevur hann verið sannførdur um síðani justeringar vóru gjørdar í pensjónsskipanini JOHN JOHANNESSEN Orsøkin til, at Kristian Magnussen vildi hava landsstýrismannanevndina at kanna embætisførsluna hjá Helenu Dam á Neysta- bø, áðrenn hann fór at leggja fram misálit móti henni var, at hann vildi sannføra aðrar tinglimir um, at hon hevur brotið stýris- skipanarlógina. Sjálvur hevur Kristian Magnussen aldri verið í iva um, at landsstýriskvinnan bar seg skeivt at, tá hon fyri hálvum ári síðani gjørdi nakrar umsitingarligar just- eringar í einari samtyktari løgtingslóg. Tingmaðurin heldur eis- ini, at kanningin hjá lands- stýrismálanevndini vísir tað sama. Tí heldur hann tað vera púra rætt at leggja fram misálit móti landsstýris- kvinnuni, tekur løgmaður ikki sessin frá henni. Ikki persónsjagstran Kristian Magnussen vísir aftur útsagnunum hjá Hel- enu Dam á Neystabø um, at talan í hesum føri er um persónsjagstran, heldur enn at kanna eitt nágreiniligt mál. – Var eg ikki sannførdur um, at Helena Dam á Neystabø so dyggiliga hev- ur brotið stýrisskipanina, hevði eg ikki áðrenn kann- ingin varð sett í verk sagt, at grundarlag var fyri at leggja fram misálit. Hetta hevði jú rakt meg harðari aftur, fór eg skeivur, sigur Kristian Magnussen. Kristian Magnussen sig- ur, at eftir hansara tykki breyt bikari yvir, tá Helena Dam á Neystabø í tíðind- askrivi boðaði frá, at hon broytti samansetingina av pensjónini við at gera ein part skattafrían. Helena Dam á Neystabø sigur, at andstøðan í málinum um pensjónirnar, fer eftir manninum í staðin fyri bólti- num Sosialurin - 311820 Tórsgøta • 100 Tórshavn • Tel. 31 13 95 P/F SKJÚRTUR, SLIPS OG SELAR til føroyska búnan fáast hjá Kissa Skulu tvingast at samarbeiða ÁKI BERTHOLDSEN Nú skulu tær føroysku kommunurnar verða noydd- ar at samstarva meiri, enn tær hava gjørt higartil. Tað er í hvussu so er endamálið við eini nýggjari íløguætlan, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú fer at seta í verk. Hann hevur gjørt eina nýggja íløguætlan fyri kommunurnar, sum skal fevna um allar kommunalar íløgur tey næstu fimm árini. Hendan ætlanin skal setast í verk longu næsta ár. Endamálið við ætlanini er at býta alt landið sundur í nøkur øki. Hvørt av hesum økjum fær so ein íløgukarm, sum kommunurnar í tí økinum skulu halda seg innanfyri. Karsten Hansen sigur, at sum samfelagsbúskapurin er nú, verður samlaði íløgu- karmurin hjá føroysku kommununum tey næstu ár- ini á sama støði sum í ár, tvs, onkustaðni ímillum 160 og 175 milliónir. Tó kann karmurin verða víðkaður, ella minkaður, alt eftir gongdini samfelagsbú- skapinum annars. Íløgukarmurin verður so býttur sundur ímillum tey ymsu økini eftir fólkatalin- um í hvøjum øki. Karsten Hansen sigur, at hann hevur havt fund við tey bæði Kommunufeløgini og tey taka undir við ætl- anini. Men tey halda, at tað er uppgávan hjá fíggjarmála- stýrinum at býta landið sundur í øki, og tað verður nú gjørt. Fíggjarmálaráðharrin veit ikki enn, hvussu økini koma at síggja út, men hann nevn- ir t.d., at Suðuroyggin er eitt natúrligt øki. Og taka vit Suðuroynna sum dømi og siga at samlaði íløgukarmurin, er 175 milli- ónir, sleppur Suðuroyggin tilsamans at gera íløgur fyri góðar 19 milliónir um árið, sigur Karsten Hansen. Tað kemur soleiðis fram, at íløguarmurin er 175 milliónir, býtt við fólkatal- inum í Føroyum, sum 31. desember var 45.389, fald- að við fólkatalinum í Suð- uroynni, sum var 4.971 fólk tann 31. desember. Hóast landið verður býtt sundur í øki, verður tað tó altíð so, at tá ið hesi fimm árini eru farin, skal hvør einstøk kommuna hava fingið sín part av íløgunum eftir fólkatalinum í komm- ununi. Noyðast at samstarva Tann djúpara meiningin við hesi ætlanini, er, at komm- unurnar í hvørjum øki skulu verða noyddar samstarva um, hvussu nógvar íløgur av tí samlaða karminum skulu gerast í hvørjari kommunu í økinum í hesum fimm ára íløguskeiðnum. – Tað vil siga at ein kommuna í einum øki kann lata allar íløgur frá sær tað eina árið, afturímóti at at hon sleppur at gera tvær ferðir so nógvar íløgur árið eftir. Karsten Hansen sigur, at hetta gevur kommununum nógv størri frælsi. – Skulu íløgurnar býtast sundur til hvørja kommunu, verður tað mangan so, at tær fáa hvørki ráð til eitt ella annað. –Men eftir hesi ætlanini fer tað at bera til hjá einari kommunu at samla íløgur saman í kanska trý ár til eina