Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. juli 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 11 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 126 - 5. juni 2000 Nr. 126 - 5. juni 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Sól og summar á Gøtusandi Í góðveðrinum, leygardagin 24. juni, skipaði Gøtu Mennignarfelag fyri árliga summartiltakinum á sandinum í Syðrugøtu. Hetta tiltak gjørdist av sonnum ein ógloymandi summarløta – bæði fyri stór og smá Leygardagin 24. var árliga summartiltakið hjá Gøtu Menningarfelag við undir- heitinum – hugnaløta fyri stór og smá – á sandinum í Syðrugøtu. Í góða summar- veðrinum hendan dagin høvdu fleiri hundrað fólk leitað sær oman á sandin at fylgja við og taka lut í teim- um mongu tiltøkunum, ið vóru á skránni. Skráin var long og vardi allan dagin. Byrjað varð longu kl. 2 seinnapartin og ikki varð helmað í fyrr enn klokkuni leið væl móti 10 á kvøldið. Lagt varð fyri við barna- ríðing og mong vóru tey smáu, sum hendan dagin fingu sær ein ríðitúr. Løgið sum ross og smábørn ganga upp í eina størri eind! Fjallarenning og framsýning Kl. hálvgum 4 vóru tvey tiltøk samstundis. Tá byrj- aði bæði fjallarenningin og framsýningin av sløkkiliðs- politi- og sjúkrabilum, og ikki kann sigast annað, enn at tað vóru glómur í andlit- inum á mongum, tá allur riðilin av akførum í fullum útkalli kom av Nesinum og heim á sandin. Blíðir sløkkiliðsmenn, politistar og portørar bjóðaðu øllum – yngri sum eldri – at síggja akførini og børnini sluppu eisini biltúr og at royna ta ymsu útgerðina. Hetta mundi vera fyrsti túrur hjá teimum flestu í slíkum ak- førum, og helst ein ógloym- andi uppliving hjá mongum. Fjallarenningin, ið nú er vorðin fastur táttur á skránni, varð á fyrsta sinni roynd seinasta ár við góðum úrsliti. Luttakarar komu ymsastaðni frá úr øllum landinum og í ár vóru teir enn fleiri enn seinasta ár. Nevnast kann, at í ár vóru fyri fyrstu ferð eisini kvinn- ur við og øll fullførdu tein- in. Kappast verður um at renna/ganga upp á tað 516 metra høga Støðlafjall og omanaftur. Runnið verður av Gøtueiði, niðan á Støðla- fjall og oman á Gøtusand, har málstrikan er. Spenning- urin, um hvør varð fyrstu um málstrikuna, var sum vera man, óførur. Úrslitið av fjallarenningini gjørdist hetta: Nr. 1 Regin Zachariasen úr Vestmanna við tíðini 33.20.08. Nr. 2 Jóan Petur G. Olsen úr Norðragøtu við tíðini 34.50.43. Nr. 3 Marius Jacobsen úr Leirvík við tíðini 35.15.25. Ognarsteyp vóru latin til nr. 1, 2 og 3, og eisini fekk vinnarin eitt stórt og vakurt ferðasteyp. Nevnast kann, at tíðirnar í ár vóru munandi betur enn í fjør, men tá vóru eisini verri lýkindir at renna. Togtogan og annað skemt Við hálvgum 5 tíðina var togtogan millum Syðrugøtu og Norðragøtu á skránni. Býtt var upp í tríggjar bólk- ar, ung, konur og menn. Tey ungu úr Norðragøtu vunnu, meðan syðrugøtukonur vóru, sum so mangan áður, tær stinnaru og hjá monn- unum drógu norðragøtu- menn tað longra stráðið. Eisini her vóru ferðasteyp handað vinnarunum. Nú var køkuuppboðssøla o.a. skemt á skránni. Kórsangur og røða Felagskórið Gøta/Leirvík