Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. august 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. august 2015 · Nr. 94 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Mortan Østerø 32 ára gamli havnar-klaks­ vík­ing­urin flutti til Dan­ mark­ar fyri sløkum átta ár­ um síðani, við dreyminum um at stjórna egnari fyri­ tøku. Nú rekur hann tvær av slagnum saman við Dann Thorleifsson, men tað lá ikki altíð í kort­unum, at hann skuldi ger­ast ein ar­beiðs­sam­ ur vinnu­lívs­maður. - Eg var slettis ikki áhug­ aður í skúlagongd. Vildi næstan sagt, at eg var lú­ dovin í skúlanum, sigur ein flenn­andi Arne Leivsgarð. Tað var ikki fyrr enn hann byrj­aði í Handilsskúlanum í Havn, at hugskotið um egna fyri­tøku birtist. - Tá ið ein lærari hjá okk­ um greiddi frá sínum roynd­ um við einum bókahandli, varð eg somikið tikin av søgu­ni, at eg fór at spæla við tank­an um sjálvur at stovna eina fyritøku, sigur Arne. Eftir lokið handils­ skúla­prógv fór hann und­ir útbúgving innan vinnu­lívs­ bú­skap, men skjótt gjørd­ist tað greitt, at hann treivst betri innan skapandi og krea­tiva partin av ar­beiði­ num. Nógva ábyrgd í Føroyum Komin aftur til Føroya royn­ di Arne seg hjá Petur & Pet­ur við Vikublaðnum sum snið­ gevi, og Arne merkti beinan­ vegin at hann treivst við kreativu uppgávunum. - Man kann næstan siga, at eg ikki vaknaði arbeiðsliga fyrr enn eg kom í 20ini. Hjá Peturi og Peturi fekk eg nógv­ar kreativar uppgávur, ið fall mær meiri natúrligt enn nakað annað, sum eg hevði roynt. Við smáu viður­ skift­unum í Føroyum, hevur man ein eisini fleiri bóltar í luftini samstundis, og nógva ferðin hevur avgjørt skump­ að undir arbeiðslagið hjá mær, sigur Arne. Stýrdur av áhuganum at skapa og nýta kreativu gávurnar hjá sær, sendi hann umsókn til Den Grafiske Højskole í Danmark, har hann fekk játt­ andi svar. Einans 25 ára gamal, fóru hann og seks aðrir før­ oy­ingar undir fyritøkuna »Ikon«, uttan at vita av krepp­u­tíð­ini, sum prutlaði und­ir lokinum. Teir gjørdu av at steðga virkseminum og leggja fyritøkuna niður, og Arne fór í starvslæru hjá stóru donsku fyritøkuni, Time­line, ið sniðgevur filmar. Kom á røttu hill Hóast Arne arbeiddi fulla tíð á Timeline, setti hann seg í samband við Dann Thor­leifs­son, sum tá var les­ andi á Handilsskúlanum, tí hann hevði framvegis ikki slept dreyminum um egna fyritøku. Teir hava kenst mestsum altíð og fylgt hvørjum øðrum upp gjøg­ num næstan øll skúla­ár­ini. - Tað var strævið, men ógvu­liga lønandi í aðrar mát­ar. Vit arbeiddu báðir eftir van­liga arbeiðs- og skúlatíð, men tað gav meining fyri okk­um, tí tað var okkara egna, sigur Arne. Stundum lógu arbeiðs­vik­ ur­nar um 60-80 tímar með­ an teir í smáum bygdu upp fyritøkuna »Censure«, sum veitir loysnir innan ani­ma­ tión og filmar til fyritøkur. - Tað var akkurát eg. Eg hevði ikki gjørt peningsverk fyrr enn eg kom í 20ini, men nú varð eg brádliga ein hálv­ ur arbeiðsnarkomanur, sigur Arne, sum tó ikki metir, at snið­gevingin er komin við móður­mjólkini. - Eg vildi ikki sagt, at familjan hjá mær er ókreativ, men heldur er tað tón­leik­ur­ in, sum hevur fylt nógv fyri tey. Hjá mær er tað held­ur hinvegin – tá ið eg royn­ di meg á trummum fram­ man­fyri einum lærara á kon­ser­va­tori­inum, fekk eg bein­leiðis vissu fyri hvussu tóna­deyv­ur eg var, sigur Arne flennandi. - Nú gangi eg við eini trongd til at skapa og snøgga um allar hugsandi lutir, sum eg komi í samband við. Siti eg á eini matstovu, kann eg ven­da og snara mat­skrán­ni og hug­sa um hvus­su hend­ an kun­di ver­ið betri sett upp. So­mikið nógv fok­us verður næst­ an sett á ta vøkru loysn­ina, at ein næst­an fær ampa av mis­ eyd­nað­um sniði, sigur Arne. Arbeiðið setir dagsskránna Av tí, at nógv orka verður løgd í arbeiðið, verður somu­ leiðis avmark­ að við tíð­ini, sum verður sett av til frí­ tíð­ar­virk­semi, á­san­n­ar Arne, nú »Censure« er við at fáa veru­ ligt fóta­festi og van­ligari arbeiðs­tíðir. - Bæði fysikkurin og sosiala lívið verður heldur av­markað, tá ið størsti part­ ur­in av vaknu tímunum Fann arbeiðs­ lagið í 20unum Sum skúlanæmingur var hann lúdovin, men tá ið hann fann kreativitetin gjørdist hann ein hálvur arbeiðsnarkoman. Arne Leivsgarð hevur nú fyritøkurnar »Censure« og »Kanske« saman við barndómsvinmanninum, Dann Thorleifsson