Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. august 2015 sosialurin 89 4 Magni Mohr hevur saman við føroyskum, enskum, donskum, svenskum og italskum granskarum útgivið nýggja vísindaliga grein í høgt metta vísindaliga tíðarritinum Journal of Applied Physiology. Greinin kallast »Oxidative capacity and glycogen content increase more in arm than leg muscle in sedentary women after intense training«. Tað skrivar Granskingarráðið á heimasíðu sínari. Greinin byggir á kanning framda í Føroyum sum samstarvsverkætlan ímillum Fróðskaparsetur Føroya, Deildina fyri Arbeiðs- og almennaheilsu, Landssjúkrahúsið og Ítróttarsamband Føroya, umframt útlendsk universitet. Kanningin samanber broytingar í yvirkropsvøddum og beinvøddum aftaná 15 vikur av intensari intervalsvimjing (6-10 ferðir 30 sek all-out spurtir við 2 minuttum hvíld ímillum arbeiðsintervallini), langteina svimjing við lágum intensiteti (1 tíma, har roynt varð at svimja so langt sum gjørligt), og so ein tíma av fótbóltsvenjing. Allir bólkar vandu tríggjar ferðir um vikuna. Úrslitini vísa, at allir tríggir venjingar­ hættir betraðu venjingarstøðuna, men at nógv størsta framgongdin var hjá teimum, sum framdu intensa intervalsvimjing, hóast vant var í sera stutta tíð. Hetta var serstakliga týðuligt í yvirkroppsvøddunum, har tillagingarnar vóru markant størri enn í beinvøddunum. Kanningin vísir, at yvirkropsvøddar hava eitt lægri venjingarútgangsstøði enn beinvøddar, tá talan er um stofskiftisheilsu, og tískil eru yvirkropsítróttir sum svimjing serstakliga vælegnaðir fyri tey, sum vilja betra sær um stofskiftisheilsuna. Her er intens intervalsvimjing ein væl betri venjingarháttur enn langir túrar við lágari ferð. Tískil er boðskapurin til motiónsvimjarar: Setið ferðina upp, og hugsið meira um kvalitet enn kvantitet! Royndar­per­ sónarnir í hesi kanningini vóru ótrenaðir, men í løtuni verður kannað um hetta eisini er galdandi fyri elituítróttarfólk. Umframt at vera Føroya størsta tónleikatiltak, er Summar Festivalurin helst eisini størsta kamping-tiltakið her á landi. Síðani kampingøkið við útfyllingina lat upp fyrr í vikuni, eru kampingvognar í hópatali komnir á øki. Fleiri av eigarunum eru síðani farnir aftur til heimbýin ella -bygdina, men felags fyri øll er, at tey vilja tryggja sær gott pláss á økinum. Nú er tó um at vera heilt fult, og so er spurningurin, hvar seinastu vognarnir skulu setast. Hetta er samstundis seinasta ferðin, at verandi kampingøki verður nýtt á Summar Festivalinum. Beint sum festivalurin er av, verður farið undir arbeiðið við at gera íbúðir á økinum. Men sum skilst ætlar kommunan tó ikki, at mongu kamping- gestirnir á festivalinum skulu sleppast á fjall. Vikan ið fór Sæð á Facebook: »Oyss tað er gott, at vit hava ólav­søk­una. Altíð tann sama og altíð fantastisk :) Og ikki minni gott er tað, at tórshavnar kommuna hevur heimsins besta reinhald, sum so skjótt skimmar býin aftur eftir tveir dagar av veitslu :)« Sæð á Facebook: »Um tú vilt siga sannleik­ an, mást tú fáa fólk at flenna, annars drepa tey teg.