Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. juli 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eftir at nólsoyingar høvdu átt fremsta plássið bæði í Runavík og í Vági, vóru tað vestmenningar, ið endaðu fremstir á Kollafirði. Teir vunnu í Klaksvík, men bæði í Runavík og í Vági noydd- ust teir at finna seg í, at bæði Nólsoyingurin og Havnar- báturin lógu á teimum. Vestmenningurin fekk ein góðan start, teir róðu sera støðugt, og á málinum vóru teir eina stóra hálva báts- longd frammanfyri Havnar- bátin, sum aftur var eina stóra hálva bátslong framm- anfyri Nólsoyingin. Kjølur, sum ikki hevur vant serliga nógv enn og sum var kolldømdur beint undan róðrinum í Vági, vann kappingina móti Eyst- uroyingi um at sleppa und- an aftasta plássinum. Eysturoyingar tóktust mest sum geva skarvin heilt yvir, tá tað var teimum greitt, at teir heldur ikki hesa ferð høvdu nakað at gera í kappingini um fremsta plássið. Aftasta plássið hjá Eysturoyingin- um var ivaleyst endaliga staðfestingin av, at hesa ferð er kappróðrarárið hjá sann- førandi FM vinnaranum bæði í fjør og í fyrraárið fullkomuliga miseydnað. Sami munur Bátsformaðurin á Vest- menningi, Jan Johannesen, heldur, at talan var um spennandi og harða kapp- ing, men hann heldur ikki, at teir nakra løtuna mistu fremsta plássið: – Tá tú sjálvur rørt, og tað er tætt millum bátarnar, so sært tú ikki hinar. Tað er róðursmaðurin, sum hevur skil á hasum. Hann læt alla tíðina væl at, men vit vóru kortini ikki meiri tryggir enn so, at vit vildu hava dómarabátin at vátta sigurin fyri okkum, áðrernn vit vildu leypa upp í bátinum. Okkara róðursmaður legði seg skjótt eftir, at tað tóktist sum um Havnarbáturin var meiri vandamikil enn Nólsoyingurin, og tað var heppið fyri okkum, at stýri- maðurin hevði eitt vakið eyga við tí kappingini. Tit hava betri start nú, enn tit plaga at hava? – Eg vil siga tað soleiðis, at nú hevur starturin, sum vit royna undir venjing, væl í kappingini. Áður er tað fleiri ferðir komið fyri, at hann ikki hevur eydnast so væl. At tað gongur væl í startinum hevur sera stóran týdning. Hugdu skeivan veg Bátsformaðurin á Vest- menningi undrast eitt sindur Vestmenningur alla tíðina fremstur Kappróður: Hóast teir høvdu verið og vant á Kollafirði, so kostaði tað Havnarbátinum, at teir ikki megnaðu at stýra nóg neyvt yvir, at innaru ella norðaru bátarnir fóru so langt frá teimum: – Teir flestu okkara hava róð á Kollafirði fyrr. Vit kannaðu umstøðurnar enn eina ferð. Stýrimaðurin hevði eitt stavnhald at stýra eftir, og sjálvt um sólin stóð soleiðis, at tað ikki var so lætt at síggja, so gekk tað væl. Um tú skalt hugsa um at vinna, so er tað týdning- armikið at stýra rætt. Jan Johannesen heldur ikki, at fjarstøðan til Havn- arbátin og Nólsoyingin var so stór fyrrapartin av róðr- arteininum, men har er báts- formaðurin á Havnarbátin- um, Magni Brøðraberg, ikki heilt samdur: – Vit halda, at tað gekk ov nógv á stýriborð mest sum allan vegin. Bæði hjá okkum og hjá Nólsoying- inum. Aftaná halda