Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. juli 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 13 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 126 - 5. juni 2000 Nr. 126 - 5. juni 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Viðmerking: Viðhvørt verður sagt, at vit hava orsøk til at óttast fyri framtíðini. Hetta er greitt, tí bert eitt dylhøvd óttast einki. Ein og hvør, ið hevur gonguvit, dugir at síggja, at tað kunnu vera vandar fyri framman, sum tað ræður um at skáka sær undan við at nýta vit og skil. Tað er somuleiðis verulig orsøk til at óttast fyri, hvussu tað fer at gangast landi og fólki okkara. Ikki allir dagar fara at hava við sær stilli og streymloysi, vit mugu bæði rokna við brimi og mysing. Men tá ræður eisini um at síggja, hvørjir vandar eru veruligir, og hvørjir ikki eru tað. Fylgja vit við í før- oysku fjølmiðlunum, so tykist tað, eins og tann stóri vandin fyri framman er at vit gerast eitt fullvalda ríki. Hví so skal vera er eitt sind- ur ógreitt, tí smá, fullvalda ríki standa seg vanliga væl í altjóða høpi. Hin vegin er tað nógv sum bendir á, at tann veru- ligi vandin fyri okkum er tann, at vit ikki gerast eitt fullvalda ríki, men halda fram við at vera saman við Danmark. Orsøkin til hetta er ein- føld. Nú hava vit tosað um at gerast eitt sjálvstøðugt ríki síðani Andrass Sámal- son sum ungur maður førdi hetta hugskot fram fyri yvir hundrað árum síðani. Í 1946 var hetta eisini samtykt á eini demokratiskari fólkaat- kvøðu, sum donsku mynd- ugleikarnir skipaðu fyri. Nú hava vit ein løgtingsmeiri- luta, sum hevur skipað eitt landsstýri, sum hevur til endamáls at Føroyar skulu hava suverenitetin. Kemur einki burtur úr hesum, so er fryktandi fyri, at vit í enn størri mun enn nakrantíð koma at gerast ein máttleys- ur útjaðari av Danmark, sum í sínum lagi er ein mátt- leysur útjaðari av ES. Hesum er øll orsøk til at óttast fyri. Vit hava jú kent sviðan av hvussu muran er í donsku politikarunum. Tá væl gongs her, eru teir so fittir, so fittir. Tá tosa teir um, at sambært búskapar- politikkinum hjá Keynes skal tað almenna játta pen- ing til búskaparliga veikar útjaðarar fyri at fáa teir upp á føtur. Men tað Keynes segði, var at tá tað gongur gott fíggjarliga, tá skal tað almenna tátta í, fyri at vit ikki fáa ovurupphiting av búskapinum. Men tá alt tað føroyska samfelagið í átta- tiárunum gjørdist ovurupp- hitað, tá fylgdu teir donsku politikarnir ikki ráðunum hjá Keynes, men øktu á hvørjum ári peningajáttan- irnar til Føroyar og stoyttu soleiðis bensin á inflatións- bálið. Teir høvdu ivaleysar heimildir til at gera tað rætta, men tað vildu teir ikki. Hin vegin sigur Keynes, at tá tíðirnar versna, tá skal tað almenna traðka til og játta pengar til tess at sam- felagið ikki skal støðga upp. Harvið slepst undan ar- beiðsloysi og fráflyting. Men hvat gjørdu følsku vinir okkara tá vit fyrst í nittiárunum komu út í hesa vanlukku av tí at vit fingu nøkur ár uttan rokfiskiskap? Tá kom eingin hjálp frá teimum. Tá díktu teir okk- um undir í skatti og kravdu av okkum at vit skuldu skera niður útreiðslur hins almenna við tí avleiðing, at vit fingu arbeiðsloysi sum ongantíð fyrr. Teir løgdu beinleiðis fótonglar fyri okkum og gjørdu, at vit tá mistu 8000 av brøðrum og systrum okkara, sum síðani hava livað í útlegd sum jød- arnir í Babylon. Henda vanlukka var ikki av tilvild, men var tilætlaður fyri at knúlva okkum niður. Eitt av gomlu orðatøkum okkara sigur: Tá ið vesala- maður fær vald, veit hann sær ikki afturhald. Tað