hósdagur 9. juli 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. juli 2015
sosialurin 78
22
Parkinson
Hví er sjúkan
so útbreidd
í Føroyum?
Árliga fáa umleið tíggju føroyingar staðfest herviligu Parkinson-
sjúkuna. Og í Føroyum eru tvífalt so nógvir tilburðir av
Parkinson-sjúku sum í okkara grannalondum. Hóast tað hevur
verið granskað í Parkinson-sjúku í Føroyum síðani 1995, er
framvegis óvist, hví sjúkan er so útbreidd júst her hjá okkum.
Tí hevur Maria Skaalum Petersen sett sær fyri at kanna, um
okkara ílegur eru orsøkin til til Parkinson í Føroyum
Eilen Anthoniussen
T
að hevur verið granskað í
Parkinson-sjúku í altjóða
høpi í nógv ártíggju, men
orsøkirnar til sjúkuna eru
framvegis næstan ókendar. Tað eru
fleiri meiningar um, hví summi fáa
Parkinson, og gransking hevur víst á
fleiri møguligar orsøkir til sjúkuna.
Millum annað eru tað dálkingarevni,
ið verða mett sum ein av syndar
unum, men eisini eru okkara ílegur
týdningarmiklir faktorar. Allarhelst
skal frágreiðingin finnast í samspæli
millum hesi bæði, okkara ílegur og
dálkingina, ið umgevur okkum.
Líka stór er óvissan í Føroyum.
Hóast tað hevur verið granskað í
Parkinson-sjúku í Føroyum hesi
seinastu 20 árini, ber ikki til at siga
so nógv um, hví tvífalt so nógvir
føroyingar fáa Parkinson-sjúkuna
samanborið við okkara grannalond.
Tað undraði eisini Mariu Skaalum
Petersen, ið er útbúgvin farmaceutur,
og sum í 2004 skuldi undir at skriva
sína PhD-ritgerð innan miljømedicin.
Evni sum dálking og sjúka hava og
høvdu tí hennara natúrliga áhuga, og
hon avgjørdi tí í 2004 at skriva sína
Ph.D.-verkætlan um júst sambandið
millum Parkinson og dálking.
– Sum grundarlag hevði eg úrslitini
av fyrstu kanningini av Parkinson í
Føroyum, ið varð gjørd í 1995, og sum
hevði til endamáls at kanna títtleikan
av Parkinson í Føroyum. Mín Ph.D-
verkætlan hevði so til endamáls at
staðfesta, um tann høgi títtleikin av
Parkinson-sjúku, sum var funnin í
1995, kundi staðfestast enn einaferð
og at samanbera eksponeringina fyri
dálkingarevnum hjá Parkinson-sjúk
lingum og kontrollum.
Kanningar uttanlands hava víst,
at samband er millum dálking við
pesticidum og Parkinson-sjúku.
Men av tí at vit ikki hava pesticid-
dálking í Føroyum, var nærliggjandi
at kanna onnur viðurskifti, ið kunnu
gera seg galdandi fyri Parkinson-
sjúku í Føroyum. Tískil var fyrsta
stig í granskingini at hyggja eftir
dálkingarevnum, ið gera seg galdandi
fyri føroyskar sjúklingar.
– Eg valdi tí at hyggja nærri at
sjálvum dálkingarevnunum. Kann
ingar hava jú víst, at djóralívið í hav
inum er illa dálkað við bæði PCB og
kyksilvuri, og tá vit vita, at føroyingar
eta nógv grind og spik, valdu vit at
kanna sambandið millum Parkinson
og PCB/kyksilvur nærri, greiðir hon
frá.
Tvífalt so nógvir tilburðir
Fyri at finna fram til, um tað veruliga
var soleiðis, var neyðugt at kanna
málið gjøllari, og fyri at gera tað,
mátti Maria finna fram til so nógvar
Parkinson-sjúklingar sum gjørligt, og
har til kontrollarar til teirra. Kann
ingin varð skipað á tann hátt, at viður
skifti av týdningi fyri Parkinson-
sjúklingar skuldu samanberast við
ein bólk av fólki í sama aldri, sum
ikki høvdu sjúkuna, ein sokallaðan
kontrollbólk. Luttøkan umfataði eina
kliniska kanning og eitt spurnarblað
um matvanar og almenn viðurskifti,
so sum bústaðarsøgu, arbeiðssøgu
og roykivanar. Síðani varð ein blóð
roynd tikin, sum skuldi kannast fyri
dálkingarevni.
– Og tað vísti seg, at Parkinson-
sjúklingarnir søgdu seg hava etið
munandi meira grind og spik í teirra
vaksnamannalívið samanborið við
kontrollarnar.
Men hóast kanningarnar benda á,
at tað er eitt samband millum grind
og Parkinson, ber framvegis ikki til at
siga, at tað er grindin, ið ger okkum
sjúk av Parkinson.
– Tað, sum vit vita um dálkingar
av hesum slag, er, at tað sum hesi
dálkingarevni gera við heilan, er
meinlíkt tí, sum Parkinson-sjúkan
ger við heilan. Hon ger, at evnini at
framleiða dopamin í heilanum vikna,
sum so hevur við sær, at signal-
skipanin millum heila og kropp
verður órógvað. Men dopamin-fram
leiðslan hjá okkum øllum viknar við
aldrinum. Spurningurin er bara, um
hon viknar skjótari hjá teimum, ið
hava fingið nógva grind ella ikki.
Maria Skaalum Petersen
Parkinson er ikki
ein sjúka, tú doyrt av.
Tú kanst væl liva við
Parkinson, men sjúku
gongdin er ymisk frá
persón til persón
Greinarøð
Jú meira vit vita
um sjúkuna og
orsøkir til hana,
jú størri er møgu
leikin fyri, at
betri heilivágur
kann mennast,
so sjúkan kann
lekjast ella vit
heilt sleppa
undan henni«