vit, at vit hava ansað ov nógv eftir Nólsoyinginum og ov lítið eftir Vestmenninginum, sum stýrdi neyvt og beint og var einar hálvt hundrað metrar sunnanfyri okkum, tá vit komu á málið. Men tað kostar ikki at rógva styttsta teinin millum startmálið og endamálið? – Tað kanst tú ætla, og vit eru sera harmir um, at vit hava spilt okkum eitt sindur burtur, tí munurin var ikki so stórur. Fyrireikaðu tit tykkum ikki nóg væl? – Tað hildu vit okkum gera, men úrslitið vísti tað ikki. Vit vandu á Kollafirði í fleiri kvøld undan stevn- uni, men vit mugu bara staðfesta, at tað er øðrvísi at venja og at kapprógva. Vit hava verið ov spentir og hava hugsað ov lítið um okkara geira og vestmenn- ingarnar og ov nógv um nólsoyingarnar, sigur Magni Brøðraberg, sum ikki hevur mist mótið um, at tað fer at eydnast Havn- arbátinum at vinna í ár: – Tað eru tveir róðrar eft- ir. Um vit vinna báðar, so verða vit meistarar, og so fer árið í søguna sum eitt gott ár hjá okkum. Higartil hava vit bara verið næst- fremstir, munurin hevur verið lítil, og nú ætla vit, at marginalirnir skulu verða í parti við okkum tvær tær síðstu ferðirnar! jh Jens Pauli Wilhelmsen róðursmaður á Vestmenningi var sera fegin fyri steypini 14 15 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 126 - 5. juni 2000 Nr. 126 - 5. juni 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Kappróður á Sundalagsstevnu Úrslit frá kappróðrinum á Sundalagsstevnu 5 - mannafør dreingir Nr Bátur Tíð Stig Samlað 1 Tjaldrið . . . . . . . . . .05:09:00 7 28 2 Havfrúgvin . . . . . . .05:14:20 5 19 3 Kollur . . . . . . . . . . .05:19:12 4 16 4 Drekin . . . . . . . . . .05:19:17 3 14 5 Royndin Fríða . . . . 05:22:10 2 6 6 Spógvin . . . . . . . . . .05:22:21 1 2 7 Sílið . . . . . . . . . . . . .05:27:08 0 4 8 Báran . . . . . . . . . . .05:31:13 0 0 9 Blikur . . . . . . . . . . .05:32:16 0 0 10 Junkarin . . . . . . . . .05:35:06 0 0 6 - mannafør kvinnur Nr Bátur Tíð Stig Samlað 1 Jarnbardur . . . . . . .05:26:15 7 28 2 Hvessingur . . . . . . .05:32:06 5 16 3 Gongurálvur . . . . .05:33:04 4 14 4 Fuglfirðingur . . . . .05:38:00 3 13 5 Lómur . . . . . . . . . . .05:42:06 2 3 6 Kollfirðingur . . . . .05:44:12 1 1 7 Riddarin . . . . . . . . .05:44:14 0 1 8 Páll Fangi . . . . . . . .05:47:20 0 9 9 Sólmundur . . . . . . .05:48:10 0 3 5 - mannafør gentur Nr Bátur Tíð Stig Samlað 1 Frúgvin . . . . . . . . . .05:31:10 7 28 2 Hvassi 1g . . . . . . . .05:40:20 5 13 3 Tjaldrið . . . . . . . . . .05:42:12 4 11 4 Drekin . . . . . . . . . .05:44:13 3 12 5 Ørnin . . . . . . . . . . .05:44:18 2 15 6 Havfrúgvin . . . . . . .05:46:07 1 2 7 Beinta 1g . . . . . . . .05:47:07 0 5 8 Sílið . . . . . . . . . . . . .05:48:05 0 2 9 Blikur . . . . . . . . . . .05:52:04 0 0 10 Súlan . . . . . . . . . . . .05:55:10 0 0 11 Spógvin . . . . . . . . . .05:56:12 0 0 12 Bylgjan . . . . . . . . . .06:00:15 0 0 13 Dúgvan . . . . . . . . . .06:04:14 0 0 14 Junkarin . . . . . . . . .06:12:04 0 0 15 Kollur . . . . . . . . . . .06:15:11 0 0 6 - mannafør menn Nr