hevur í mong ár ríkað løtuna á sandinum og í ár var onki undantak. Kórið sang nak- rar summar- og fosturlands- sangir, og sera hugnalig var hendan løtan við sjóvarmál- an á Gøtusandi eisini. Fastur táttur á skránni er eisini røða og í ár var tað Tórbjørn Jacobsen, skipari, á Glyvrum, ið helt røðu. Tórbjørn er kendur røðari og er hálvur gøtumaður og staðkendur, sum tað eisini skilst av røðuni, ið er prent- að niðanfyri. Eftir røðu og kórsang varð kynt í tað stóra bálið á sandinum og meðan bálið brendi og hitaði sandin ljómaði felagssangurin av Hellisenda og norður í Barnarættina. Sámal og Ronni Síðsti táttur á skránni á sandinum va rkonsert við Sámali Ravnsfjall og Ronni Nielsen. Hesir báðir, ið telj- ast millum okkara frægastu vísusangarar og -tónleikar- ar, sungu og spældu í knappar tveir tímar meira og minni vælkendar vísur og settu eirr flott punktum fyri einum sera góðum og væleydnaðum summartil- taki á Gøtusandi. Hjálp frá bygdarfólki og øðrum Fyri at sovorðin tiltøk kunnu lata seg gera, er neyðugt við góðari hjálp frá bygdarfólkinum og hendan dagin rætti ein stóru rpartur av fólkinum felagnum eina hjálpandi hon, og tað eiga tey stóra tøkk fyri. Onnur, ið stuðlaðu vóru: Føroya Shell, Faxe Kondi, MBM, HT-transport, P/F Varðin og El-talvuvirkið. Gøtu Menningarfelag skip- aði fyri Jóansvøkuhaldi á sandinum í Syðrugøtu sein- asta leygardag. Stórt bál varð kynt á sandinum og ímillum mangt annað sum hendi hendan dagin sang lokala kórið hjá Heðini Kambsdal, vakrar fostur- landssangir, fyri manna- múgvuni og í einum støðgi í sanginum helt Tórbjørn Jacobsen av Glyvrum nið- anfyristandandi røðu fyri gøtufólki, harið hann hug- leiddi um gamlar dagar í bygdini, um hennara støðu í dagsins Føroyum og tað vegamótið sum føroyingar nú standa við politiskt. Tað var ikki Bob Dylan sum fann útav tí, at tíðirnar broytast, hann staðfesti tað bara í sanginum The Times they are a´changing, harið hann m.a. ávarðaði status quo- politikkararnar um at ansa sær, skuldu múrarnir ikki bólta omanyvir teir, tá ið brimið frá ungdómsill- veðrinum í 60-árunum kom skolandi inn yvir bæði heið- ið og kristið. Hvørt einstakt menniskja er bara eitt blunk, ein lítil ljósglæma, í stóra tíðarhav- inum. Kanska hava vit, sum nú eru til sjónar, upplivað størri broytingar, enn ættar- liðini undan okkum, og kunna tí við egnum eygum staðfesta, at onki stendur í stað, at alt er í áhaldandi broyting. Alt uttan prome- nadan her niðri við sjóvar- málan í Syðrugøtu. Líka av Rætt og norð til Húsar, ella heilt norður á Fiskamjøl, er einasta broytingin frá mín- um uppvøkstri, at múrarnir á 98 eru rapaðir og gróthús- ið hjá Pól Kristoffuri í Gutt- astovu, ið varð ruddað, og nýtt sum ífylla, tá ið grund- arlagið undir hesi nýggju, og nú næstan heimskendu kirkjuni, var lagt. Tað er sum sálarlig, heldur enn sum kosmetisk ífylla, at tað er neyðugt at endurreisa múrarnar á 98. So misháttur ið hesin hjallurin hjá hinum kenda Martinusi í Innigutt- astovu, og síðani hjá Pól Andreasi, annars kundi tykjast, so var hann onkurs- vegna eitt varðtekin, kjøl- festan í hugaheiminum hjá øllum