hósdagur 6. august 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. august 2015
sosialurin 89
6
persónssøga
Sjálvt um nógv stóð á, so kom sjónvarpskvinnan við
systrini upp á hægsta tind í Evropa
Sjónvarps
kvinnan
náddi hægsta
tindin í Evropa
Árni gregersen
V
it kenna hana best frá
sjónvarpsskýggjanum
og sum eina rødd í
útvarpslurtinum.
Óluva Zachariasen, 47 ár, hevur í
mong ár verið at hoyrt í útvarpinum.
Frammanundan skrivaði hon eisini í
mong ár í Dimmalætting.
Nú sæst hon eisini sum tíðinda-
og kjakvertur í sjónvarpinum.
Óluva Zachariasen er ofta gestur
í stovuni hjá føroyingum, tí hon
vitjar gjøgnum sjónvarpsskíggjan
ella gjøgnum útvarpslurtið.
Men kenna vit hana? Vit vit
hvøjar áhugamál hon hevur og hvat
hon tekst við, tá ið hon ikki er til
arbeiðis?
Fór niðaná toppin
Í summar hevur hon tikið eitt álvars
ligt stig í sínum frítíðarlívi.
Saman við eldru systrini, Guðr
un, hevur hon verið á hægsta
fjallatindinum í Evropa, Elbrus í
Kaukasus.
– Tað var fantastisk at koma nið
aná og vita, at ein náddi einum máli,
sum ein hevði sett sær, sigur Óluva
Zachariasen, nú eftir at hon í øllum
góðum er komin aftur til Føroya.
Elbrus er 5.642 metrar høgt, men
tað er ikki eins ringt at koma niðan á
sum til dømis Mount Everest.
Tað, sum ger tað torført at koma í
slíkar hæddir, er, at luftin er so tunn,
at tað er torført at fáa nóg mikið av
ilt í blóðið.
Í dag verður Elbrus roknað sum
hægsta fjall í Evropa – heldur enn
Mont Blanc, sum nógv hava lært í
skúlanum.
Grundin er, at Elbrus er jarðfrøði
ligur partur av Evropa.
Settu sær mál
Óluva Zachariasen hevur altíð gingið
í fjøllunum í Føroyum og hon hevur
síðani hon var heilt ung runnið
nógv. Hon hevur fyri nógvum árum
síðani runnið hálvmarathon og hon
rennur framvegis. Tilsamans hevur
hon runnið seks-átta hjálvmarathon
umframt trý marathon.
Tað seinasta rann hon í mai í ár.
Og hon er ein av teimum, sum
veruliga hevur brúkt náttúruna.
Hon er fyrsta kvinnan, sum kom
á Topp Føroyar-listan – altso hevur
verið á øllum 340 fjallatindunum í
Føroyum.
Tað metið setti hon í 2013, men
síðani eru aðrar komnar á listan
Systir henna, Guðrun, fæst eisini
nógv við at ganga og hevur millum
annað verið á Kilomanjaro í Afrika.
Kilomanjaro er einar 400 metrar
hægri enn Elbrus, men er heldur
lættari at koma niðan á.
Hon er nú eisini á Topp Føroyar,
tí hon hevur eisini veri¨á øllum 340
fjallatindunum í Føroyum.
Systrarnar báðar tosaðu um at
fara at gera okkurt saman og at fara
at ferðast saman.
Tað var orsøkin til ferðina og
klintringina uppá Elbrus.
– Vit tosaðu um at seta okkum eitt
mál, men tað var mest til stuttleikar.
Nú hava vit so gjøgnumført túrin,
sigur Óluva Zachariasen.
Hvørki Óluva Zachariasen ella
systurin vandu nakað serligt áðrenn
tær fóru á ferðina, sum endaði á
hægsta fjallatindi í Evropa.
– Eg er nokk so væl fyri, tí eg bæði
renni og gangi í fjøllunum. Kortini
vandu vit eitt sindur við at ganga við
ryggsekki við vekt í. Vit fyltu nakar
fløskur við vatni – eini 10 kilo, sum vit
so gingu við, men annars vandu vit
ikki nakað eyka, sigur Óluva Zacha
riasen.
Tunna luftin
Tey sum hava roynt at fara upp í
hæddirnar vita, at tað sum oftast
er, tá ið tú kemur upp, har luftin
tynnist, at trupuleikarnir byrja.
Á ferðini niðan á Elbrus var ein
partur av túrinum at venja seg við
tunnu luftina – at aklimatisera seg.
Tá ið ferðalagið, sum tær báðar
systrarnar vóru partur av, kom 4000
metrar upp, var lega gjørd, har tey so
skuldu vera í tríggjar dagar.
Men frammanundan vóru fleiri
aðrar legur. Fyrstu fimm dagarnar
Eg eri ikki ein av
teimum, sum seti
lívið uppá spæl
fyri at røkka
einum máli, sum
skal náast til
stuttleikar«
Óluva Zachariassen
Framhald á næstu síðu