« Oscar Wilde Týsdagin løgdu Tjóðveldi og Framsókn fram misálit á Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann. Uppskotið um misálit varð lagt fram í kjalarvørrinum av kanningini hjá Hans Gammeltoft Hansen. Kanningarstjórin kom til tað niðurstøðu, at Kaj Leo Holm Johannesen, við vilja segði ósatt fyri løgtinginum í fleiri umførum. Løgtingið samtykti týsdagin eina álvarsama átalu á løgmann, meðan løgtingið feldi uppskotið um misálit við 14 atkvøðum fyri, 9 ímóti og 10 blonkum atkvøðum. misálit [mɪs-] h3 tað ikki at líta á e-n el. e-t, mistrúgv misálitisváttan kv2 (stjm.) váttan um misálit (serst. á ríkisstjórn, ráðharra el. nevnd) samtykt við atkvøðugreiðslu á tingi Ovastevnan ger comeback. Regatta 2015, sum byrjar á Eiði fríggjakvøld og endar í Hósvík út á kvøldið og náttina, endar sum vant aftur í ár á ovastevnu í Nólsoy, og svimjing verður enn einaferð um fjørðin. Bæði bátar og svimjing um Nólsoyarfjørð fara eins og áður at seta stevnudám á keiina. Løgtingið samtykti týsdagin eina álvarsama átalu á løgmann, meðan løgtingið feldi uppskotið um misálit við 14 atkvøðum fyri, 9 ímóti og 10 blonkum atkvøðum. Valevni gevur út bók sum part av valstríðnum. Høgni Reistrup verður tann fyrsti, sum gevur út bók í samband við valstríðið. Pál Joensen helt ikki sítt vanliga støðið í Kazan í vikuni og svam seg sostatt ikki í finaluna. Av tí at Magni Arge nú er uppstillaður til løgtingsvalið fer hann ikki at siga frá steypafinaluni… Mánadagin legði Avalon við Livari Nysted hansara føroyska manning at bryggju á Gomlurætt. Hósdagin vóru 70 ár síðani lagnutunga dagin undir 2. veraldarbardaga, tá USA slepti fyrstu atombumbuna niður í Hiroshima. »Misálit« Ven hart og stutt Kampingøkið er fullsett heilsa Mest nýtta orðið hesa vikuna ...uppá ein minutt Høgiklettur hevur gjørt hvalateljingar fyri Náttúru­ gripasavnið, har átta eygleiðarar í fimm vikur hava talt hval í føroyskum og altjóða sjógvi í ein útsynning úr Føroyum. Á túrinum vóru 16 hvalasløg skrásett. 16 mangt og hvat Visti tú? At Cirkus Baldoni kemur aftur til Føroya á 10. sinni millum 29. august og 9. september. Magni Mohr hevur saman við føroyskum, enskum, donskum, svenskum og italskum granskarum útgivið nýggja vísindaliga grein í høgt metta vísindaliga tíðarritinum Journal of Applied Physiology Nebula ráð­ stevnan gevur innlit í íverksetan Leygardagin 15. au­gust verður ókeypis íverk­set­ anarráðstevnan Nebula hildin fyri fjórðu ferð í Reinsa­rínum í Tórshavn. Dagurin bjóðar øllum íverksetara-áhugaðum íblástur, vegleiðing og net­ verking. Umframt framløgur har íverksetarar deila út av sínum royndum, verða básar frá ymsum stovnum og fyritøkum til staðar, sum kunnu hjálpa tær á leiðini frá hugskoti til veruleika. Tað er Halgir Winther Nagata sum fyrstu ferð tók stig til tiltakið í 2012 eftir at hava sett fleiri projektir í verk sjálvur. Eitt nú stovnaði hann eBillett.fo, sum hann seinni seldi, og var við til at menna og selja borðspælið Scrabble á føroyskum. Fyrr í ár var hann projektleiðari fyri størstu startup ráðstevnuni í Danmark, har túsund íverk­ setarar og íleggjarar úr øllum heiminum luttóku. – Eg havi eina passión fyri at skapa nýggj ting, men tað er ein passión sum eg haldi er stuttligast, tá ið mann kann deila hana við onnur. Eitt ríkt startup umhvørvið inniheldur fjølbroytt fólk sum øll arbeiða móti hvør sínum máli, men sum enn taka sær tíð til at hjálpa hvørj­um øðrum á leiðini, sigur Halgir. Tiltakið byrjar klokkan 13 leygardagin tann 15. august í Reinsarínum í Tórshavn. Tað er ókeypis at luttaka, og tilmelding er á heimasíðuni www.nebula.fo