teimum, ið vara av hesi bygdini. Ingi Joensen, fotografur, sum tók hina kendu myndina, út eftir vík- ini, sigur seg ongantíð, at hava verið so bombarderað- an við umbønum, sum frá gøtufólki, serliga útisetu- num, sum vilja hava hendur á hesum sjaldsama bílæti. Kanska onkur kundi brúkt hetta temaið í valkampinum til bygdarráðið í heyst. Havi tosað við formannin í for- standaraskapinum um hetta, men har hendi onki. Hann er kanska ikki so nostalg- iskur av lyndi sum vit aðrir. Flestu promenadur í heiminum hava hendan sama trupuleikan. Mynstrið læsir seg fast niðri við sjóv- armálan, og til endans verð- ur alt til klenodiir, sum ongin vil skala ella broyta. Og síðani koma friðingar- myndugleikarnir uppí og konservera tað sum stendur. Heimsins kendasti sjóvar- máli er kanska í Havanna, harið teir hava hina víða- gitnu Malecon-promenad- una, ið yður av lívi. Undir- húsið hjá teimum eldru, slaraffenlandið hjá gøtumu- sikarum og staðið, harið eyguni á fyrsta sinni møtast og tey ungu oftani leggja ástir saman, og hóast stødd- armunurin er stórur, so er hon ikki so heilt ólík hesari. Myndin hevur læst seg fæsta. Brimgangurin er hin sami. Hon er friðað, og verður latin framtíðini sum ein ímynd um tað sum ein- aferð var. Men aftanfyri gongufólk- ið & múrarnar herja dyn- amiskir vindar. Og tað er ikki ov nógv sagt, at í Gøtu hevur barometrið fyri tað nógva staðið á stormi, tá ið um framtøk og broytingar ræður. Kanska hevur login í skeggjaæðrunum ein ser- ligan intensitet. Tað er í hvussu er ikki av tilvild, at hendan bygdin, og tá hugsi eg um allar 4 bygdirnar, hevur otað seg uppí oddin av føroyskum framtaks- hugi. Av sonnum ein vinn- uligur bulldozari. Tað ræður um ongantíð at liggja á boð- unum, hetta man vera lívs- játtandi kredan, sum hevur skapað hesa legendarisku uppdriftuna, ið gøtumenn eru so kendir fyri, eisini í øðrum samanhangi. Teir hava sannað tað sama sum skiparin úr Hvannasundi segði: “Tú kanst leggja alt arbeiði í Harrans hendur, men treyðugt eigur tú at biðja hann gera tað fyri teg. Harrin kemur ikki uppí koyggjuna til tín, um ella táið tú er lagstur uppí hana av leti.” Við Trónda varð frælsið vegi Fáar bygdir eiga eina søgu sum hendan. Og sum skál- víkingurin segði, tað man ikki vera av tilvild, at hon fekk hetta einfalda navnið. Flogvitið Tróndur mundi síggja fyrimunirnar. Tí flutti hann ikki hiðani. Sá gøtur- nar norður- & vestureftir til landsins bestu skipahavnir, ímeðan hann sjálvur sat væl vardur inni á Víkini, við góðum útsýni og brim- gangi. Fríða fjallameingi og stóru akrarnar. So høgt til loftið og so vítt til veggja. Hetta skuldi verða metro- polurin harið fólkið skuldi leggja gøtuna, at vinna sær vísdóm, bæði í stjórnarmál- um og átrúnaði. Her skuldi brótast upp úr nýggjum bæði handaliga og andaliga. Ikki undarligt at hann ikki vildi geva seg undir Noregis veldi. At hann ikki væntaði, at alt tað góða skuldi koma frá fremmandum. Sitandi í hesi vælsignaðu perlu, kundi hann illani vænta annað, enn at føroyingar fóru at verða sær sjálvum næstir, vildu fylgja honum og ikki hinum norska stráð- manninum, Sigmundi