Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. august 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 19. august 2015 · Nr. 94 meldurin fara við arbeiði. Familjan hjá mær hevur víst stórt for­ stái­l­si fyri, at eg drívið á við dreym­i­num um at fáa tað krea­tiva virksemi at løna seg, og daman hjá mær gevur mær heilt ekseptiónelt stórt rása­rúm at flákra; og eg eri ómeta­liga takksamur fyri tað sterka baklandi hjá mær, sig­ur hann. Censure hevur nøkur ár á baki nú, og fær nógvar ar­beiðs­fyri­spurningar. So­ mik­ið nógvar, at Dann og Arne kunnu loyva sær at taka sær fríløtur og stytta sær arbeiðsdagarnar nið­ ur í vanligu átta tímarnar um dagin. Tó hava ar­beiðs­ van­ar­nir fingið fastatøkur í havnar-klaksvíkingin, og so skjótt sum arbeiðslívið gjørd­ist støðugari, fóru teir báðir undir eina fyritøku afturat. - Hóast Censure var okkara egna fyritøka, so veit­ tu vit loysnir upp á ynski frá øðr­um. Við »Kanske« fingu vit høvi at vera bæði kundi og veitari samstundis, og tí fluttu vit okkum tann vegin eisini, sigur hann. Kanska, kanska ikki Innanfyri kreativa yrki, hev­ur Arne merkt, at tað er lætt at læsa seg fastan í eina trygga stíllegu, og hóast hann fangar seg sjálvan í at fella í vanamynstur, leggur hann doyðin á, at áhaldandi endur­nýggja seg gjøgnum ar­beið­ið. - Tað er lætt at detta í ta fell­una – serliga tá ið man ven­ur seg við at verða krea­ tiv­ur upp á kommando frá kundunum. Tí var tað eisini serliga avbjóðandi at gerast kundaleysur hvørjum snið­ gevan viðvíkur. Urini hjá okk­um vórðu sniðgivin, utt­an at eftirlíka ynskjum ella kritikki, sum er ein heilt onnur støða enn vit eru vanir við. Vit høvdu ein ímynd­að­an keypara, siga Arne Leivsgarð. Snøggu Kanske urini komu á internet marknaðin fyri góðum ári síðani, har teir leggja seg eftir einum nú­tímans brúkaraskara, sum ynskir at skilja seg frá mongd­ini á stillisligan hátt. Navn­ið á urunum stavar úr donskum og føroyskum sam­stundis. Hóast orðið ikki verð­ur nógv nýtt í Danmark, er tað tó eitt gamalt danskt orð, sum verður nógv nýtt av føroyingum í haminum »kanska«. Og júst tað er ein av hugsanini handan navnið. - Vit mótmæla tí skema­ løg­du mentanini við einum uri, sigur Arne flennandi. Før­oy­ingar hava lyndi til at taka dagin sum hann kemur í størri mun enn danir, og tað ger einki, skuldi ein avtala dott­ið ímillum. Hon verður kanska. Ella kanska ikki. - Navnið hevur víst seg at vera ótrúliga effektivt í mun til umrøðu, tí øll spyrja inn til navn­ið, og harvið styrkir tað helst um møguleikan fyri, at fólkini minnast tað, sigur Arni. Familju og arbeiðslív í javnvág Stóð Arna í boðið at ráð­geva einum ungum Arna Leivs­ garð viðvíkjandi yrkisleiðini, hevði tað verið at farið fram í størri fetum og við størri al­ boga­rørslum. Í síðsta mán­aði gjørdi hann júst tað við ný­ liga útkomnu urunum, tá ið teir ósmædnir heittu á kenda mann­fólkablaðið »Euroman« at ummæla urini. - Euroman lat ógvuliga væl at urunum, og vit hava merkt nógv størri áhuga fyri teimum á danska mark­naði­ num enn áður. Frameftir sígg­ja vit fyri okkum, at fáa Kans­ke urini í fleiri handlar, og møguliga seta eitt fólk at taka sær av praktisku upp­ gávu­num. Harafturat, leggja vit okkum eftir varðveita okk­ara verandi kundaskara í Censure, og vónandi víð­k­að um starvsfólkahóp og høli, sigur Arne spentur á máli­ num. Ongin tekin tykjast vera um, at Arne Leivsgarð nakran­tíð var ein lúdovin ung­lingi, nú hann hevur eitt ótal av jørnum í eldinum. Gentan hjá Arna, Nikolina Kristiansen, er eisini sett at eiga í mars, sum fer at seta øðr­vísi krøv til tilveruna, men Arne er positivur um fram­tíðina. - Vit eru eitt gott toymi, og eg ivist ikki í, at vit finna eina góða javnvág millum famil­ju og arbeiðslív. Hon les­ur á universitetinum til mið­náms­lærara innan ítrótt og stødd­frøði og er væl meiri prakt­isk vend, meðan eg eri ein kreativur hálvur arbeiðs­ narko­man, sigur Arne at enda. Arne Leivsgarð, 32 ár Føddur og uppvaksin í Klaksvík, men búð helvtina av tíðini í Havn. Hevur fyritøkurnar Kanske og Censure saman við Dann Thorleifsson.