Bátur Tíð Stig Samlað 1 Strálan 1g . . . . . . . .07:41:04 7 21 2 Hvessingur . . . . . . .07:41:20 5 24 3 Gongurálvur . . . . .07:45:16 4 9 4 Hósvíkingur . . . . . .07:45:23 3 16 5 Kollfirðingur . . . . .07:51:05 2 11 6 Sólmundur . . . . . . .07:52:18 1 6 8 - mannafør Nr Bátur Tíð Stig Samlað 1 Argjabáturin . . . . . .07:20:17 7 28 2 Toftabáturin . . . . . .07:26:07 5 20 3 Nevið Reyða . . . . . .07:27:00 4 15 4 Gullbrandur . . . . . .07:27:15 3 13 5 Húsavíkingur . . . . .07:29:14 2 6 6 Heiðabáturin . . . . .07:36:08 1 1 7 Oyndri . . . . . . . . . .07:36:19 0 2 8 Kvívíkingur . . . . . .07:40:00 0 1 9 Miðvingur . . . . . . .07:45:08 0 2 10 Sjóriddarin . . . . . . . 07:48:18 0 0 11 Víkarbáturin . . . . .07:48:20 0 0 12 Knørrur . . . . . . . . . .07:53:14 0 0 13 Ørvur . . . . . . . . . . .07:57:10 0 0 10 - mannafør Nr Bátur Tíð Stig Samlað 1 Vestmenningur . . .09:18:00 7 22 2 Havnarbáturin . . . .09:20:10 5 20 3 Nólsoyingur . . . . . .09:22:15 4 22 4 Kjølur . . . . . . . . . . .09:28:08 3 4 5 Eysturoyingur . . . .09:30:06 2 11 Leygarkvøldini í Miðvági og í Runavík líkjast nógv nú í summar. Hvørja ferð tað er kappróður verður skipað fyri móttøku fyri manningunum á ávikavíst Frúnni og Tjaldrinum. Sigrarnir í Kollafirði vóru eins sannførandi, sum teir hava verið undanfarnu ferðirnar, og tað sær ikki øðrvísi út, enn at tey kunnu fara at smyrja breyð og leggja til rættis longu fyrra- partin, tá tað annan leygar- dag fer at verða kappast í Vestmanna. Á Kollafirði vóru fleiri framvið í startinum bæði hjá gentunum og dreingjunum, men tað var heilt skjótt, at Frúgvin og Tjaldrið høvdu funnið sítt pláss, um tað ber til at siga tað soleiðis, og á málinum vóru bátslongdirn- ar fleiri aftur til næstu bát- arnar. Tjaldrið var 5.20 sekund fyrri enn Havfrúgvin á mál, og Frúgvin var heili 9.10 sekund fyrri enn Hvassi á mál. Vestmannadreingir vunnu FM í fjør. Teir hava róð væl higartil í ár. Teir hava verið næstfremstir hvørja ferð burtursæð frá á norðoyar- Sama søgan hvørja ferð 5–mannafør: Nýggju bátarnir eru so sannførandi, sum tað sjáldan áður hevur verið at sæð stevnu, tá teir vóru nummar trý. Men sjálvt um teir hava róð væl, so mugu teir – sum øll onnur – staðfesta, at tað tykist vera nakað heilt ser- ligt at rógva í nýggjum báti. Í fjør vóru tað vestmanna- dreingir, sum sólaðu sær umborð á nýggjari Hav- frúgv. Í ár stríðast teir fyri at vinna silvurplássið. Annan leygardag fáa vestmannadreingir ein nýggjan møguleika í heima- sjógvi. Men á Kollafirði vóru ábendingarnar ikki ser- liga stórar um, at tað fer at eydnast at fanga Tjaldrið. Stýrdu betri Í Vági fingu tær umborð á Frúnni gula kortið, tí tær ikki hildu seg á kósini. Á Kollafirði gekk betur hjá miðvágsgentum. Mest merkisverda í róðrinum hesa ferð var, at Ørnin úr Sandavági heil- kiksaði. Næstfremsti bátur- in í FM kappingini fekk ein góðan start. Tað fekk Beinta úr Miðvági, sum var næst- fremst á norðoyarstevnu, men sum tað síðani hevur gingið heilt illa hjá, eisini. Men hjá báðum vágabátun- um hilnaðist