Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-31, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. juli 2004síða 20

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 143 - 31. juli 2004 Tað var ein ordans sekkur, ið B36 og B68 koma aftur við, eftir at tey bæði liðini høvdu verið í Letlandi Ólavsøkudag og spælt UEFA-Cup dystir UEFA CUP Terji Nielsen, terji@sosialurin.fo Bæði B36 og B68 høvdu avskrivað sínar møguleikar undan fráferðini úr Føroy- um, og hetta var eisini høv- uðsorsøkin til, at feløgini í felag valdu ikki at fara til Letlands fyrr enn á sjálvum leikdegnum. B36, ið dyst- aðist við letlendska odda- liðið Metalurgs, hevði tapt 1-3 á Tórsvølli, meðan toftamenn høvdu tapt 0-3 á Svangaskarði móti Vent- spils tvær vikur framman- undan dystirnar í Letlandi. Metið varð hótt Størsta ósigurin í Europa- Cup samanhangi, ið nakað føroyskt felag nakrantíð hevur verið fyri, var tann hjá HB, tá ið teir í nítiárun- um taptu heili 0-10 fyri norska felagnum Tromsø, ið tá hevði ein vælupplagd- an Tore Andre Flo sum fremsta álopsmann. Ólavsøkudag var nær við, at HB slapp av við ivasama heiðurin at eiga hetta met, tí bæði B36 og B68 fingu ein ordans bank. Serliga hjá B36 sá tað alt annað enn gott út, tí Metalurgs legði bragdliga fyri, og longu tá ið ein hálvur tími var leiktur, høvdu letlendsku vertirnir lagt seg á odda heili 4-0! Støðan gjørdist ikki betur av, at Metalurgs megnaði at skora tvær ferðir afturat fyri hálvleik, soleiðis at hálv- leiksstøðan var heili 6-0 til letlendska liðið. Serliga var tað ein leikari hjá Metal- urgs, Katasonov, ið gav havnarmonnunum grá hár í høvdið, tí hann skoraði ikki minni enn fýra av teimum seks málunum hjá Metal- urgs í fyrra hálvleiki. At onkur B36’ari kanska hevur hugsað, at teir nú fóru at yvirtaka metið frá grann- unum, man lítið verða at ivast í, men tíbetur fyri teir svørtu og hvítu fingu teir vent gongdini eftir steðgin. Fyrsta hálva tíman eftir hálvleikssteðgin megnaðu letlendsku vertirnir ikki at skora, og fyrsta málið í seinna hálvleiki fekk B36. Tað skoraði landsliðsleikar- in Johannus Joensen, sum í einari offensivari satsning bleiv sendur heilt fram á vøllin. Hetta mál kom, tá ið seinni hálvleikur var 28 minuttir gamal. Leikararnir hjá Metalurgs svaraðu tó skjótt aftur, og tá bert fimm minuttir seinni høvdu teir økt tvær ferðir. Toftamenn eisini avsmurdir Eisini B68 noyddist at leggja rygg til eitt stórtap. Toftamenn høvdu í mun til B36 eisini ein langan buss- túr á skránni, tá ið komið var til Letlands, og tað hev- ur neyvan økt um møgu- leikarnar hjá teimum. Í mun til manningina hjá B36 hava teir á B68-liðnum ikki tær stóru altjóðu royndirnar, og B68 bleiv sent til hús aftur við einum 0-8 tapi. Verjan hjá B68 megnaði at halda tørn fyrsta korterið, men tá ið 17 minuttir vóru leiktir, fekk Ventspils-framherjin, Bicka, sett hol á. Stukalinas skoraði til 2-0 aftaná 33 minuttir, og tveir minuttir økti Rimkus, ið skoraði øll trý málini á Svangaskarði til 3-0, sum eisini var hálv- leiksstøðan. Í seinna hálvleiki økti Ventspils beinanvegin til 4- 0, og tá ið liðugt var, hevði letlendska heimaliðið skor- að ikki færri enn átta mál, meðan toftamenn einki mál høvdu fingið. Eitt tað mest merkisverda er, at tað vóru átta ymiskir leikarar á let- lendska liðnum, ið skoraðu tey átta málini. Ivasamur hugburður Nógvar røddir hava verið frammi um, at tað er ógvu- liga óseriøst av bæði B68 og B36 at ikki verður farið til Letlands fyrr enn á sjálv- um leikdegnum. Nú ber so til at líta aftur um bak, og ikki kann sigast annað, enn at úrslitið neyvan kundi verið verri. Gamaní spara feløgini nógvar pengar upp á, at tey ikki skulu gjalda fyri gisting og annað, ið er í sambandi við eitt uttan- landsuppihald. Bæði feløgini søgdu fyrr í vikuni, at hevði útgang- støðið verið eitt annað, høvdu tey óivað farið av landinum nakrar dagar frammanundan, men sum støðan var, bleiv valt at fara á sjálvum leikdegnum. Nú kann man so spyrja seg sjálvan, hvørja ávirkan tað hevur á umdømi hjá før- oyskum fótbólti, at feløgini velja slíka loysn og koma aftur við teimum úrslitum, sum B36 og B68 fingu á stuttu vitjan síni í Letlandi. Tá ið HB setti metið við størsta ósigrinum, var júst sama loysn vald við nógv- ari ferðing á sjálvum leik- degnum, og millum annað var núverandi venjarin hjá B36 millum leikararnar á HB-liðnum tá, so hann eig- ur at kenna til tað. 1-16 í Letlandi Ventspils-B68 8-0(3-0) 1-0 Bicka 17. 