Brestissyni. Við Trónda varð frælsið vegi. Tá ið deyðir vóru skeggjar oyggja, orkaði hann ikki meira. Elitutropp- arnir vóru falnir. Og hansara egna hár var somikið grán- að, ryggurin so illani bogin, at høvdingakroppur hansara vann ikki á hevndarhuga- num. Tá var lítið annað at gerða, enn at leggja seg í skemmuna, draga hurðarnar fyri og síðani at bíða deyð- anum. Eitt intermezzo ímill- um lívið og ævinleikan út- spældi seg har í koyggjuni. Hann hoyrdi íðurnar róta, hoyrdi deyða manna mál, sá Gøtuboðar bróta og sá reyða hevndarbál. Síðani slóknaði ímyndin um frælsið í Før- oyum. Og úr hesum rann ein psykosa, sum illani gongst at sleppa burturúr. Vit hava ov oftani verið okkara verstu fíggindar, okkara argastu mótstøðu- menn. Guðloysisstemplið hitt snilda vápnið Gjørda myndin av hinum ónda Trónda, er skapað tá ið imperialistarnir ongi onn- ur ráðini vistu sær. Stolt- leikin og kærleiki hansara til hesar oyggjar forðaði honum í at gerast hentur idi- otur hjá maktgreðingunum, ið stjórnaðu tátíðarinnar stórvalda- & hjálandapoli- tikki. Snildasta vápnið var guðloysisstemplið sum sett varð á hann. Tað rímar illani við einasta kenda sálmin úr hansara hondum. Hann trúði á Mariu Moy og eisini á, at givnir vóru einglar góð- ir. Hetta var ikki av hugar- øsing. Hitt annars so fleks- ibla sinni gav eisini rúm fyri gomlu norrønu guðunum. Í virðing fyri søgunnar gongd. Har var vítt til veggja og høgt til loftið. Nógv er broytt síðani, - heldur til tað verra. Nú frættist at gøtumenn illani fáa gingið í sama halgi- dómi. Orsøkin er fremm- andur kirkjuovasti, ið hevur biðið fyri tveimum monn- um, ið fyri tey heterosex- uellu hava tann merkiliga kynsliga hugin, at fara til songar saman. Og at búleika saman. Avgerðin má verða teirra, og hvatið hendir teimum á ævigu veiðuakr- unum, tað viðkemur ikki trongskygdum mannabørn- um, at taka støðu til. Tað Tróndur eigur einki vald — enn! 10 spentir fjallarennarar til reiðar at leggja á tað 516 m. høga Støðlafjall, ið sæst aftanfyri Tórbjørn Jacobsen helt røðu á Gøtusandi má verða upp til hin alvalda. Tað kann ikki skaða teirra lagnu, at biði verður fyri teimum. Kanska var lesturin títtari enn kirkjugongdin. Kirkjan lá so langt burturi. Gamli baptistasalurin lá nærri. Og átøkur einum bíbilskum fig- uri, stjórnaði okkara góði granni, Godtfred Thomsen, einum sunnudagsskúla sum eg bara minnist gott afturá. Minnist meg ikki at hava hoyrt orð grett um, at nakað skeivt var í hesum, at hoyra til kirkjuna og samstundis at ganga í sunnudagsskúl- anum, sum einaferð stóð har norðuri á Nesi, omanfyri Fiskamjøl. Og søgan úr Dungahúsunum, her oman- fyri, boðar frá sama ko- deksi. Evensen próstur gisti altíð hjá Onnu Kristinu og Petur Jacob. Tað vórðu tey ið uppfostraðu hina livandi legenduna, Ludda á Dung- anum. Og Evensen var ikki hvør sum helst, prestarnir høvdu tá eitt status, sum lá onkustaðni ímillum drottin og menniskja, og tí mátti alt verða so serliga væl upp- leinað, tá ið hann kom á gátt. Evensen & Sloan hittast á Dunganum Tey gomlu har í húsinum høvdu eitt torveyga, harið torvið var serliga gott. Og tað mátti goymast. Skuldi