hósdagur 6. august 2015síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. august 2015
sosialurin 89
5
Hoyvíksvegur 5 · P.O. Box 30 · FO-110 Tórshavn
Tel. +298 31 47 00 · januar@januar.fo · januar.fo
P/F Skálabúðin í
Tórshavn er til sølu.
Talan er um ein
handil, sum selur
konufólkaklæðir og eisini
meturvørur við øllum
tilhoyri. Skálabúðin ein av
elstu klædnahandlum í
landinum.
Skálabúðin heldur til
í egnum bygningi á
Dr.Jacobsensgøtu 21.
Bygningurin, sum er í 5
hæddum, er tilsamans
1092 fermetrar til víddar.
Bygningurin stendur væl fyri í virknari handilsgøtu í miðbýnum í Havn og við
møguleikanum at verða nýttur til mong endamál, so sum bústað og handils- og
umsitingarvirksemi.
Tað er møguligt, at keypa partabrøvini í P/F Skálabúðini, ella at keypa virksemið og/ella
bygningin burturúr P/F Skálabúðini.
Ognin verður seld um hóskandi boð fæst.
Nærri upplýsingar um útbjóðingina kunnu fáast við at venda sær til Jógvan Amonsson
á telefon 554713 ella við at at senda teldupost til ja@januar.fo
Skálabúðin er til sølu
Landmálingsteknikari
til Umhvørvisstovuna
Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400, fax 342401, us@us.fo
Søkt verður eftir einum landmálings-
teknikara til matrikuldeildina á
Umhvørvisstovuni. Starvið fevnir um
matrikulera málsviðgerð, uppmáting,
ráðgeving og lendisfyrisiting annars.
Vit bjóða
Umhvørvisstovan er eitt arbeiðspláss við
góðum trivnaði og góðum samstarvi millum
fakbólkar. Vit bjóða tær eitt spennandi
starv á einum stovni við sera fjølbroyttum
uppgávum, har tú fært góðar møguleikar at
menna tínar førleikar. Tú kemur at arbeiða
sjálvstøðugt, men samstundis í tøttum
samstarvi við deildarleiðaran og hini starvs-
fólkini á deildini. Starvið fevnir bæði um
innandura- og uttanduraarbeiði.
Vit vænta
Vit vænta at umsøkjarin er ábyrgdarfullur,
hevur góð samstarvsevni og hevur hug at
vera við at menna tað matrikulera arbeiðið
í Føroyum. Tú hevur góð samskiftisevni,
bæði í skrift og talu, og dugir væl at sam-
skifta við viðskiftafólk. Vit leggja dent á,
at tú sær nýggjar og fjølbroyttar uppgávur
sum avbjóðingar, og at tú røkkur teimum
málum, sum tú setur tær.
Umsøkjarin skal hava prógv sum landmál-
ingsteknikari ella hava aðra líknandi útbúgv-
ing, og koyrikort er ein treyt. Tað er ein fyri-
munur at hava royndir við matrikulerum
arbeiði og uppmáting við GPS og totalstat-
ión. Royndir við tekniskipan (Micro-Station)
og kunnleiki til GIS-lendislýsingarskipanir er
ein fyrimunur. Royndir frá almennari fyri-
siting eru eisini ein fyrimunur.
Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett sam-
bært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, CV
og møguligum viðmælum skal sendast til:
Umhvørvisstovan
Postboks 2048, 165 Argir
ella sum teldupostur til: us@us.fo.
Umsóknir skulu vera Umhvørvisstovuni í
hendi í seinasta lagi tann 17. august 2015.
Meira fæst at vita um starvið við at venda
sær til Ronnie Thomassen, við telduposti til
ronniet@us.fo.