leygardagur 31. juli 2004síða 21
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 143 - 31. juli 2004
Nr. 143 - 31. juli 2004
41
Snarskivan/starv
sfólk til
tjarnargarð
95,5% PDF
sandblásing/hátrýstvaskari
n
Breidd: 95%
Longd: 93%
PDF
C
M
Y
K
41
40
Miðstøðin fyri minnisveik í Havn
søkir 2 starvsfólk
Miðstøðin fyri minnisveik, er ein royndarverkætlan, sum Alzheimerfelagið
hevur tikið stig til. Verkætlanin verður fíggjað av Almannamálaráðnum og
Tórshavnar kommunu.
Miðstøðin fevnir m.a.um eitt dagtilhald fyri minnisveik, ráðgeving til persónar
við demens og teirra avvarðandi, og um vikuskiftini verður av og á café. Mið-
støðin hevur leigað eini vælhóskandi hús til endamálið miðbýnum.
Fyrst verður farið undir dagtilhaldið, har 8 fólk kunnu vera samstundis.
Dagtilhaldið er ætlað heimabúgvandi mobildementum persónum í
dagtímunum vanligar yrkadagar. Trý fara at starvast í dagtilhaldinum.
Miðstøðin fer at leggja seg eftir at arbeiða eftir nýggjastu umsorgarteorium,
sum stimbrar tann sjúka psykososialt. Henda uppgávan krevur starvsfólk, sum
hava áhuga at arbeiða við minnisveikum fólkum.
Søkt verður eftir tveimum starvsfólkum til setan 1.september 2004 ella eftir
avtalu. Størvini eru tíðaravmarkaði til 30. juni 2006, samsvarandi játtanini til
royndarverkætlanina.
Førleikakrøv til umsøkjaran:
- hug og hegni at vera um persónar við demens
- ávísa vitan innan demens, bæði medisinskt og sosialt
- støðugt at vilja dagføra kunnleikan innan demensøkið
- skal vera sjálvstøðugur og kreativur
- góð samstarvsevni
- hava tol og empati
Til størvini krevst útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur,ergoterapeutur,heilsu-
hjálpari/atstøðingur, pedagogur ella onnur líknandi útbúgving. Tað er ein
fyrimunur at hava eftirútbúgving sum demenssamskipari. Dentur verður lagd-
ur á starvsroyndir.
Vit bjóða:
- eitt áhugavert og avbjóðandi starv, har tú fært møguleika frá byrjan, at seta
dám á stovnin
- eitt starv har tú ert við til at virka fyri at røkka settu málum
- møguleika fyri menniskjaligari og fakligari menning
Talan er um tvey fulltíðarstørv við arbeiðstíð vanligar yrkadagar í dagtímunum.
Niðursett tíð kann møguliga koma uppá tal.
Setunarviðurskifti:
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag
Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Ernu Háberg, projektleiðara
tlf. 228004 ella 316350
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 13. august 2004.
Skrivlig umsókn saman við viðmælum, royndum og upplýsing um útbúgving
v.m. skulu sendast til:
Alzheimerfelagið
Tórsbyrgi 16
100 Tórshavn
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf
Lesið
Sosialin
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
Starvsfólk til Tjarnargarð
Tórshavnar kommuna søkir vegna Tjarnargarð eftir
- sjúkrarøktarfrøðingum
- heilsurøktarum
- heilsuhjálparum
Eisini verður søkt eftir
- reingerðarfólkum
Førleikakrøv:
- hevur prógv og góðkenning sum sjúkrarøktafrøðingur, almanna- og
heilsurøktari ella heilsuhjálpari
- hevur góð samstarvsevni
- hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin eftir tørvinum hjá búfólkunum
- er nýhugsandi og hevur hug og áræði at skipa fyri dagliga virkseminum
hjá búfólkunum
- til dagdeildina fyri minnisveik er ynskiligt, at umsøkjari hevur
eftirútbúgving sum demenssamskipari
Vit kunnu bjóða
eitt áhugavert starvsumhvørvi, har tú kanst gera tína áskoðan galdandi og
verða við til at menna umsorgan og røkt
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir sambært sáttmála hjá avvarandi yrkisfelag
Meir fæst at vita
um størvini við at venda sær til Hensiu Einarsson, fyristøðufólk ella Eyðun
Jensen, sosialdeildarleiðara tlf. 302010
Umsókn
saman við viðmælum, upplýsing um útbugving og royndir skal verða
Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn í hendi innan
fríggjadagin 20 august 2004
www.torshavn.fo
Tjarnargarður
Tjarnargarður letur eftir
ætlan upp í september
2004.
Á Tjarnargarði eru 10
røktarheimspláss og 12
dagstovnapláss fyri
heimabúgvandi fólk,
sum eru minnisveik.
Seinri í ár fer virksemið
eisini at umfata eina
ergo- og fysioterapideild
E n d a m á l i ð v i ð
Tjarnargarði er at geva
fólki úr Tórshavnar
kommunu, sum hava
tørv á røkt alt samdøgrið
eitt heim, har tey fáa
røkt, og fjálgað verður
um tey. Eisini er
endamál stovnsins í
dagtímunum at veita
u m l æ t t i n g t i l
h e i m a b ú g v a n d i
minnisveik.