donsku politikararnir vístu mótvegis okkum í hesum árunum var júst tað, at teir vóru vesalamenn. Teir kendu seg at hava valdið á okkum, tá okkum gekst illa, og teir vistu sær einki aft- urhald í hvussu teir skuldu pína okkum. Teir skipaðu eisini fyri tí gruggi, sum kom undan kavi í Danmark í hesum árum (Spar skat - skyd en færing). Tað, sum er fryktandi fyri, er hvat ið kann henda okk- um, um vit ikki sleppa okk- um frá hesum skálkunum. Tað er lætt at ímynda sær, hvat ið politikarar við slíkari muru kunnu finna upp á, um teir fáa enn eitt høvi til at hæla okkum niður. Hvussu lítið teir brýggja seg um demokratiið vísa teir skilliga í hesum døgum, tá teir lata danska fólkið gera av, hvørt vit skulu gerast ein partur av evruøkinum, og ikki leggja spurningin fyri okkum at taka støðu til. Hvussu kunnu vit líta á, at teir verða petti betri tann dag, ið tað óvæntaða hendir, at tað er meir oljuríkidømi í føroyaøkinum enn í danska økinum? Tá hava teir valdið yvir okkum, og tá kann einki forða teimum í at nýta tað vald teir hava. Teir hava longu sagt, at tað hevði bor- ið við sær, at ríkisveitingar- nar verða avtiknar, og teir hava nógvar aðrar streingir á boga sínum til at skjóta okkum við. Hesum er fryktandi fyri, og tí er øll orsøk til hjá okk- um at sleppa okkum á dyr meðan væl er. So eru vit ikki vongskerdir heimafugl- ar hjá teimum, men eru førir fyri at vera við í altjóða samstarvi á jøvnum føti um slík mál, sum gagna tjóð okkara. Hetta samstarv, sum eisini kann vera við Dan- mark, er tað einasta sum kann geva okkum veruliga trygd, og sleppur okkum harvið úr tí marru, sum tann núverandi støðan hevur ver- ið fyri okkum. Zakarias Wang Bert eitt dylhøvd óttast einki Kathrina Hansen Árnafjørður 85 ár 20.11.1999 Tað er altíð so stuttligt at støkka inn á gólvið í barna- heiminum Miðstovuni, tí har er altíð blíðskapur at koma inn til, man hevur ikki meira enn opna hurðina, so sigur tú altíð, nú góði, skal eg skeinkja tær ein temunn. Ja, hetta munnu nokk øll onnur, sum hava sína dagligu gongd inn í Miðstovuna vera samd við mær í, tú hevur ikki spart uppá te og kaffikopparnar. Góða omma, eitt skalt tú eiga, at tú altíð ert tann sama, og tú heldur nógv av tínum bygdafeløgum, hetta hevur tú so mangan prógvað, mangan hevur telefonboð verið eftir tær, tá okkurt viðvíkjandi seyða hevur verið áfatta, líkamikið hvør tað hevur verið, so hevur tú altíð vilja givið eina hjálpandi hond, og eitt er vist, at tú hevur eitt gløgt eygað innanfyri seyðahald. Nú tú ert komin langt upp í aldurin, ja, so hugsið eg mangan um at tú hevur verið ígjøgnum mangt og hvat, ikki var altíð so nemt fyrr, einki ravmagn, sostatt eingir heitir ovnar í hvørjum rúmi, nei ikki er tað at líkna saman, tað tíð vit í dag liva í. Fyri tey, sum ikki búgva í Árnafirði, er tað langt at koma til og frá Árnafirði, eitt nú til Klaksvíkar, sjálvt um hetta bert er nakrar fáar minuttir, men skrúva vit árstalið aftur um 1967, tá eingin tunnil var, ja, so var tað ein onnur tíð. Tá var tað niðan á Vál, hondina á knæði og upp um Áarskarð, nú eg nevni Áarskarð kann eg nevna, at tú hevur leitt ein hornaseyð, líka frá Áninum, upp um Áarskarð og líka til Árnafjarðar, uttan tog, tú leiddi henda seyð bert við at halda í horninum, so orðatakið kemur til sín rætt, at eru tey smá so eru tey kná. Eisini er mær fortalt, at tú skalt hava sett lívið í váða fyri einum ógvuliga stórum tarvi. Ofta verður sagt at neyt (kríartúr), sum hava verið úti fyri einum óhappi, blíva nakað annarleiðis og hetta var nokk eisini við hesum tarvi, sum