Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-31, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. juli 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 31. juli 2004 37 Julian Johnsson og lið hansara ÍA spældu seg hóskvøldið víðari í UEFA-Cup kappingini LANDSLIÐSLEIKARI Í UEFA-CUP Terji Nielsen terji@sosialurin.fo ÍA dystaðist við estiska liðið TVMK úr Talinn, og ÍA vann 2-1. Fyrra dystin í Íslandi vunnu skagamenn 4-2. og tá taldist Julian Johnsson millum mál- skjúttarnar. Í dystinum hós- kvøldið kom ÍA á odda 2-0, áðrenn tað seint í dystinum eydnaðist heimaliðnum at minka um munin. Stóri leikarin hjá ÍA í dystin í Estlandi var Ellert Jón Bjørnsson, ið skeyt bæði málini. Tað fyrra kom aftaná 43 minuttir, og tað seinna skoraði hann beint eftir steðgin. Lutakastið um hvat fyri lið, ið Julian og liðfelagar hansara skulu dystast við í næsta umfari av UEFA-Cup kappingini var eftir evstamark hjá blaðnum fríggjadagin. Nýggjur framherji ÍA hevur júst keyt ein nýggjan leikara. Talan er um 25 ára gamla bretska framherjan, Richard Michael Barnwell, ið hevur leikt við estiska liðnum FC Levadia í seinastuni. Bretin skuldi koma til Íslands um vikuskiftið,og væntandi skuldi hann verða á liðnum hjá skagamonnum, tá ið teir næstu ferð fara á vøllin í Landsbankadeildini. Føroyski fótbólts- unglingin í Arsenal, Ingi Højsted, gevst nú í enska stórfelagnum FÓTBÓLTS- SÁTTMÁLAR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo 19 ára gamli havnardrong- urin Ingi Højsted hevur seinastu fýra árini verið í enska stórfelagnum Arse- nal FC. Hesi fýra árini hava verið sera lærurík fyri fyrr- verandi B36-unglingin, men samstundis hevur tíðin hjá Inga í Arsenal verið nógv darvað av skaða. Hevur samband við onnur feløg Herfyri gjørdu so Ingi Højsted og Arsenal eina avtalu, sum loysir Inga úr sáttmálanum, ið varð galdandi fram til næsta summar. Avtalan merkir, at Ingi fær løn frá Arsenal komandi árið, men at honum samstundis stendur í boði at finna sær eitt nýtt felag. Umboðsmaðurin hjá Inga Højsted, Jákup í Stórustovu, sigur, at við tí avtalu, sum Ingi og Arsenal hava gjørt, er gjørligt hjá unga havnarmanninum at brúka tað tíð, ið er neyðugt, til tess at finna sær eitt nýtt felag. Sambært Jákupi í Stórustovu er samband millum Inga Højsted og fleiri onnur útlendsk feløg, bæði í Onglandi og uttanfyri Ongland. Tó sigur umboðsmaðurin hjá Inga Højsted, at tað er mest sannlíkt, at Ingi Højsted fer at halda fram í onkrum enskum felagi. Ingi Højsted er skrásettur fyri ein dyst á føroyska A-landsliðnum. Tv3-Sporten og Viasat Sport eru av álvara farnar undir at fyrireika fótbóltssendingarnar fyri heystið 2004. Og, tá talan er um UEFA Champions League á TV3, so er ein útskifting farin fram í Champions League sjónvarpshølin- um. Viasat boðar í tíðinda- skrivi frá, at tann 41 ára gamli Peter Schmeichel, eisini kendur sum »Heimsins besti mál- maður«, verður sjón- varpsvertur í sendingun- um av Champions League dystunum á TV3+. Saman við fyrr- verandi landsliðsfelagan- um, Preben Elkjær, fara teir báðir at bjóða hyggj- arunum vælkomnum til beinleiðis CL-sending- arnar, sum verða hvønn týsdag og mikudag á TV3+. Afturat sær hevur Peter Schmeichel yngri fótbóltskønar frásøgu- menn: Brian Laudrup og Peter Piil ella Carsten Werge og Per Friman. Og serligar reportasjur koma frá fótbóltsjournalistin- um Luna Christofi, ið fer at vitja tey størstu feløg- ini og tess forsetar í Evropa. Fótbóltsrásin Viasat Sport 2 fer eisini at senda UEFA Champions League dystir. Kvalifika- tiónssdystirnir til Cham- pions League hjá FC København, sum verða í Parkini, í heyst, verða