ikki leggjast í bíleggaraov- nin fyrrenn prestur kom. Gamli Sloan var eisini van- ur at gista har. Og tað einu ferðina komu teir báðir í senn á vitjan. Tá vistu tey gomlu húsfólkini ikki hvat- ið var til ráða at taka. Har var bara ein song til hesar báðar hátíðarligu gestir. Iva- semið og kanska eitt sindur av ráðaloysi á Dunganum. Evensen loysti knútin. Av- dramatiseraði problema- tikkin. Bað tey gerða sum tey vóru von. Leggja sama torv í bíleggaraovnin, seta sama matin á borðið og síð- ani at lata teir báðar William liggja í somu song. Einasta treytin frá hansara síðu varð, at Sloan skuldi halda sína sertrúgv fyri seg sjálv- an, ímeðan teir lógu í seing- ini. Og so var gjørt. Og morgunin eftir komu teir báðir framaftur, líka óskal- aðir sum teir løgdust, og hildu síðani áfram við hvør sínum andaliga virksemi. Minnist hetta sama hjá abba mínum úti á Glyvrum, harið Kristian Osvald Viderø & Eliesar Poulsen plagdu at gista. Tað ber til at liva sam- an við ymiskum hugsanum, eisini á hesum øki. Tí harm- aði tað, at forsíðurnar á landsbløðunum skúmaðu eitt religiónskríggj upp í Gøtu. Eitt Jihad sum onga- staðni hoyrir heima. Her má onkur boyggja seg. Fólka- kirkjan má framhaldandi verða hin stóra traktin, sum tekur ímóti øllum, - eingin undantikin. Tað frættist lítið úr Gøtu eftir deyða Tróndar, og nógv ár fram. Eftir sóttina svørtu og fram ígjøgnum trúbótina er mestsum tøgn. Bygdirnar hava ivaleyst ver- ið fámentar. Stríðið fyri uppihaldinum hevur tikið alla orkuna, har hevur ongin yvirskotsmáttur verið til andaligt høvuðbrýggj. Ein gøtumaður ið hevði silgt úti, hetta var í átjandu øld, hevði vitjað í heilaga landinum. Tá ið hann kom aftur til landa, spurdi bygdafólkið, hvussu hann hevði borið seg at, við at koma niður aftur til jarðar. Hetta sigur kanska nakað um ringa standin. Gøta og hennara rolla í tjóðskaparstríðnum Men sum so mangastaðni festi tjóðskaparrørslan eld í. Eisini her. Gøtan hjá Tróndi varð uppafturgrivin. Annað ljós varð varpað á hann. Fólkið kom higar á fund. Tiltiknir eru fólkafundirnir á Gøtueiði, harið nýyrktir sangir vóru sungnir. Landið sum fyrr ikki hevði verið fyri meiri at rokna enn eitt veiðilendi, var bráðliga vor- ið móðurlandi sum sungið varð um - og tosað. Sum sagt verður í sálminum, - móðurin, ið enntá, breiðir blik á barnið sítt, tá ið tað umsíður legst í mold. Vinnan tekur dyk á seg. Nýggjar leiðir verða gingn- ar. Skip og virkir grógva upp úr lógvunum á vanlig- um monnum. Sporstreingj- arar við øðiligum áræði skipa fyri. Og sjálvandi hevði hetta avleiðingar. Men stríðsmálini gjørdust ongantíð til viðvarðandi ó- semjur, sum oyðiløgdu yv- irskipaða homogenitetin hjá gøtumonnum. Og vøggan hjá hinum stolta Fiskimann- afelagnum stóð eisini her. Kunoyingurin, Símun Pauli, hitt stóra andsmennið, and- aligi strugglarin, varð odd- viti har og ein av frontsol- dátunum í tjóðskaparstríði føroyinga. Tá ið hann bað um at síggja akturnar í Lo- uis Zachariassen-sakini, bleiv hann eitt slag av per- sona non grata hjá danska yvirvaldinum, tí sum tað stendur í Tingakrossi hin 15. September 1915: “____.Det