kom bráleypandi eftir tær og tú bakkaði ikki ein tumma, tað er mær fortalt, at tarvurin kom so nær, at tú føldi andadráttin av honum, og so stóð hann eina løtu, og vendi síðan aftur til kúnna, ja, eitt er vist, at tú altíð hevur dugað væl at sett respekt, bæði til fólk og fæ, við tínum fámæltu orðum og róligheit. Í mong ár hevur tú verið bóndi og fyri nøkrum árum síðani lat tú so festið til mammu, sum eins og tú hevur ótrúliga áhugað fyri seyðahaldi, í 1984 lat tú eitt stórt seyðahús byggja, sum hevur verið til stórt gagn, gott hevur verið hjá fjallmonnunum at komið undir tak eftir raksturin, tá seyðurin skal hagreiðast, og vindur og regnið er komið. Góða omma, eg vil við hesum reglum takka tær fyri alt, tú hevur verið fyri okkum og við teimum bestu ynskjum í framtíðini, má Guð vera við tykkum øllum í Miðstovuni. Atli Mín elskaði beiggi Petur Arni Jacobsen f. 30. juli 1980 – d. 23. juni 1999 Longu er eitt ár farið aftur um bak, síðani tú fórt fold- um frá. Tað er ikki til at trúgva, at eitt heilt ár er farið, síðani eg síðst sá teg. Mín elskaði Petur Arni. Fólk siga so ofta, at tíðin lekir øll sár, eg veit ikki um tað- er satt. Eg veit bara tað, at saknurin eftir tær er so ómetaliga stórur. At fáa slík boð, at tú vart deyður. Tað var so ómetaliga tungt, tað kann ikki forklárast í orðum. At tú skuldi fara fr´aokkum, bert 18 ára gamal, er so torf´ørt at skilja. Ongin av okkum dugir at síggja nakra meining við tí, men einaferð fáa vit svar, góði Petur Arni. Men elskaði Petur Arni, hvør troyst er tað ikki at vita, at tú vart ein frelstur drongur. Tað er tann einasta troystin, vit hava, at vit ein dag skulu síggja teg aftur. Tá ið eg og onnur minnast teg góði beiggi, tá minnast vit teg við gleði. Tí altíð vart tú í góðum lag, og altíð var eitt smíl at fáa. Tú vart sum rokan í fjøruni, buldrutur og ikki vildi tú sita heima í frið. Tú skuldi altíð út at roknast við vinunum. Sjálvt á arbeiðsplássinum vart tú sum ein sól fyri hini. Og eg veit, at tey sakna teg. Øll, sum kendu teg, góði Petur Arni, elskaðu teg av hjarta, vit kundu ikki annað. Takk fyri tað, sum tú vart fyri meg og onnur. Takk fyri góð minnir. Hvíl í friði. Systir tín Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo Lesi› eisini Ítróttasosialin á alnótini www.sosialurin.fo Fjór›i kappró›urin í hesum kappingarárinum var í Kollafir›i leygardagin. Fyri fjór›u fer› í ár vóru líkind- ini stak gó›, og fyri fjór›u fer› í ár gekk ta› sum eftir ánni at fáa kappingina frá hondini. Ongar kærur vóru, og samla›a kappró›rartí›in var so stutt, sum ta› ber til at ímynda sær, at hon kann vera, tá talan er um seks kappingar, og tá tríggjar ganga fyri seg á 1000 metr- um, tvær á 1500 metrum og ein á 2000 metrum. Fasti starturin, sum í n‡ggju útgávuni var fyrstu fer› royndur í nøkrum av ró›runum á Skálafjør›i- num, og sum sí›ani hevur veri› brúktur í øllum kapp- ingunum bæ›i í Vági og Kollafir›i, hevur víst seg at vera eitt stórt framstig. Ró›rarfólki› er ómetaliga væl nøgt vi›, at nú er ta› ikki ney›ugt hjá st‡rimonn- unum meiri ella minni at hanga aftur av bátinum, samstundis sum ta› hevur veri› teirra uppgáva at halda bátinum uppí. Og hjá startdómarunum og hinum ábyrgdarfólkunum hjá RSF er ta› vor›i› nógv lættari og harvi› skjótari at fáa bátarnar at liggja, sum teir skulu. Ofta hevur ta› veri› trupult og tí›arkrevjandi at flyta fasta startin av 1000 metra málinum og út á 1500 metra máli› og so aftur út á 2000 metra máli›. Men hesa fer› stó› ta› ikki á. Tí›in millum kappingarnar var ikki longur, tá