leygardagur 31. juli 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 31. juli 2004
35
Hóast tað bara er
loyvt at hava fýra
útlendingar á liðnum
í senn, so hevur B68 í
summar fingið fýra
útispælarar afturat
pólverska málverjan-
um
B68 BRYNJING
Jóannes Hansen
B68 er við bara einum stigi
niðast á støðutalvuni. Skal
metast út frá aktivitetinum
á Svangaskarði í summar-
steðginum, so tykist tað
sum um, at toftamenn hava
verið greiðir yvir, at støðan
hevur verið alt annað enn
góð, og at teir ikki hava
viljað funnið seg í, at teir
skulu flyta niður uttan at
gera nakað við tað.
Fyrr í summar eru tveir
brasiliumenn og ein bulgari
komnir til Toftir í teimum
ørindum at hjálpa B68 eftir
summarsteðgin, og nú er
enn ein brasiliumaður kom-
in á Toftir.
Talan er um 23 ára gamla
Murilo, sum hann verður
nevndur. Hann er mið-
vallari, og sigst eisini vera
væl brúkiligur bæði í álop-
inum og í verjuni.
Murilo er uppvaksin í
Flamingo í Rio. Hetta man
vera kendasta fótbólts-fe-
lagið av øllum í Brasilia.
Hann sigst hava verið á
bestu ungdómsliðunum hjá
felagnum, men tað hevur
ikki eydnast honum at
vinna sær pláss á besta
liðnum. Nú ætlar hann eftir
øllum at døma at royna seg
í Europa. Umvegis danskan
umboðsmann og Jákup í
Stórustovu er hann í fyrstu
atløgu komin á Svanga-
skarð, har hann skal vera
við til at hjálpa B68 at
sleppa undan niðurflyting.
B68 hevur nú fimm út-
lendskar spælarar í hópin-
um. Ásetingarnar siga, at
tað er bara loyvt at hava
fýra á vøllinum í senn. Men
tað er eingin forðing fyri, at
allir fimm standa á dómara-
seðlinum, og at ein útlend-
ingur kemur á vøllin fyri
ein annan.
Í Letlandi vóru pólverski
málverjin, bulgarski mið-
vallarin og Anderson úr
Brasilia á liðnum. Tað
hevur verið bíðað eftir
loyvunum til ein og nú tveir
brasiliumenn.
Roknað
verður við, at í hvussu so er
annar teirra verður við, tá
ið B68 týskvøldið skal
spæla landskappingardyst á
heimavølli ímóti KÍ.
Ein landskappingar-
dystur verður í
morgin, og so verður
spælt so pø á pø fram
til mikukvøldið, tá ið
oddadystur verður í
Gundadali
LANDSKAPPINGIN
Jóannes Hansen
Eftir steypafinalu, Ólav-
søkuna og Europa Cup
vaknar føroyska fótbólts-
landskappingin nú aftur úr
dvala. Tíggjunda umfarið
er á skránni næstu dagar-
nar. Ein dystur verður í
morgin, tveir týskvøldið og
tveir mikukvøldið.
Í morgin verður granna-
uppgerð í Fuglafirði, har
GÍ fer at vitja ÍF, sum júst
hevur verið á venjingar-
legu í Aalborg.
Týskvøldið spæla B68-
KÍ og EB/Streymur-B36,
og mikukvøldið spæla VB-
NSÍ og so HB-Skála, sum
er toppdystur. HB vann
ólavsøkudag steypafinal-
una 3-1 á NSÍ, og ólav-
søkuaftan vann Skála í
Gundadali 5-1 á KÍ.
Bólturin spakuliga á rull
B68 ein brasiliumann afturat
Føroyameistararnir
á Argjabátinum
Tað eydnaðist ikki
Argjabátinum, sum annars
hevði vunnið allar
undanfarnu róðrarnar, at
vinna á ólavsøku. Hóast teir
noyddust at taka til takkar
við 3. plássinum, vóru teir á
Argjabátinum fegnir um
meistaraheitið
35
34
Nr. 143 - 31. juli 2004
Mest sannførandi
sigurin av øllum á
Ólavsøku vunnu
kvinnurnar úr
Knørrafelagnum,
sum harvið vórðu
einasta manningin, ið
megnaði at vinna
allar róðrarnar í 2004
6-MANNAFØR
KVINNUR
Jóannes Hansen
Tað hevur leingi verið
greitt, og á Ólavsøku varð
tað sligið rimmar fast.
Kvinnurnar
umborð
á
Jarnbardi hava verið besta
kappróðrarmanningin
í
hesum róðrarárinum.
Um nakar hevði verið í
iva,
so
mundi
ivin
rudduliga verða ruddaður á
Havnarvág
mikudagin.
Jarnbardur hevði góðan
start. Lómur av Argjum
royndi eina løtu at hanga
uppií, men hálvi skuturin
gjørdist skjótt til heilan
skut,
og
so
var
spurningurin bara, hvør fór
at
vinna
næstfremsta
plássið.
Jarnbardur fór spakuliga
frá
hinum
bátunum.