eisini vístir. FC Køben- havn spælir ímóti slovenska liðnum Gorcia, 28. juli, og 4. august hevur FC Køben- havn heimadyst. Eftir at Schmeichel, í fyrra ári, gavst við at spæla fótbólt hevur hann m.a. arbeitt sum fótbólts- viðmerkjari hjá BBC, seinast undir EM 2004. Nú verður hann so vertur á danskari rás, her fær hann uttan iva brúk fyri royndum sínum frá donskum og ikki minst altjóða fótbólti. Schmeichel var við til vinna Champions Lea- gue við Manchester United, so helst er hann júst tann rætti maðurin. »Sum leikari var Champions League tað besta ein kundi vera við í. Og sum sjónvarps- hyggjari er Champions Leauge eisini tað størsta, ið er. Tí haldi eg tað vera fantastiskt at fáa møgu- leikan at verða vertur í einum slíkum saman- hangi«, sigur Peter Schmeichel við Viasat. Peter Schmeichel sjónvarpsvertur á 3+ Julian og ÍA víðari í UEFA Cup Ingi gevst í Arsenal Dreingjamanningin á Bliki. Hóast teir ikki vunnu á ólavsøku, so kundi eingin taka meistaraheitið 2004 frá teimum, og tað fegnast her um 37 36 Nr. 143 - 31. juli 2004 5 mannafør dreingir 1 Havfrúgvin 04:35.12 2 Síli? 04:36.03 3 Tekla 04:36.13 4 Fípan Fagra 04:37.18 5 Drekin 04:38.00 6 Firvaldur 04:38.13 7 Blikur 04:38.21 8 Spógvin 04:44.18 9 Tjaldri? 04:46.12 10 Svanur 04:46.19 11 Kollur 04:49.06 12 Royndin Frí?a 5 mannafør dreingir (Støðan í FM) 1 Blikur 40 2 Havfrúgvin 32 3 Fípan Fagra 25 4 Spógvin 22 5 Tekla 16 6 Sílið 9 7 Firvaldur 6 8 Drekin 4 9 Báran 0 10 Tjaldrið 0 11 Svanur 0 12 Kollur 0 13 Royndin Fr 0 6 mannafør kvinnur 1 Jarnbardur 04:42.08 2 Páll Fangi 04:45.13 3 Lómur 04:48.03 4 Gongurólvur 04:48.12 5 Víkingur 04:48.21 6 Sølmundur 04:49.13 7 Sundabáturin05:05.09 6 mannafør kvinnur (Støðan í FM) 1 Jarnbardur 49 2 Páll Fangi 34 3 Lómur 27 4 Gongurólvur 19 5 Sølmundur 11 6 Víkingur 10 7 Riddarin 3 8 Sundabáturin1 9 Smyril 0 5 mannafør gentur 1 Blikur 04:49.08 2 Drekin 04:49.12 3 Frúgvin 04:49.17 4 Firvaldur 04:49.24 5 Sílið 04:51.02 6 Junkarin 04:52.07 7 Havfrúgvin 04:52.13 8 Fípan Fagra 04:53.10 9 Ørnin 04:57.18 10 Falkur 05:00.03 11 Spógvin 05:02.10 12 Tekla 05:07.00 13 Tjaldrið 05:09.20 14 Dúgvan 05:15.12 15 Hvassi 05:31.23 5 mannafør gentur (Støðan í FM) 1 Blikur 36 2 Sílið 35 3 Firvaldur 28 4 Havfrúgvin 19 5 Frúgvin 13 6 Fípan Fagra 9 7 Junkarin 8 8 Drekin 5 9 Ørnin 4 10 Falkur 0 11 Spógvin 0 12 Tekla 0 13 Tjaldrið 0 14 Dúgvan 0 15 Hvassi 0 6 mannafør menn 1 Sundabáturin04:26.20 2 Jarnbardur 04:27.01 3 Strálan 04:28.21 4 Gongurólvur 04:28.23 5 Lómur 04:31.02 6 Hósvíkingur 04:32.07 7 Víkingur 04:33.12 8 Sølmundur 04:33.13 9 Hvessingur 04:35.05 10 Sandingur 04:38.21 11 Smyril 04:41.03 6 mannafør menn (Støðan í FM) 1 Sundabáturin44 2 Jarnbardur 33 3 Gongurólvur 25 4 Strálan 24 5 Lómur 14 6 Hósvíkingur 5 7 Víkingur 5 8 Sølmundur 4 9 Hvessingur 0 10 Sandingur 0 11 Smyril 0 8 mannafør 1 Kvívíkingur 04:17.04 2 Nevið Reyða 04:17.08 3 Argjabáturin 04:18.08 4 Ørvur 04:25.00 5 Miðvingur 04:26.18 6 Knørrur 04:28.08 7 Tofta Regin 04:31.12 8 mannafør (Støðan í FM) 1 Argjabáturin 46 2 Kvívíkingur 33 3 Nevið Reyða 32 4 Ørvur 21 5 Knørrur 13 6 Miðvingur 5 7 Tofta Regin 1 10 mannafør 1 Havnarbáturin 04:05.02 2 Vágbingur 04:05.10 3 Nólsoyingurin 04:06.12 4 Eysturoyingur 04:07.03 5 Hoyvíkingur 04:10.00 6 Vestmenningur 04:10.12 10 mannafør (Støðan í FM) 1 Havnarbáturin 39 2 Nólsoyingurin 38 3 Vágbingur 28 4 Eysturoyingur 22 5 Vestmenningur 16 6 Hoyvíkingur 10 7 Skálabáturin 1 Tað var kæti og fagnaður, tá í Havnarbáturin í síðstu8 tøku um í hesum róðrarárinum tryggjaði Havnar Róðrarfelag einasta sigurrin á lavsøku og einasta FM heitið í 2004 Úrslitini av ólavsøkuróðrinum C M Y K 36