hósdagur 9. juli 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. juli 2015
sosialurin 78
20
afturum tónleikin
Gamla garnavirkið á Oyri er nú vorðið ungdómshús, har
ungdómurin m.a. hevur fingið góðar karmar at venja tónleik.
Fyrsti tónleikabólkurin, ið er sprottin har frá, er Butterflies
Sigurjón Einarsson
L
eygardagin tann 11. juli verð
ur tónleikafestivalurin Við
Brúnna á skránni á Oyra
bakka. Frá klokkan 15 av,
fara 15 føroyskir bólkar og einstakling
ar at framføra tónleik. Ein av hesum
bólkunum er »Butterflies«, ið er
sprottin úr nýggja ungdómshúsinum
í kommununi, Garnhúsið.
Ungdómsvirksemið í nýggja ung
dómshúsinum byrjaði í 2012, eftir at
stórur eftirspurningur hevði verið
eftir einum stað, har ungdómur í
kommuni kundi samlast. Úrslitið
gjørdist, at kommunan leigaði seg
inn í gamla garnavirkið á Oyri, ið
Articon nú eigur. Men av tí, at bert
sunnari partur av húsinum varð
nýttur til virksemi hjá felagnum, bar
til hjá kommuni at nýta hin partin
av bygninginum til ungdómin, har
opið er mikukvøld frá klokkan 18 til
22 og fríggjakvøld frá 19 til 24. Aldurs
bólkurin, ið møtist har, eru ung frá 14
ár og upp til áleið 18 ár.
– Her plaga at møta eini 10-30
ungdómar, tá vit hava opið. Men tá
vit hava onkur serlig tiltøk, týpiskt
einaferð um mánaðin, kann talið ofta
verða størri, sigur Anja á Bø, ið er ann
að av starvsfólkinum í húsinum.
– Ungdómurin er sjálvur við til at
laga virksemi hjá Garnhúsinum. Vit
hava eitt húsráð, har ungdómurin
sjálvur sleppur framat at seta teirra
dám á virksemið í húsinum, og hvørji
tiltøk kundu verið áhugaverd at havt.
Tað handlar um at fáa allar aldurs
bólkar hoyrdar, sigur Anja.
Meiningin við húsinum er, at
ungdómurin skal hava møguleika at
samlast, mennast og mentast á fleiri
ymiskar mátar. Staðið skal vera eitt
gott og gevandi stað, ið kann verða
viðvirkandi til, at ungdómurin verður
eggjaður til birta og menna teirra
kreativu síður, har eitt nú tónleikur,
sjónleikur, handaligt virksemi o.a. eru
í hásæti. Eisini skal húsið hava styttri
skeiðir, upplýsandi tiltøk v.m., ið skal
gera húsið til eitt livandi umhvørvi,
sum talar til tann spírandi ungdóm
í kommununi.
Men kommunan er stór og spjødd,
og tað kann kanska hava sína ávirkan
á, at ikki fleiri ungdómar samlast í
húsinum.
– Ja, tað hevði verið líkamikið,
hvar húsini høvdu verið plasseraði,
so hevði tað altíð verið ein trupulleiki
at fingið ungdóm úr øllum økjum í
kommununi at samlast. Men hóast
tað, koma tey allastaðni frá, tá tiltøk
eru fyri – serliga til tónleikacaféirnar,
sigur Anja á Bø.
Tað eru nógvir hentleikar í hús
inum. Ein av hesum hentleikum er
eitt tónleikastudio, ið hevur nógv
ymisk ljóðføri, ið ungdómurin kann
nýta til at jamma við. Eisini ber til hjá
tónleikabólkum og einstaklingum at
nýta hetta studio og húsið annars til
at venja og spæla í, og tað hevur ein
ungur tónleikabólkur serliga gjørt
sær dælt av.
Fingu navnið fimm minuttir áðr
enn fyrstu almennu framførsluna
Fyrsti tónleikabólkurin, ið er
sprottin úr tilhaldsstaðnum hjá teim
um ungu, Garnhúsið, er Butterflies.
Talan er um ungan bólk, mannaður
við ungdómi úr ymsu bygdunum í
Sunda kommunu. Limirnir eru mill
um 16 og 20 ár, og spæla bæði egið
tilfar, umframt onkur cover-løg. Stíl
urin er rock og country, ið til tíðir
kann minna á sangir hjá Creedance
Clearwater Revival. Bólkurin spældi
til Við Brúnna í fjør, men tá hevði
hann einki navn. Limirnir í bólkinum
góðar
umstøður
til tónleik
Ungdómurin í Sunda kommunu
»Ja, nú var tað soleiðis, at ein av
okkum hevði eina butterfly um
hálsin, so tað bleiv navnið. Og tað
hevur so bara hingið við«
Myndir: sigmar mørkøre