Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-31, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. juli 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 31. juli 2004 33 Enn eina ferð megn- aðu meistararnir at gera tað gott aftur, eftir at starturin ikki hevði verið nakað at reypa av 6-MANNAFØR MENN Jóannes Hansen Tað tykist vera vorðin sergrein hjá sundamonnum. Eftir vánaligan start og trilvandi fyrra part av róðrarteininum, megnaðu teir enn eina ferð í rúkandi og sannførandi endaspurti at leggja allar hinir aftur um seg og á málinum at hava avgerandi marginal- irnar á sínari síðu. – Allir eru í góðari venj- ing. Tað er uppi í høvdin- um, at tað verður gjørt av, hvør vinnur, og serliga hvør ikki vinnur, tók ein royndur rógvari til undan Ólav- søkuni. Teir umborð á Sunda-bát- inum undirstrikaðu í ólav- søkuróðrinum sannleikan í hesum orðunum. Tað tókt- ist sum um, at stálsetti viljin hjá teimum um, at tað átti og skuldi bera til, hevði árin. Ikki bara á teir sjálvar, men eisini á manningarnar umborð á hinum bátunum. Tær tóku sjálvandi tað á, sum tær orkaðu og megn- aðu. Men eingin teirra megnaði at fáa bilbukt við Sundabátin. Enn eina ferð verður teimum ynstk til- lukku við FM sigrinum og eisini við sigrinum á Ólavsøku. Hetta var fyrsta ferðin, at ein bátur hjá róðrarfelagn- um í Norðdepli og Hvanna- sundi vann meistaraskapin, síðani tað í 1973 farið varð undir FM kappingar av hesum slagnum. – Hvussu tað verður næsta ár, ber sjálvandi einki at siga um enn. Tað valdast bæði um manningina á okkara báti og um hinar manningarnar. Men vit rokna avgjørt við, at okkara bátur verður mannaður næsta ár, siga teir norðuri í Sundi. Dyggastu kappingina hevur Sundabáturin í summar fingið frá Jarn- bardi. Hesa ferð fekk Jarnbardur góðan start. Men tað var Lómur, sum fekk besta startin. Jarn- bardur legði seg skjótt á odda, og tá ið hálvur tein- urin var rógvin, og bátarnir vóru komnir inn um Mola- høvdið, tóktist tað sum um, at Jarnbardur við rimmar tøkum legði seg eina hálva bátslongd framum hinar. Strálan, sum hevur lýst meiri seinastu ferðirnar, enn hon gjørdi nógvu tær fyrru ferðirnar í summar, var nummar tvey, og so vóru tað Gongurólvur og Sundabáturin. So var tað, at Sundabát- urin fór undir eyðkenda spurtin. Teir fóru at títta eitt sindur frammanundan, at hinir fóru tað, og tað mun- aði. Tá ið tað restaðu fimti metrar, høvdu teir tikið seg so mikið fram, at teir lógu stavn um stavn við Jarnbard. Og enn eina ferð vísti tað seg á seinastu fjórðings hundrað metrun- um, at tað vóru sundamenn, sum vóru drúgvastir og treiskastir. Teir tóku Jarn- bard, men á málinm var tað tepurt. Sundabáturin var ein lítlan skut frammanfyri Jarnbard. Ungu rógvararnir um- borð á Gongurólvi høvdu sett nøsina upp eftir at vinna heiðursmerki í heimasjógvi á Ólavsøku. Tað eydnaðist teimum ikki. Men tað restaði so lítið í, sum tað næstan ikki kann hugsast skal bera til. Strandingar og Strálan komu á mál í tíðini 4.28.21, og Gongurólvur kom á mál í tíðini 4.28.21!! Sergreinin hjá Sundabátinum er spurturin 33 32 Nr. 143 - 31. juli 2004 Favorittarnir umborð á Sílinum vóru ongantíð í nánd av sigrinum, og tað eydnaðist ikki Drekanum at varð- veita fremsta plássið, sum tær leingi tóktust hava møguleika at ogna sær 5-MANNAFØR GENTUR Jóannes Hansen Frammanundan tóktist upp- gávan so at siga ómøgulig. Men genturnar á Argjum megnaðu umborð á Bliki at loysa sín part av henni. Og klaverið spældi so væl, at favorittarnir umborð á Síl- inum stóðu seg so mikið illa, at FM heitið endaði á Argjum. Blikur við gentum hevur ikki verið FM vinnari síðani í 1986. Tá ið FM heitið samstundis kom til høldar við sigri á Ólavsøku, kundi tað ikki verið betri. Bliki verður ynskt hjarta- liga tillukku við FM heit- inum og sigrinum á Ólav- søku. Í startinum bendi einki á, at Sílið skuldi koma so mikið illa fyri, at FM heitið skuldi gleppa teimum av hondum. Sílið hevði fýra stig at geva av, og framm- anundan var taktikkurin hjá teimum at halda eyga við, at Blikur ikki slapp ov langt frá teimum – akkurát sum tann í gulu troyggjuni á súkklunum í Fraklandi plagar at gera! Leingi sá tað út til at ganga væl við Sílinum og taktikkinum hjá teimum. Ikki tí at Sílið var millum fremstu bátarnar, men tí at heldur ikki Blikur var heilt frammi í spíssinum. Havnar Róðrarfelag førdi leingi ann, men tað vóru tær um- borð á Drekanum, sum fingu besta startin og hildu seg í oddinum hálvt málið. Á Molanum legði Firvaldur seg á odda, og harvið tókt- ist tað sum um, at tvørá- gentur