stóra verkætlan. – Hetta skuldi eisini tryggja tær smáu kommun- urnar ímóti tí, tær oftani eru mest bangnar fyri: nevniliga at verða slúktar av teimum størru kommununum. Karsten Hansen sigur, at endamálið við hesi íløgu- ætlanini er eisini at sleppa undan, at fleiri kommunur í sama øki gera íløgur í somu endamál. Hann heldur, at hetta skuldi tvinga komm- unurnar at hugsa um alt øki og samstundis eggja komm- ununum til at fara undir fleiri felags verkætlanir. Tryggjar útjaðaran Fíggjarmálaráðharrin sigur, at eftir hesi íløguætlanini er útjaðarin í Føroyum nógv betri tryggjaður, enn hann hevði verið, um kommun- urnar sluppu at gera íløgur eftir fíggjarligari orku. – Skuldu kommunurnar gjørt íløgur eftir fíggjarlig- ari orku, vita vit, at tær all- arflestu íløgurnar høvdu dottið niður í miðstaðarøk- inum. – Men eftir hesum leist- inum er útjaðarin tryggjaður sín part. Og verða tað øki, sum ikki brúka sín part av íløgukarminum, kunnu hes- ar íløgurnar ikki verða flutt- ar til onnur øki í landinum, men fella burtur. Karsten Hansen sigur, at hetta er eisini ein máti at tálma búskaparligu gongd- ini í miðstaðarøkinum, har nógv er at gera framman- undan. Hann ivast ikki í, at íløgu- karmurin er fer at nøkta tørvin á íløgum úti um land- ið, meðan kommunurnar í miðstaðarøkinum uttan iva kundu hugsa sær at gjørt nógv fleiri íløgur. –Hann sigur, at komm- unurnar mugu ásanna, at skal útjaðarin mennast, er tað neyðugt at hugsa um tey ymsu økini sum eina eind og at byggja tey út hareftir. – Ongin fær nakað burt- urúr bara at hugsa um sína egnu bygd, leggur hann aft- urat. Ein nýggj ætlan hjá Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, fer at tvinga tær føroysku kommunurnar at samstarva meiri. Men hon fer eisini at tryggja útjaðaran í Føroyum –Føroysku kommunurnar mugu ásanna, at skulu tey ymsu økini í landinum mennast, nyttar onki, at hvør kommuna bara hugsa um seg sjálva, sigur Kar- sten Hansen Høgni Mohr Tveir fastir men flótandi gestir eru vi› atløgubryggj- una á Bursatanga í Havn. Teir eita Norröna og Smyril. Men teir broytast í vavi. Um tvey ár kemur n‡ggja Nor- röna hjá Smyril Line og eftir ætlan ver›ur n‡ggi Smyril settur í sigling ári› eftir; í 2003. Ov smalur skrái Havnarnevndin í Havn vi› Tórfinni Smith á odda arbei›ir í hesum sambandi vi› at broyta m.a. atløguum- stø›urnar hjá skipunum bá›um. Ney›ugt ver›ur at brei›ka betongskráan, har rampin á Norrönu skal vera. Rampin á n‡ggju Norrönu ver›ur á lei› f‡ra fer›ir so brei›ur sum á »gomlu« Nor- rönu. Eisini ver›ur ney›ugt at broyta landgongdina mill- um skipi› og Farstø›ina. Smyril uttaná Um summari› er mangan ney›ugt, at Smyril noy›ist at liggja vi› molan, tí Nor- röna ella farmaskipi› hjá Smyril Line leggja hald á bryggjuplássi› vi› Bursa- tanga. Men stendur ta› til formannin í havnarnevnd- ini, ver›ur hetta broytt. Ver›ur útbyggingarætlanin hjá teimum veruleiki, er ikki óhugsandi, at ein lítil kei- stubbi ver›ur gjørdur sunn- aru megin Kongabrúnna. Og so skal Norrøna liggja sum vant innafyri vi› reyv- ini nor›ureftir, me›an Smyril liggur vi› hennara st‡ribor›, vestaru megin hendan keistubba. Parkeringsdekk Tri›ja ætlanin hjá havnar- nevndini er at fáa skil á parkeringsumstø›urnar vi› Farsstø›ina. Fólk, i› fer›ast dúgliga og annars koma á keiina vi› jøvnum millum- bilum, vita, at ru›uleiki mangan valdar á økinum. Havnarnevndin umhugsar tí at gera eitt parkeringsdekk. – Vit vita av royndum, at ta› er sera kostna›armiki› at fylla út á sjógv fyri at fáa størri øki. Spurningurin er tískil, um ikki ta› er ód‡rari at byggja omaná, sigur Tór- finn Smith í sambandi vi› ætlanirnar vi› parkerings- økinum. Stórar inntøkur Forma›urin í havnarnevnd- ini hevur enn onga hóming av, hvussu nógv alt hetta arbei›i› fer at kosta. Men inntøkurnar streyma fram- vegis inn í havnarkassan. Í ár er tali› á útlendskum fer›amannaskipum, sum vitja í Havn, 29. Tali› í fjør var 25. Longu nú hava 22 skip bo›a› frá, at tey koma á Havnina næsta ár. Havnar- og brúgvagjaldi› fyri hvørt einstakt skip er vanliga úr 30.000 og upp ímóti 200.000 krónum, um skipi› er risastórt. Broytingar á Bursatanga ÚTBYGGING. Um- og útbyggingarvirksemi› á Tórshavnar Havn heldur fram. N‡ggja Norröna og n‡ggi Smyril fara at krevja betri umstø›ur Tórfinn Smith, forma›ur í havnarnevndini í Havn, væntar útbyggingar her á Bursatanga. Mynd: Jens Kristian Vang