eneste der kom ud af denne henvendelse var, at Kunoy året efter blev fritaget for sine pligter til at spille paa Orgelharmoniet i Gøte Kirke, samt til om for- langes, at udføre Degnetjen- este i samme Kirke.” Omma mín, úti í Grógv, plagdi at siga mær frá, at Gamli-Lær- ari sum Kunoy varð kallað- ur, gekk hús úr húsi, og bað um undirskriftir, fyri at fáa foreldranna samtykkið um, at hann kundi læra børnini føroyskt. Frálæran var á trappusteininum við Gamla Skúla, - tá ið hetta ikki kundi gerast inni í danska skúlanum, sum tá ráddi og hevði alt vald í Føroyum. Alt spektrið hevur flutt seg rætta vegin Hetta vóru Føroyar fyri lítið meiri enn 90 árum síðani. Og síðani hevur tað, fyri tað nógva, gingið framá. Í Før- oyum og í Gøtu. Ikki av donskum trælapengum, men av egnari megi. Tjóð- skaparstríðið hevur kvinka allar politiskar flokkar, alt spektrið, hin rætta vegin. Allir vilja standa á egnum beinum, - eisini politiskt. Føroyingar standa á einum vegamóti, harið avgerðir skula fella, antin hendan- vegin ella handanvegin. Alt annað enn eitt framtak verð- ur eitt antiklimaks, sum eingin kann liva við. Líggj- as Bóndi niðri við Hús, skrivaði í bløðunum fyri seinra heimskríggj soleiðis: “Mót øllum hesum órætti er tað, at føroyingar nú taka seg saman til at vinna aftur tann rætt sum eitt og hvørt frítt og frælst fólk eigur; rættin til at liva í egnum landi sum føroyingar, og rættin til at standa í sam- bandi við onnur fólk enn tað danska.” Og líta vit at framburði- num við teimum røttu brill- unum, varnast vit dynam- isku krefturnar, sum hava skapt hetta samfelagið, so skal man vera óluksáliga blindur, skal man ikki síggja møguleikarnar í einum stjálvstøðugum Føroyum. Bara hetta orðaskiftið frá vinnuráðstevnuni úr høv- uðsstaðnum, - nú um dag- arnar. Ljósár framman fyri tað vit vóru von við. Men ganga rættir. Óttast ikki av- bjóðingarnar uttan úr heimi, - meiri enn neyðugt. Óttast ikki tíðarbundnan uppgang. Analysera og handla. Gløggir framherjar, ið gera vánirnar somikið størri, um eitt gott land at liva í, eisini eftir at skeytið til tær før- oysku ognirnar er komið heimaftur. Og gøtumenn eru sum altíð fremstir við hermóti, og vinmaðurin, sum eg annars havi arvað frá Pól, morbróðuri, Martin í Grund, hann vaks upp her- uppi, í trunkanum, ímillum Guttastovu, Dungan & fyri oman Oyrina, sigur seg at vita hví: Hygg út yvir víkina, báran tykist sløtt, Men tá brimið dunar har, tá er aldan brøtt. Skoða so í brimgangin og styrk har tína sál, Her fæst kraft og áræði til at vinna mál. Eitt dømið um framburðin sóu vit ígjár. Svínoyggin er globaliserað. Um Gøta ikki er tað, so verður hon tað ivaleyst í næstu framtíð. Dagin fyri at hann gekk burtur fyri Borðoyarnesi, við “Samognini”, saman við bróðurinum Dánjali og Peturi í Inniguttastovu, hin 13. Februar 1944, sendi langabbi í Guttastovu eitt hjúnabandsfjarrit norður til Gjáar. Soljóðandi. Til Pól Johannes og brúður hans, og systir Pól Jóhannes við brúðgómi hennara, ynskja vit ein lukkuligan og væl- eyðnaðan brúðleypsdag og av Harranum eina eyðnu- ríka framtíð! — Nú sita tit glað við brúðleypsfest, og