skuldu endurtaka sigurin frá Vestanstevnuni. Men framvið Molanum var tað rættuliga tætt og harvið spennandi, og áskoðararnir vóru vitni til, at fleiri bátar hildu seg fram at fremsta plássinum. Eina lítla løtu tóktist tað sum um, at Frúgvin ætlaði sær at vinna. So var tað, at Blikur sleit seg úr tjóðrinum hjá Sílin- um. – Vit bekkaðu framvið øllum Molanum. Tað er ikki vanligt í okkara báta- stødd, men vit royndu tað, sum vit kundu, og tað eydn- aðist, søgdu Blika gentur eftir lokið verk. Blikur var fyrstur á mál, men marginalirnir vóru smáir. Frá Bliki á fyrsta plássi og aftur til Firvald á fjórða plássinum var tíðar- munurin minni enn eitt hálvt sekund!! Tá ið marginalirnir vóru so smáir, so kann ikki sig- ast annað, enn at Sílið tapti meistaraskapin so ruddu- liga. Á fimta plássinum vóru tær meiri enn hálvt annað sekund frá fjórða plássinum og tað mesta av tveimum sekundum frá triðja plássinum, sum hevði borið við sær, at tær høvdu vunnið FM, hóast Blikur vann á Òlavsøku. Alt gekk argjabátinum til vildar, og tað var einki at siga til, at tær umborð á Bliki vóru hjartans fegnar, tá ið tað varð staðfest, at Blikur við gentumanning hevði vunnið ólavsøkuróð- urin og fyrsta FM heitið í átjan ár. Ikki minst tá ið havt verður í huga, at tað eftir róðurin í Sørvági tóktist sum um, at tær høvdu tveitt møguleikan fyri at vinna FM fyri borð! At tað eydnaðist at fáa allar fimtan bátarnar á mál uttan nakrar trupulleikar má í sær sjálvum metast sum ein sigur fyri allar partar – bátsmanningarnar, fyrireikararnar og dómar- arnar. Blikur fekk bæði í posa og sekk Meistararnir av Argj- um fingu vánaligan start, og so smekkaðu kvívíkingar til og eisini klaksvíkingar megnaðu at syfta meistarunum 8-MANNAFØR Jóannes Hansen Tað er vorðið ein vani ella ein óvani. Tað valdast um eyguni, sum síggja. Men eingin ivi er í Kvívík um, at tað er ein deiligur og góður vani. Í fjør snýtti Kvívík- ingur FM vinnararnar um- borð á Ørvi á Ólavsøku. Hesa ferð var Argjabátur- in stórfavorittur, tí hann hevði vunnið allar tær seks undanfarnu FM kapping- arnar. Kappingarnar á styttru teinunum fyrr í summar høvdu kanska givið onkra ábending um, at tað ikki bara fór at verða sum fótur í hosu hjá Argjabátinum at vinna á Ólavsøku. Kvívík- ingur og Nevið Reyða hava verið framvið, og hesir báð- ir bátarnir settu størsta dámin á róðurin hesa ferð. Á Argjahøvda vóru nógv viðhaldsfólk hjá Argjabát- inum. Rópini geltu frá teimum, og tað var ikki frítt, at dndurskot eisini vóru at hoyra. Men startur- in bendi ikki á, at hetta setti eld í Argjabátin. Heldur vóru tað kvívík- ingar og klaksvíkingar, sum tað riggaði best hjá. Eftir umstart eina ferð lupu Nevið Reyða og Kvívíking- ur avstað. Tað var skjótt, at Kvívíkingur hevði økt munin aftur til Nevið Reyða til eina hálva báts- longd. Argjabáturin var skjótt eina hálva bátslongd aftanfyri Nevið Reyða og harvið eina heila bátslongd aftanfyri Kvívíking, og tað sá einki út hjá meistarun- um. Men tá ið bátarnir vóru ikki so langt frá Molanum tóktist tað sum um, at Argjabáturin hevði hug at røra á sær. Teir tóktust hava funnið stevið eftir ikki serliga sannførandi startin, og nógv bendi á, at kapp- ingin skuldi myndast so- leiðis, sum tær hava gjørt allar hinar seks ferðirnar fyrr í summar. Argjabáturin royndi at bjóða Nevinum Reyða av, men tað eydnaðist ikki hjá meistarunum. Heldur hevði Nevið Reyða hug at bjóða Kvívíkinginum av. Tað eydnaðist ikki Nevinum at vinna og harvið at fáa fyrsta og einasta sigurin til Klaksvíkar í ár, men endin á róðrarárinum hjá teimum var virðiligur, tí teir vóru á næstfremsta plássinumvæl longri frá triðja plássinum, enn teir vóru frá fremsta plássinum. Tað ber næstan ikki til at vera nærri við at vinna og kortini ikki at gera tað, enn Nevið Reyða var hesa ferð. Kvívíking kundi hvørki klaksvíkingar ella argja- menn gera nakað við. Kvívíkingur var – júst sum teir vóru tað í fjør – sann- førandi vinnari. Teimum verður ynskt hjartaliga til- lukku. – Einki hevur riggað og stemmað hjá okkum fyrr í summar. Tí hava vit undan Ólavsøku so at siga fyri- reikað okkum av nýggjum. Málið var at vinna, og vit eru ovurfegnir um, at tað eydnaðist, staðfestu kvívík- ingarnir. Men FM steypið kundi eingin taka frá Argjabát- inum, sum hevur verið tann mest sannførandi í summar. Enn eina ferð verður Argja- bátinum ynskt tillukku við FM heitinum, sum er tað áttanda hjá Argjabátinum. Teir hava vunnið í 1991, 1992, 1994, 1995, 1997, 1998, 2000 og so aftur í 2004. Kvívíkingum dámar best á Ólavsøku C M Y K 32