fari› var á anna› mál,enn hon var,tá kappast var› úr sama mál- inum sum frammanundan. Hetta bo›ar frá, at stevnu- fyrireikararnir høvdu gjørt eitt væla arbei›i, solei›is at einki anna› var at gera enn at spenna startin upp. Mistu máli› burtur Í bla›num leygardagin minti forma›urin í Ró›rar- sambandinum, Hannis Jo- ensen, á, at tá ta› fyri trim- um árum sí›ani var kapp- ró›ur í Kollafir›i, høvdu fleiri manningar trupulleik- ar av at halda seg til tann ás- in, sum júst teirra báti var tilluta›ur at rógva á. Ta fer›ina vísti ta› seg sum um ov nógvir bátar høvdu ov gó›an hug at koma tætt inn móti havnarøkinum. Men hóast áminningina frá roynda formanninum í RSF,og hóast ta› umbor› á fleiri bátum var› tosa› nógv um,at hesa fer› skuldi styttsti teinurin – og ta› vil siga snóra beina linjan inn móti málinum – rógvast, so høvdu fleiri manningar ilt vi› at halda kósina. Aftur hesa fer› høvdu nógvir bát- ar hug at snara í st‡ribor› (og ikki í bakbor›, sum vit av misgáum endurgó›u for- mannin í RSF at siga leyg- ardagin). –Høvu›sdómarabáturin hev›i nógv at gera, og ta› var lítil rødd eftir hjá Trúgva Johansen, tá 10– mannaførini vóru li›ug at rógva, sta›festir Hannis Jo- ensen, sum kortini var væl nøgdur vi› kappingina leygardagin. At bátarnir høvdu hug at snara – og ivaleyst høvdu snara› uppafturmeiri, um høvu›sdómarin ikki hev›i veri› so virkin – hev›i vi› sær, at tríggjar manningar fingu gula korti›. Talan var um genturnar umbor› á Hvassa og Beintu, og um menninar umbor› á Strál- uni, sum vann kappingina millum 6–mannaførini. Men ber ta› ikki til hjá tykkum at merja betri upp, solei›is at ta› ikki ver›ur nakar ivi um,hvar hvør bát- ur skal halda seg? Hannis Joensen sigur, at teir í RSF arbei›a alla tí›- ina mi›víst vi› at betra ró›rarumstø›urnar. Í sam- bandi vi› avmarkingarnar vísir hann á, at umframt boyurnar, sum vísa hvar ró›rarøki› er, so høvdu teir hesa fer› eisini stengur at bo›a frá vi›. – Fyri nøkrum árum sí›- ani var eg í Danmark og fylgdi vi› í,hvussu teir skipa fyri DM. Stóri munurin millum umstø›urnar hjá teimum og okkum er,at teir rógva á vøtnum, me›an vit rógva á sjónum og harvi› eru undir heilt ø›rum treyt- um, tá ta› ræ›ur um ve›ur og streym. Nógv hava iva- leyst sæ› í sjónvarpinum, hvussu teir – akkurát sum tá talan er um svimjing – hava neyvt avmarka›ar geirar, sum hvør báturin skal halda seg í.Eg dugi ikki at ímynda mær,at hetta ber til hjá okk- um, men hetta er ein spurn- ingur, sum vit hava framm- arlaga í huganum, sigur for- ma›urin í RSF. Løgdu uppfyri Í Kollafir›i er fjør›urin so miki› brei›ur, at ta› er eingin trupulleiki vi› plássi til allar bátarnar. Tá teir undan Sundalagsstevnuni løgdu boyurnar út, var› av- gjørt, at ró›rarøki› skuldi vera so sunnarlaga á fjør›i- num, sum ta› bar til. Hetta var gjørt vi› júst tí í huga,at royndirnar frammanundan hava víst, at hjá fleiri mann- ingum er ta› torført at halda seg burtur frá havnar- lagnum. Onkrir bátar komu nor›- ur um nor›aru boyurnar. Um teir í RSF ikki høvdu syrgt fyri, at ta› var væl av plássi nor›anfyri ró›rarøk- i›, so hev›i ikki veri› ó- hugsandi, at onkrir bátar næstan so at siga høvdu gjørt landgongd! jh Fleiri st‡rimenn mistu stavnhaldi› úr eygsjón Kappró›ur: Í RSF arbei›a teir alla tí›ina vi› at betra um umstø›urnar at rógva undir, men ta› ver›ur at gera avmerkingina nógv betri, enn hon var í Kollafir›i At bátarnir høvdu hug at snara – og ivaleyst høvdu snara› uppafturmeiri, um høvu›sdómarin ikki hev›i veri› so virkin – hev›i vi› sær, at tríggjar manningar fingu gula korti›