Framvið Molanum øktist
munurin aftur til teir næstu
til eina bátslongd, og
Jarnbardur hevði verið gott
og væl leysur av hinum, tá
ið hann kom á mál. Tá var
munurin ein bátslongd.
Páll Fangi hevur við
undantaki av einari kapping
átt næstfremsta plássið.
Hesa ferð ætlaðu tær úr
Klaksvík at fáa bilbukt við
Jarnbardi. Men Páll Fangi
fekk einki serligan start.
Tær
vóru
á
fjórða
plássinum, aftanfyri Lóm
og Sølmund. Hesin síðst
nevndi misti luftina, tá ið
hálvur teinurin var rógvin.
Á Molanum hevði Páll
Fangi longu givið fyrstu
ábendingarnar um, at tær
ætlaðu sær meiri enn fjórða
plássið. Í handavend tók
Páll Fangi seg fram á
næstfremsta plássið, og
eina løtu tóktist tað sum
um, at tað skuldi hepnast
teimum
at
fara
eftir
Jarnbardi. Páll Fangi fekk
um róðrið á Jarnbardi, men
so settu tær umborð á
Jarnbardi meiri á aftur, og
harvið vístu tær Pálli Fanga
durðafjórðingin.
Framvið Molanum var
fjarstøðan frá Jarnbardi og
til Páll Fanga umleið tann
sama, sum hon var frá Páll
Fanga og aftur til fleiri av
hinum.
Kappingin
um
bronsuplássið var rættuliga
tøtt. Báðir bátarnir hjá
Havnar
Róðrarfelag
-
Gongurólvur og Víkingur -
høvdu hug at bjóða av, men
tá ið alt kom til alt, so komu
bátarnir á málið í tí røðini,
sum teir eisini endaðu FM
kappingina upp við. Men
munurin
frá
bronsuplássinum og aftur
til fimta plássið var lítil og
eingin.
Jarnbardur
var
sannførandi vinnari, og so
er spurningurin, um tær
fara at taka eitt tørn afturat.
Eftir ólavsøkuróðurin eru
tað ivaleyst fleiri umborð á
Jarnbardi, sum tað eisini
eru umborð á so nógvum
øðrum bátum, ið hava besta
hugin at gevast. Men tað er
ikki altíð, at meiningin og
ætlanirnar eru tær somu
eftir ólavsøkuróðurin, sum
tær eru, tá ið jól og nýggjár
eru farin.
Í hesum árinum hava tær
umborð á Jarnbardi síðani
stutt eftir ársskiftið nýtt
ógvuliga nógva orku og tíð
upp
á
venjingar
og
kappingar. Ólavsøkuaftan
stóðu tær sum einasta
manningin
í
hesum
róðrarárinum, sum eingin
hevði megnað at vunnið á.
Eingin hevur verið sum
Jarnbardur!
Hetta var áttanda ferðin,
at Jarnbardur við kvinnum
gjørdist meistari. Tær hava
verið meistarar í 1991,
1992, 1993, 1997, 1999,
2000, 2002 og so aftur nú í
2004.
Eingin er sum
Jarnbardur
FCK
móti
Monaco
Ein svenskur og
ein norskur mið-
vallari skulu hjála
Toda og liðfeløgu-
num at sleppa upp
í part í europeiska
bólkaspælinum
ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen
Skuldi tað vera ein
svenskur
miðvallar-
spælari, ella skuldi tað
vera ein norskur mið-
vallarspælari.
Hetta
hevur verið spurningur-
in, sum danska pressan
hevur viðgjørt síðstu
vikuna.
Nú hevur leiðslan í
FCK svarað. Teir hava
keypt
bæði
norska
Magne Hoseth, sum er
fyrrverandi liðfelagi hjá
Jákupi
Mikkelsen
í
FCK,
og
svenska
Thomas Linderoth, sum
hevur spælt í Everton,
har hann ikki hevur
megnað at vunnið sær
fast pláss á liðnum.
Felags fyri ter báðar
er, at teir eru landsliðs-
spælarar.
Fyrrapartin í gjár
varð greitt, at FCK í
triðja og avgerandi um-
farinum í Euruopa Cup
skal spæla ímóti Mon-
aco. FCK skal fyrst
spæla á heimavølli.
Fyritreytin er sjálv-
andi, at FCK megnar at
vinna samantalt ímóti
slovenska meistaralið-
num. Tað sær gott út.
FCK vann útidystin 2-1.
Álvaro Santos og Peter
Møller vóru í álopinum,
og teir skoraðu eitt mál í
part.
Monaco er vorðið
sum
biti.
Í síðstu
kapping rukku teir í
finaluna,
har
teir
noyddust at lúta fyri FC
Porto,
Todi Jónsson kom á
vøllin, tá ið tveir min-
uttir vóru eftir. Hetta
var 200. ferðin, at hann
var á FCK liðnum.
Fyrsta ferðin var 27. juli
í 1997, tá ið FCK á
heimavølli vann 2-1 á
Vejle.
C
M
Y
K
34