mánadagur 12. oktober 2015síða 55
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 42 • 12. OKTOBER 2015
23
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
MYNDASAVNIÐ
Change góða byrjan
Lis Waagstein
SJÓRIN HESA VIKUNA
STJÓRIN
Vilmund Jacobsen
28 ára gamla, Lis Waagstein, er stjóri
í handlinum Change, sum læt upp
fríggjadagin 28. august í ár. Handilin
húsast í góðum og ljósum hølum í
Niels Finsensgøtu 18 í Havn.
Handilin Vøggan við barnaklæðum
er í sama bygningi, og her er eisini
blómuhandilin, Akkuleya.
Change er ein donsk keta, sum
hevur 200 handlar kring knøttin, og
nýggi handilin í hjartanum í Havn er
nummar 201, samstundis sum hann
eisini er heimsins størsti í ketuni.
– Her er nógv lív í bygninginum, og
tað er stuttligt at vera ein partur av
miðbýnum í Havn.
Tað sigur Lis Waagstein, stjóri.
Hon letur væl at byrjanini og
gongdini, síðan handilin læt upp. Við
skiftafólk hava vitjað úr øllum heraðs
hornum í Føroyum, heilt úr Sumba til
Viðareiðis.
– Longu nú havi eg eisini sæð, at
nógv viðskiftafólk vitja aftur, og tað
er hugaligt og gleðiligt.
Club Change
Lis Waagstein sigur, at øll, sum
ynskja tað, fáa eitt limakort og gerast
soleiðis limir í Club Change. Kortið
gevur limum 10 prosent í avslátri,
hvørja ferð tey keypa.
– Tað er sjálvandi frívillugt, um
fólk vilja gerast limir ella ei. Tað spyrja
vit viðskiftafólk um. Limirnir verða
skrásettir við navni, føðingardegi,
telefonnummari og hvørji bygd tey
búgva í, men vit spyrja ikki um neyvu
adressuna. Vit skráseta støddina,
tey keypa, og hetta kann vera hent,
um maður, sjeikur ella onkur annar í
familjuni ella vinfólk koma á gátt at
keypa viðkomandi eina gávu. Við okk
ara skráseting síggja vit, hvat og hvørji
snið viðkomandi plaga at keypa, og
hvør støddin er.
Hon sigur, at tey eisini spyrja við
skiftafólk, um tey vilja hava sms, um
okkurt er, sum handilin vil kunna um.
Talan kann eitt nú vera um, at Change
fer at skipa fyri limakvøldum.
– Hinvegin verður regluliga kunnað
um nýggja vøru á okkara facebook-
síðu Change Føroyar.
Lis sigur, at tann dagin, tey lótu
upp handilin, var ein hópur av fólki á
gátt, kanska eini 600 í tali.
– Tá var ikki høvi at skráseta øll
sum limir í Club Change, men øll, sum
ynsktu tað, fingu skrásetingarkort
heim við sær. Vit hava í øllum førum
latið stívliga 1000 limakort út, og
limatalið nærkast í løtuni teimum
400.
Breitt úrval
Handilin Change bjóðar tað besta
og breiðasta úrvalið av brósthald
arum í Føroyum, og her eru skálir í
støddunum A-M, og her eru belta
støddir úr 65 upp í 100 sentimetrar.
Kvinnur kunnu eisini keypa sær eitt
pettið aftrat at seta uppí beltið (belt
extension).
– Vit hava eisini lutfalsliga bíligar
brósthaldarar fyri 299 krónur, og teir
dýrastu kosta 639 krónur – við 10
prosentum í avsláttri fyri limir. Har
afturat hava vit gevibrósthaldarar til
barnakonur.
Lis Waagstein sigur, at Change
leggur stóran dent á at veita bestu
ráðgeving og tænastu, so viðskiftafólk
finna júst ta røttu støddina.
– Vit plaga at siga, at umleið 80
prosent av øllum kvinnum ganga í
skeivari stødd av brósthaldarum. Vit
bjóða umleið 95 ymiskar støddir, og
tað er ógvuliga týdningarmikið, at
kvinnur fáa tann rætta brósthaldaran.
Hon vísir á, at beltið, sum gongur
úr brósthaldaranum og aftur um
ryggin, vanliga skal lyfta 80 prosent
av vektini og stropparnir 20 prosent.
– Men, ofta passar beltið so illa, at
alt ov nógv vekt hongur á stroppunum
og akslunum, og tað er ikki gott fyri
nakað.
Lis sigur, at nógvar ungar gentur
hava verið inni á gólvinum í Change og
hava keypt sær fyrsta brósthaldaran,
og soleiðis hevur forvitnisligi handilin
eisini havt vitjan av fleiri gentum, sum
skulu fermast.
– Hesar hava eitt nú keypt sær
brósthaldarar við ongum stroppum,
hvít undirklæði og annað til konfirma
tiónina. Vit hava eisini havt vitjan av
fleiri kvinnum, sum skulu standa
brúður.
Eisini undirklæði
Starvsfólkið í Change er útbúgvið til
at veita bestu tænastu á sínum øki,
og við egnari framleiðslu eru bæði
framleiðsla og prísirnir hjá Change
freistandi, eins og dygdin er í hásæti.
Umframt brósthaldarar og eitt
breitt úrval av undirklæðum, hevur
Change eisini bikini, svimjidraktir,
náttklæði, sokkabuksur og ymiskt
annað.
Merkini, sum eru at fáa í handl
inum, eru Change, Charade by Change,
ið er tað meira eksklusiva úrvalið frá
Change, og síðani er eitt heilt nýtt
merki, ið er framleitt í samstarv við
Britney Spears.
Stjórin sigur, at seinast nevnda
merki kallast Intimate Britney Spears.
– Av trussum hava vit eitt nú
tilboð upp á trý pør fyri 169 krónur,
og annars liggur prísurin á trussum
upp í umleið 299 krónur, minus tey
10 prosentini, um viðskiftafólk hava
limakort, leggur hon aftrat.
Lis Waagstein flutti heim úr Dan
mark miðskeiðis í juli í ár, men áðrenn
hon kom heim, hevði hon verið til
upplæring hjá Change á Strøgnum í
Keypmannahavn, og hon hevði eisini
verið á skeiði hjá Change Academy.
– Vit hava bæði ungar gentur,
tilkomnar og eldri kvinnur sum við
skiftafólk.
Change
tryggjar,
at
brósthaldarar halda í minsta lagi tvey
ár, men vanligt er, at teir halda væl
longri enn tað, sigur stjórin í Change.
Viðskiftafólk,
sum
kundu
hugsað sær at ringt til Change við
fyrispurningum, kunnu ringja tlf.
727374.
Navn: Lis Waagstein
Aldur: 28 ár
Starv: Stjóri í Change
– Change bjóðar tað besta og breiðasta úrvalið av brósthaldarum í Føroyum, og vit hava eitt breitt
úrval av trussum og undirklæðum til gentur og kvinnur, sigur Lis Waagstein, stjóri í Change
Change í Niels Finsensgøtu í Havn hevur fingið eina góða
byrjan. Her hava fólk vitjað úr øllum heraðshornum í Føroyum.
– Longu nú havi eg eisini sæð, at nógv viðskiftafólk vitja
aftur, og tað er gleðiligt, sigur stjórin, Lis Waagstein
Mynd: Vilmund Jacobsen