tað illa longri inni á fjørðinum. Tær fóru niður í ferð, endaðu aftar- laga, og harvið var Frúgvin einsamøll um at verja stolt- leikan hjá Vágunum. Beinta fekk gult kort fyri at stýra skeivt. Tað fekk Hvssi av Oyri eisini, men genturnar í Sundalagnum megnaðu kortini at vinna næstfremsta plássið. Tað gjørdu tær í stórari kapping við Tjaldrið og Drekan. Tað var ikki leyst millum hesar bátarnar. jh Frúgvin og Argjabáturin vinna ferðina av landinum Kappróður: Eingin nýggjur vinnari var á Kollafirði, og tískil er longu nú so gott sum greitt, hvørjir fýra teir fyrstu FM vinnararnir verða Tað eru tveir FM kappróðr- ar eftir. Í teoriini ber tað til, at onkur av bátunum, sum liggur væl fyri, ikki fær lut- tikið ella ikki kemur á mál í øðrum av kappingunum, sum eru eftir, men í veru- leikanum hongur tað soleið- is saman, at í fýra av teim- um seks kappingunum er tað longu nú greitt, hvør fer at vinna FM. Dreingirnir umborð á Tjaldrinum, genturnar um- borð á Frúnni, kvinnurnar umborð á Jarnbardi og menninir umborð á Argja- bátinum hava vunnið allar kappingarnar. Frúgvin skal í tveimum róðrum bara hava eitt stig (og kanska einki), áðrenn vágagenturnar í Miðvágs bátinum kunnu kalla seg meistarar, og kvinnurnar umborð á Jarnbardi skulu í mesta lagið hava tvey stig, áðrenn eingin á nakran hátt kann røkka teimum. Felags fyri báðar tær omanfyri nevndu manning- arnar er, at tær hava verið so sannførandi í kapping- unum higartil, at tað er sera torført at rokna við nakrari hóttan móti teimum. Í kappingini millum 8– mannaførini og í kappingini millum dreingjabátarnar hava teir næstmestu verið støðugari. Men um Tjaldrið og Argjabáturin vinna í Vestmanna annan leygar- dag, so eru eisini hesar manningarnar FM vinnarar. Lítil ivi Umframt FM kappingina verður eisini kappast um, hvørjar kvinnur og hvørjir menn komandi vár skulu fáa møguleikan at royna seg á Scillyoyggjunum. Hjá kvinnunum stendur kapp- ingin millum genturnar um- borð á Frúnni og kvinnurnar umborð á Jarnbardi. Um báðir bátarnir vinna í Vest- manna og á ólavsøku, og um einki heilt óvanligt fer at taka seg upp, so verða tað genturnar á Frúnni, sum fáa tilboðið um ferðina uttan- lands. Báðir bátarnir hava fult stigatal. Tískil er tað saml- aði munurin aftur til næst- fremstu bátarnar, sum er av- gerandi, og har er Frúgvin betri fyri. Í teimum fýra róðrunum, sum hava verið higartil, hava tær tilsaman róð 41.14 sekund skjótari enn næstfremstu bátarnir. Jarnbardur hevur róð 21.01 sekund skjótari enn næst- fremstu 6–mannaførini við kvinnum. Dreingirnir umborð á Tjaldrinum hava so at siga kvalifiserað seg til róðrar- ferðina niður til Sorø seinni í ár, og manningin umborð á Argjabátinum liggur nógv best fyri í kappingini um tilboðið at fara niður á Scillyoyggjarnar komandi ár. Argjabáturin hevur 28 stig. Størstu kappingina fáa argjamenn frá 6–mannafar- inum Hvessingi, sum hevur 24 stig, og 10–mannaførun- um Vestmenningi og Nóls- oyingi, sum hava 22 stig. jh Tjaldrið vann kappróðurin hjá fimm-mannaførum dreingir