Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juli 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. juli 2015 sosialurin 78 21 høvdu ikki givið sær far um at geva sær sjálvum eitt navn. Heldur løgdu tey doyðin við at venja og verða nóg væl saman­ spæld til teirra konsert í fjør. – Vit sótu aftanfyri pallin og bíð­aðu eftir, at tað skuldi verða okkara túrur at fara á pall. Meðan vit sita har, kemur frásøgumað­ urin yvir til okk­ um og s p y r , h v a t navnið á bólk­inum er. Hann sá einki navn, og tað høvdu vit heldur ikki hugsað um, sigur Teitur Midjord, ið er guitar­leik­ari í bólkinum. Nú vóru góð ráð dýr, men frá­søgu­maðurin henda dagin, Finnbogi Lisberg, gjørdi skjótt av og doypti bólkin til at eita Butterflies. Og tað hevði eisini sína grund. – Ja, nú var tað soleiðis, at ein av okkum hevði eina butterfly um hálsin, so tað bleiv navnið. Og tað hevur so bara hingið við, sigur Teitur smá­flennandi. Síðani framførsluna í fjør, hevur bólkurin verið umbiðin at upptraðka í nærumhvørvinum til smærri tiltøk. Nú eru tey so aftur umbiðin til stóra til­takið Við Brúnna, og tey gleða seg. – Tað var ein stór uppliving at spæla í fjør, so vit eru spent at sleppa at spæla aftur í ár eisini. Vit hava vant nógv seinastu tvær vikurnar, sigur guitarleikarin í Butterflies. Limirnir í bólkinum eru: Silja Johannesen, sang; Teitur Midjord, guitar; Janus Foldbo Holm, guitar; Eyðun Hansen, bass; Janik Jensen, trumm­ur og Theodor í Búrstovu á slag­ljóð­føri. Flestu teirra hava fingið tón­ leika­undirvísing í skúlanum í Hvalvík/Streymnesi, har Regin D. Patursson legði teimum lag á at spæla ymisk ljóð­føri, men tað var ikki fyrr enn hesi ungu byrjaðu at brúka tíð saman í ung­dóms­ húsinum fyri tveimum árum síðani, at tað útviklaði seg til nú­ ver­andi bólk, tá Silja Johannesen og Theodor í Búrstovu komu við í bólkin. Í Garnhúsinum er tað hitt starvs­fólkið í húsinum, Árni Joensen, ið hevur verið hollur stuðul hjá Butter­flies og givið teimum dirvið at bjóða seg fram til ymisk tónleika­tiltøk. Lív komið í aftur gamla Garna­ virkið Meiningin er, at ungdómshúsið skal kunna brúkast sum eitt spæli/ venj­ingar­stað hjá teimum ungu og øðr­um annars. Tey, ið vara av hús­ inum siga, at húsið eisini er tøkt til onnur eldri at nýta, um tey eru áhug­aði til tess. Men tað var ikki altíð, at tilfeingið og nýtslan av húsinum var, eins og tað er í dag. Í 1954 byrjaðu brøðurnir báðir, Esmar og Aksel Dahl sítt virksemið í húsinum – Garnavirkið, ið freimleiddi og bøtti gørn og seinni eisini nótir til føroysku skipini gjøgnum ár og dag – heilt fram til 1994, tá virkið stongdi. Vanliga vóru tað 30 fólk til ar­beiðis, men undir bestu sildatíðini í Føroyum, vóru upp móti 60 fólk til arbeiðis í Garnavirkinum. Nú eru upp móti 60 ungdómar samlaðir í gomlu garna­húsinum, ið nú er snøgga til, soleiðis at bygningurin nú líkur treytir­nar hjá ungdóminum í Sunda kommunu, sum á henda hátt fær møgu­leika at royna seg av, finna sín innara kreativa persón fram ella koma til at kenna nýggjar síður av sær sjálvum í gamla garnavirkinum, ið nú er vorðið til Garnhúsið, sum virkar fyri spírandi ungdómin í komm­ ununi. ■ Garnhúsið er vanliga opið mikukvøld frá 18 til 22 og fríggjakvøld frá 19 til 24. Tilboðið er í fyrstu syftu ætlað teimum, sum eru byrjaði í framhaldsdeildini og upp til 18 ára aldur. ■ Við Brúnna er føroyskur tónleikafestivalur, har 15 føroyskir bólkar og einstaklingar fara at framføra á palli frá klokkan 15 seinnapartin leygardagin og fram til klokkan 03 sunnunáttina. »Ungdómurin er sjálvur við til at laga virksemi hjá Garnhúsinum. Vit hava eitt húsráð, har ung­ dómurin sjálvur sleppur framat at seta teirra dám á virksemið í húsinum« Fyrsti tónleikabólkurin, ið er sprottin úr tilhaldsstaðnum hjá teimum ungu, Garnhúsið, er Butterflies. Bólkurin spældi til Við Brúnna í fjør, men tá hevði hann einki navn myndir: sigmar mørkøre