ikki fingu tit Pól Kristoffur í dag til gest, men aftur í heyst, tá tit einki vara, kunna tit rokna við at síggja ein stóran Gøtuskara. Und- irskrivað Jóhanna og Pól Kristoffur. Maðurin átti tann fyrsta bilin í oynni og hevði ídag valla brúkt meiri enn ein góðan tíma norður haðar. Fyri 30 árum síðani mátti Oddfríður ígjøgnum støðina hjá Miu fyri at fáa fatur á Ólavi, morbróðuri. Nú sita synir hansara yviri á Fiskavirkinum og sam- skifta støðugt & beinleiðis við allan heimin. Øgiligar rembingar. Og tað ræður um at fylgja við, - at liggja á takinum. Collins & Ginola til GÍ? Eisini í ítróttinum. Ímorgin fara gøtumenn aftur á vøll- in. Vónandi gongur tað betri enn seinasta sunnudag. Varð so argur av misnýttu møgu- leikunum, at eg illani fekk koyrt útaftur eftir síðu. Tí- betur møtti eg Atla hjá Odda á einum fólkafundi úti í Heiðunum, og hann royndi at sissa meg, og tá fekk eg spakuliga tamarhald á mær sjálvum aftur. Mest av tí, at eg veit, at hann er væl snar- sintari enn hvatið eg eri. Nú hoyrist at stadionspeakarin, Jørgen Evald Solmunde, hevur ætlanir um at keypa miðvallargeneralin John Collins frá Everton og Dav- id Ginola frá Tottenham, um GÍ ikki vinnur á B36 ímorg- in. Einasti trupulleikin er fínansieringin. Junglu- trummurnar vilja tó verða við, at Dunga Jákup og aðrir góðir menn eru komnir uppí leikin. So, nú fáa vit at síggja hvussu leikur fer. Til endans fer ein gamal gróðarmaður at ynskja tykkum eina framhaldandi góða jóansvøku. Hendan heiðna miðsummarfestin harið trøllkonur vóru brend- ar á báli. Seinri hildin sum føðingardagur hjá Jóhann- usi Doypara. Og nú sum ein góð sosial samvera ímillum bygdafólkið, - sum eitt nú her í Gøtu. Hvussu alt fer at eyðnast, ja, tað er upp til ein og hvønn sjálvan. Sum Edvard Kardelj segði á sinni, næsti maður Tito, og fyrsti kommunisturin ið hevði dirvið til, at kalla hin reyða zarin, Jósup Stalin, fyri ein imperialist: “Ongin statur, eingin politisk skipan tíansheldur nakar politiskur flokkur, kann gera menn- iskja eyðnuríkt. Tað er bara menniskja sjálvt, ið kann skapa sína egnu lukku. Tó ikki sum einstaklingar, men saman við øðrum menniskj- um við javnrættindunum sum grundarlagi.” Í innsiglingini til New York stendur frælsisguðinn- an hjá Bartoldi, við reyðu, frygisku húgvuni. Rivin og skrødd, bróstini danda. Mis- brúkt, neyðtikin og fjøtrað, men ongantíð kúgað. Syðr- ugøtupromenadan liggur líka órørd sum í mínum ungu døgum, og vónandi eiga føroyingar meiri enn eina spakalongd undir henni, tá ið vit aftur hittast her um eitt ár og sólin enn einaferð hevur lagt leiðina suðuryvir. Tíðirnar broytast, eisini her hjá okkum, so samfelagsrevsarin og kanski heimsins fremsti tro- ubadørur, Bob Dylan, mundi ikki vera so heilt av- marsjeraður tá ið hann yrkti sangin The times they are a´changing. Takk fyri at eg varð boðin higar ídag, og havi eina góða framtíð í sátt og semju og við áhaldandi framburði her í Gøtunum! Glyvrum, 24. Juni 2000. Tórbjørn Jacobsen Nógv vóru um boðið at sleppa at sita á rossabaki Blíðir sløkkiliðsmenn, politistar og portørar bjóðaðu børnunum ein túr og at royna útgerðina