2-0 Stukalinas 33. 3-0 Rimkus 43. 4-0 Rekhviashvili 47. 5-0 Smirnovs 56. 6-0 Butriks 71. 7-0 Krohmer 85. 8-0 Agafonov 88. Metalurgs-B36 8-1 (6-0) 1-0 Dobrecovs 2. 2-0 Katasonov 18. 3-0 Solonicins 29. 4-0 Katasonov 30. 5-0 Katasonov 34. 6-0 Katasonov 42. 6-1 Johannus Joensen 73. 7-1 Lukosvicius 77. 8-1 Grebis 78. vandamikli framherjin hjá Ventspils, Rimkus, var aftur á blettinum hósdagin, tá ið toftamenn taptu 0-8 í Letlandi Alex Santos og B36 noyddust at leggja rygg til ein lemjandi 1-8 ósigur í Letlandi Ólavsøkudag C M Y K 38 Nr. 143 - 31. juli 2004 39 39 Skrivstova/Bókhald – – – Hálvtíðarstarv – 221/2 tímar/viku Søkt verður eftir einum fólki til skrivstovu okkara á Toftum at byrja skjótast tilber. Starvið er ætlað sum eitt ’systur’-starv til eitt verandi 1/2-tíðar starv, soleiðis, at skrivstovan er mannað 45 tímar um vikuna. Arbeiðið fevnur um telefon-kundarøkt, bókhald og annað skrivstovuarbeiði. Umsøkjarar skulu hava útbúgving innan handil, bókhald ella tilsvarandi.Eisini royndir við teldum, bókhaldsskipanum og skrivstovuarbeiði geva fyrimun. Álit, nærlagni, góð samstarvsevni og arbeiðsemi verður sett í hásætið. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kára í Garði, stjóra, T-post: kari@kassi.fo Telefon: 449952 / 219952 Umsóknarfreistin er 10. august. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Umsókn við C.V. og prógvum skal sendast til: Miðstøðin P/F Att: Kári í Garði, stjóri Bryggjan FO-650 Toftir ________________________________________ Miðstøðin P/F er eitt 9 ára gamalt partafelag,íð veitir tæn- astur til fiskivinnuna. Vit hava í miðal 7 ársverk umframt undirveitarar. Miðstøðin hevur høvuðsgoymslu og skriv- stovu á Toftum. Á skrivstovuni starvast 3 fólk. Á skrivstovuni arbeiða vit við Navision Atain HeimaBanka MS Office TRM Total view Arkitektur og Byggifrøðingur Søkt verður eftir einum arkitekti og einum byggi- frøðingi. Arbeiðsuppgávurnar umfata um- og nýbygging- ar, har Teknistovan veitir ráðgeving fyri almennar og privatar byggiharrar, alt frá programskrivum, skitsu- og høvuðsprojekteringum til eftirlit og av- hendan av bygningum og økjum. Førleikakrøv Umsøkjarin skal í minsta lagi hava 5 ára praktisk- ar royndir frá líknandi arbeiði,skal hava góð sam- starvsevnir og duga at arbeiða sjálvstøðugt. Setunarviðurskiftir Løn og setanartreytir verða eftir nærri avtalu. Umsókn við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skula vera inni áðrenn 20. august 04. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði, og skula sendast til. T E K N I S T O V A N v/ E y ð u n P e t e r s e n a r k i t e k t u r T o r v g ø t a 1 6 0 0 S a l t a n g a r á T l f 44 80 05 Far 21 93 94 Fax 44 80 50 Dagrøktari Dagrøktarskipanin í Klaksvíkar Kommunu søkir eftir dagrøktarum. talan er um avloysarastørv í ávíkavist 1/2 ár og 1 ár. Vit ynskja at tú • hevur hegni og áhuga, at arbeiða við børnum • kann geva børnunum ein tryggan og fjøl- broyttan gerandisdag • ert fyritakssamur og skapan • hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum • kann samskifta við foreldrini • ert sinnaður at samstarva við starvsfelagar og sosialu deild. Í heiminum má vera rúm til børnini at spæla í, og økið við girðing uttanfyri. Vit kunnu bjóða eitt inspirerandi og lívsjáttandi starv við børnum. Dagrøktarskipanin er ein stovnur undir sosialu deild hjá Klaksvíkar kommunu. Í skipanini starvast 26 dagrøktarar og 2 námsfrøðingar. Talið av børnum í dagrøkt er 120. Ein fastan dag aðru hvørja viku eru 3 dagrøktarir saman við børnum í spælistovuni. Arbeiðstíðin er millum kl. 7.30-17.15. Lønin er sambært sáttmála við Starvsmannafelagið. Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skulu sendast til Klaksvíkar kommunu, Postboks 2, 700 Klaksvík í seinasta lagi 15. august 2004. Meir fæst at vita við at venda sær til Sigrun Vágstún, dagrøktarleiðara ella Jórun Niclasen, samskipara á tlefon 41 00 00. Klaksvíkar kommuna Postboks 2 · 700 Klaksvík Summarfrí Skrivstovan er stongd vegna summarfrí viku 32, 33 og 34. Havnar Handverkarafelag